Fýrverk

Reglurnar fyri útvegan, goymslu og nýtslu av fýrverki eru ásettar í løgtingslóg um fýrverk og kunngerð um fýrverk. Endamálið við reglunum er at forða fyri, at fólk ella ognir fáa skaða av fýrverki. 

Myndugleikin á økinum er býttur millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Landfúta. 

Góð ráð í sambandi við nýtslu av fýrverki

  • Les brúkaravegleiðingina gjølla
  • Ansa eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða
  • Fýrverk, ið er skatt, skal ikki brúkast
  • Nýt altíð verndarbrillur, vaksin sum børn
  • Fýrverk skal brúkast uttandura og burtur frá støðum, har ið fólk trunkast saman.
  • Hav ikki fýrverk í lummanum, men í einum plastikposa.
  • Set rakettir í ein tryggan haldara, ið er gjørdur til endamálið.
  • Stikk ikki stelkin í bøin ella í kavan.
  • Ansa eftir, at rakettirnar fara beint uppeftir.
  • Fest í fjúsið við strektum armi – bend teg ikki inn yvir fýrverk.
  • Far ikki aftur til fýrverk ella eina rakett, sum ikki vildi ganga av.
  • Fest bara í eitt skotevni í senn.
  • Kasta ikki fýrverk eftir fólki ella djórum.
  • Ansa eftir smábørnum.
  • Ávirkað fólk skulu ikki fáast við fýrverk.
  • Bið um vegleiðing á útsølustaðnum um verndarbrillur, raketthaldarar og trygd annars.

Innflutningur og framleiðsla av fýrverki

Loyvi til gerð av fýrverki verður givið av Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Loyvi til innflutning av fýrverki verður givið av Føroya Landfúta.

Umsóknir um loyvi til innflutning av fýrverki skulu sendast til ta lokalu løgreglustøðina ella sendast við telduposti til politi@politi.fo.

Við umsóknini skulu fylgja bíleggingarváttanir, fakturar ella tílíkt, sum siga frá:

  1. vøruslagi
  2. stødd og samseting av satsinum, sum kann geva frá sær brest og
  3. um fýrverkið kann gera eina reyða ljóseffekt ella eina appilsingula roykeffekt

Avhending, útvegan og nýtsla av fýrverki

Tað er forboð fyri at avhenda, útvega sær ella at nýta fýrverk, sum brestur, uttan loyvi frá Føroya Landfúta.

Undantikin frá forboðnum eru tó:

  1. borðbumbur
  2. ’japanskar’ borðbumbur
  3. brestir (knallert)
  4. bresttráðir
  5. pappírsperlur (amorces)
  6. pappírsperlubond (amorcesbond)
  7. brestperlur 
  8. brestproppar (hundaproppar)

Fylgjandi fýrverk, sum hava ljós- ella roykvirknað, mugu ikki latast av hondum, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá Føroya Landfúta:

  1. rakettir, sum skjóta frá sær reyðar stjørnur
  2. rakett-fallskýggjabluss, sum geva reytt ljós 
  3. royksignal, sum geva appilsingulan royk

Søla av fýrverki og kemikalium til persónar undir 18 ár

Tað er forboð fyri at selja persónum undir 18 ár fýrverk.

Undantikin forboðnum eru:

  1. borðbumbur
  2. brestir
  3. pappírsperlur (amorces),
  4. pappírsperlubond (amorcesbond) og
  5. stjørnukastarar

Forboð er fyri at selja persónum undir 18 ár fylgjandi kemikaliir:

  1. chloratur, perchloratur og nitrar av natrium, kalium, calcium, ammonium ella baryum
  2. reytt og gult fosfor
  3. svávul
  4. aluminumspulvur og magnesiumpulvur

Merking

Fýrverkslutir skulu hava uttanáskrift, sum eyðkennir lutin. Harumframt skulu lutirnir helst hava fabrikatnummar og annaðhvørt navnið hjá fabrikantinum (innflytaranum) og hansara heimstaði ella vørumerki ella eitt annað serstakt eyðkenni. Verður vørumerkið ella eyðkennið nýtt, skal Føroya Landfúti verða fráboðaður um tað.

  1. Rakettir, sum skjóta frá sær reyðar stjørnur
  2. Rakett-fallskýggjabluss, sum geva reytt ljós
  3. Royksignal, sum geva appilsingulan royk, umframt annað signalfýrverk (bumbur, kanónsløg og summi handbluss) skulu eisini vera týðuliga merkt við bókstavinum “S“.

Á størri fýrverkslutum skal harumframt vera eina stutt nýtsluleiðbeining. Størri fýrverkslutir, sum vanliga eisini verða seldir í smáum í heilsølum, til dømis størri rakettir og sólir, skulu hava eina uttanáskrift og bókstavin “S“ á hvørjum luti sær. Á minni fýrverkslutum skulu uttanáskriftin og bókstavurin "S" standa á tí, sum er uttanum teir.

Fýrverk skal vera merkt, áðrenn tað verður latið frá sølustaðnum.

Loyvi at útvega sær og nýta fýrverk

Loyvi til at útvega sær og til at kunna nýta fýrverk, sum forboð er fyri at nýta, kann fáast hjá Føroya Landfúta, tá ið serstakur áhugi til tess er próvførdur. Tað kann til dømis vera til veitslur o.tíl., sum er opið fyri almenninginum, ella sum mong sleppa til. Í loyvinum skal tilskilast, hvussu fýrverkið skal verða nýtt, og hvussu stórar mongdir talan er um.

Útgerðarmenn, skiparar, fareigarar og aðrir, sum tørva útgerð av neyðsignalum, kunnu haraftrat fáa bæði einsæris loyvi og loyvi yvirhøvur til keyp og nýtslu av “S“-merktum fýrverki.

Loyvi til keyp og nýtslu av “S“-merktum fýrverki tørvar ikki, um so er, at tað verður tikið hjá forhandlara móti at vísa tilsýnsbókina hjá skipinum og stemplað í hana.

Goymslur

  • Í handlum og í rúmum, sum liggja upp at handlum, kunnu upp í 20 kg av fýrverki havast á goymslu. Uttanfyri tílík rúm kunnu upp í 40 kg av fýrverki havast á goymslu, tó ikki í sethúsum
  • Loyvi til størri nøgdir á goymslu kann fáast hjá landfútanum
  • Fýrverk skal goymast varliga og minst 2 m frá varmavæli ella kaminu
  • Fýrverk, ið er á goymslu hjá sølufólki, skal vera goymt í tøttum trækassum (skápum) ella timburfóðraðum metalkøssum við tøttum loki
  • Kassarnir (skápini) skulu vera merktir “Vandamikið – Fýrverk“ og mugu bert goyma fýrverk og skulu verða settir soleiðis, at fólk ikki sleppur til
  • Verður fýrverk goymt í handilsrúmum ella rúmum uppiá handilsrúmum, skulu hóskandi sløkkiamboð vera við hondina nærindis kassunum (skápunum). Eitt nú kann ein spann við vatni vera har ella ein trýstvatnssløkkjari (handsløkkjari við vatni at sløkkja við og eitt slag av komprimeraðari luft sum drívevni)
  • Tað er tó loyvt at hava fýrverkslutir frammi fyri at vísa úrvalið, ið er til sølu, men tó soleiðis, at fólk ikki sleppur fram at fýrverkinum, sum stendur frammi
  • Tað er bert lov at sýna ein lut av hvørjum slagi (eind ella smásølupakking), sum er at fáa í handlinum
  • Í rúmum, har fýrverk verður goymt, mugu ongar eldfimar veskur vera og royking er bannað. Hendan reglan er tó ikki galdandi í handilsrúmum, sum hava eldsløkkingaramboð og fevnir ikki ikki um borðbumbur, japanskar borðbumbur og brestir (knallert)
  • Tað er ikki loyvt at nýta fýrverk inni í rúmum, har annað fýrverk er frammi ella á gloymslu, og har eldfimar veskur eru