Eltrygd

Elektriskur útbúnaður, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar hava í størri ella minni mun við sær slíkan vanda fyri persónar, húsdjór og eigindóm, at tað má fyriskipast ein røð av trygdartiltøkum o.a., sum skulu fylgjast í sambandi við gerð og rakstur av elektriskum útbúnaði og elektriskum innleggingum og eftirlit við útbúnaðunum og innleggingunum.

Yvirskipað er endamálið at elektriskur útbúnaður, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar skal vera trygt og ikki vera til vanda fyri brúkaran.

Hvat er elektriskur útbúnaður, innleggingar og tilfar?

Við elektriskan útbúnað skilst sambært lóggávuni allur útbúnaður til framleiðslu, flyting, býti og goymslu av elmegi. Elektriskur útbúnaður fevnir bæði um háspenningsútbúnað og lágspenningsútbúnað og er ikki avmarkaður til spenningsmark.

Við elektriska innlegging skilst sambært lóggávuni øll innleggingin frá elektriska útbúnaðinum fram til og við íbundið elektriskt tilfar og leiðingar, undantikið innleggingar umborð á skipum, á flytførum frálandaútbúnaði, umborð á flogførum umframt elektriskar innleggingar í motorakførum, sum eru ætlaðar sum drívmegi í motorakførum, undantikið løðistikkið til eldrivin motorakfør.

Við elektriskt tilfar skilst sambært lóggávuni eitthvørt slag av tilfari, sum er partur av, ella er ætlað at verða partur av elektriskum útbúnaði ella elektriskari innlegging, ella sum skal setast til elektriska útbúnaðin ella elektrisku innleggingina, undantikið elektriskt tilfar sum er serliga roknað til nýtslu umborð á skipum og aliflakum, flytførum frálandaútbúnaði ella í flogførum, umframt elektriskt tilfar í motorakførum, ið er ætlað til rakstur av motorakfarinum, undantikið løðistikk, sum er ætlað sum partur av eldrivnum motorakførum.

Nær er krav um løggilding?

Bara elinnleggingarfyritøkur við løggilding kunnu gera og servisera elektriskar innleggingar til sterkstreym og innleggingar av ikki-sterkstreymsriknum stýringsskipanum og reguleringsskipanum, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum.

Arbeiði, sum eru fevnd av kravinum um løggilding, verða roknað frá og við fastari íbinding í ella úrbinding úr elveitingarútbúnaði og fevna um fastar kaðalskipanir, talvur, málarar, íbindingarstøð og annað fast innleggingartilfar umframt fasta íbinding og úrbinding av elektriskum maskinum og brúkslutum.

Fyritøkur, sum vinnuliga framleiða ella servisera stýringsskipanir og reguleringsskipanir, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum, kunnu leggja inn og servisera ikki-sterkstreymsriknar stýringsskipanir og reguleringsskipanir.

Fyritøkur, sum vinnuliga framleiða ella servisera elektriskar maskinur og brúkslutir, kunnu gera fastar íbindingar og úrbindingar av elektriskum maskinum og brúkslutum og servisera hesi.

Talvuframleiðarar kunnu í ávísan mun servisera innleggingartalvur. Tað fevnir um at umvæla, viðlíkahalda, hava eftirlit við, tillaga og kanna elinnleggingartalvur, men ikki um at broyta og skifta út innleggingartalvur.

Løggilding av elinnleggingarfyritøkum og fakligum ábyrgdara

Meira verður lagt út skjótast gjørligt

Góðskuleiðsluskipan fyri elinnleggjarafyritøkur

Allir nýggja elinnleggjarafyritøkur, ið blíva løggildir aftaná 31. desember 2021 skulu lúka kravið um góðskuleiðsluskipan sambært kunngerð nr. 20 frá 22. februar 2022 um góðskuleiðsluskipan fyri løggildar elinnleggingarfyritøkur.

Skipanin, hevur til endamáls at tryggja, at eltrygdarkrøvini eru lokin í sambandi við innleggingararbeiði. Roknað verður við, at hetta í longdini fer at hava betri eltrygd við sær.

Góðskuleiðsluskipanin byggir á meginregluna í tí vanligu ISO-góðskustýringsskipanini, sum er ætlað at stýra góðskuni á eini framleiðslu, og sum ásetur eina røð av mannagongdum, sum eru neyðugar fyri at tryggja einsháttaða framleiðslu.

Ein fyritøka, sum søkir um løggilding aftaná 31. Desember 2021 , skal leggja fram skjalprógv fyri, at hon hevur eina góðskuleiðsluskipan. 

Allir elinnleggjarar, ið vóru løggildir áðrenn 1. januar 2022 skulu lúka kravið um góðskuleiðlsuskipan áðrenn 1. januar 2024. 

 Arbeiðs- og brunaeftirlitið góðkendur eftirkanningarinstansur góðkennir góðskuleiðsluskipanina og eftirkannar hana leypandi.

Arbeitt verður við einari vegleiðing um góðskuleiðlsuskipan.

 

Hvussu søki eg um løggilding

Umsóknir um løggilding sum elinnleggjarafyritøka, góðkenning sum fakligur ábyrgdari ella góðkenning av góðskuleiðlsuskipan skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á arb@arb.fo

Sí umsókn um løggilding sum elinnleggjarafyritøka her.

Løggildingarlisti - Elinnleggjarar

Sí yvirlit yvir allar løggildar elinnleggjarar í Føroyum 

Yvirlitið er seinast dagført 05.05.2022

Elnevndin

Elnevndin er føroyski myndugleikin innan eltrygd og røkir uppgávur, ið álagdar eru nevndini í løgtingslóg nr. 75 frá 5. mai 2021 um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar.

Elnevndin er samansett av formanni, ið skal vera løgfrøðingur, rakstrarleiðaranum í netfelagnum, stjóranum á Landsverki, einum góðkendum elinnleggjara, sum Føroya Handverksmeistarafelag tilnevnir, og einum limi við elfrøðiligari útbúgving. Landsstýrismaðurin tilnevnir formanning og seinast nevnda lim.

Limirnir í elnevndini eru:

  •  Leivur Persson, formaður, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
  • Jógvan Sørin Hansen, skrivari
  • Jón Nielsen, nevndarlimur, deildarstjóri fyri elnetinum hjá SEV
  • Sigurd Lamhauge, nevndarlimur, stjóri á Landsverki
  • Magnus Magnussen, nevndarlimur, góðkendur elinnleggjari, tilnevndur av Føroya Handverksmeistarafelag
  • Petur í Króki, nevndarlimur, sterkstreymsverkfrøðingu

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er avgreiðsluskrivstova hjá Elnevndini.

Lóg og kunngerðir

Sí lógir og kunngerðir á eltrygdarøkinum her