Landstilbúgvingin
Landstilbúgvingin, sum til dømis umfatar skipini hjá Vørn og bjargingarfeløgini kunnu eftir áheitan veita hjálp til kommunalu tilbúgvingina og kunnu í summum førum veita serútgerð til at loysa eina uppgávu. Annars er samstarvsavtala gjørd við danska tilbúgvingarstýrið, Beredskabsstyrelsen, sum kann veita serútgerð og servand fólk í eini røð av hendingum.
Bjargingarfeløgini kunnu umbiðjast í eini røð av hendingum, har kommunala tilbúgvingin hevur tørv á tí. Tað kann verða í samband við størri hendinga har brúk er fyri fleiri fólki til ymiskar uppgávur, til dømis í samband við skips- ella flogvanlukkur og í samband við ódnarveður ella størri eldar.
Skipini hjá Vørn kunnu nýtast til sløkking frá sjósíðuni og tyrlutænastan og skipini hjá Strandferðsluni kunnu nýtast til, at flyta fólk og útgerð í eini neyðstøðu.
Bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin kunnu eisini veita hjálp til aðrar myndugleikar ið hava økisábyrgd og í samband við serlig átøk. Havast skal tó í huga, at talan er um sjálvboðið arbeiði. Tað er hvør landsstýrismaður, ið fyri sítt egið ábyrgdarøki, sambært § 5 í tilbúgvingarlógini, sum tekur avger um hvørjar uppgávur bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin kunnu røkja í landstilbúgvingini.
Bjargingarfeløgini eru staðsett kring tað mesta av landinum og kunnu umbiðast við stuttum varningi í akuttum støðum. Umbøn um stuðul frá bjargingarføløgunum kann gerast beinleiðis ella umvegis vaktsetralin hjá politinum.
Bjargingarfeløgini hava til dømis servitan innan fjallabjarging, og hava fingið førleikar at handfara handhilnda útgerð at máta geislavirkni í samband við hendingar við geislavirknum evnum.
Um neyðugt er við sertilbúgving innan økini kjarnorku, geisling og handfaring av kemiskum evnum (CBRNE) kann hendan tænastan veitast frá danska tilbúgvingarstýrinum, Beredskabsstyrelsen, ið hevur servand fólk til at loysa hesar uppgávurnar. Eisini ber til at umbiða Hazmat-tilbúgving gjøgnum danska tilbúgvingarstýrið. Um stuðul verður veittur úr Danmark má væntast at tað gongur nakað av tíð, áðrenn útgerð og fólk við servitan kunnu seta beinini á land í Føroyum.
Í fall tilbúgvingingareindirnar fáa stuðul frá bjargingarfeløgunum vil eitt umboð (liðleiðari) vegna bjargingarfeløgini vísa til átaksleiðaran ið hevur ábyrgdina av umbidnu hjálpina. Hesi umboð verða sostatt bindilið millum átaksleiðsluna og stuðulseindirnar frá bjargingarfeløgunum.
Bjargingarfeløgini í Føroyum
Bjargingarfeløgini í Føroyum eru 11 í tali, harav 9 lúka treytirnar í reglugerð fyri fíggjarlógarjáttan til bjargingarfeløg.
Yvirlit yvir Bjargingingarfeløgini í Føroyum sæst her.
Nuklear Beredskab
Fiskimáalaráðið hevur samstarvsavtalu við Nuklear Beredskab hjá danska tilbúgvingarstýrinum, Beredskabsstyrelsen.
Samstarvsavtalan kann lesast her
Nuklear Beredskab hevur eina vakttelefon, har til ber at ringja um tørvur er á leiðbeining, hjálp ella einari greining í samband við nuklearar tilburðir.
Vakttelefon: +45 45 90 60 00
Leinkja til Nuklear Beredskab er at finna her.
Kemisk Beredskab
Fiskimáalaráðið hevur samstarvsavtalu við Kemisk Beredskab hjá danska tilbúgvingarstýrinum, Beredskabsstyrelsen.
Samstarvsavtalan kann lesast her
Kemisk Beredskab hevur eina vakttelefon, ið myndugleikar kunnu ringja á um tørvur er á leiðbeining, hjálp ella einari greining í samband við tilburðir við evnafrøðiligum evnum.
Vakttelefon: +45 45 90 60 00
Kemisk Beredskab hevur eisini ment eina app har til ber at leita fram tilfar um evnafrøðilig evni. Appin er at finna her.
Leinkja til Kemisk Beredskab er at finna her.
Bjargingartyrla
Fiskimálaráðið hevur gjørt sáttmála við Atlantic Airways viðvíkjandi sjúkraflutningi, leiting og bjarging.
MRCC Tórshavn umsitur sáttmálan vegna Fiskimálaráðið.
Tvær tyrlur av slagnum AugustaWestland 139 eru tøkar til endamálið.
VØRN/MRCC
VØRN er stovnur undir Fiskimálaráðnum.
VØRN hevur trýggjar deildir, Fiskiveiðueftirlitið, MRCC Tórshavn og Veðurtænastan.
MRCC er stytting av Maritime Rescue Co-ordination Center og virkar saman við Tórshavnradio, sum ein deild í Vørn undir Fiskimálaráðnum.
MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina fyri íverksetan og samskipan av leiting og bjarging á føroyskari havleið - SAR (Search and Rescue).
Harumframt eru avtalur við grannalondini um sínamillum hjálp og samstarv.
Samarbeiðsavtalur eru gjørdar við Atlantic Helicopters og Arktisk Kommando.
Aðrar uppgávur hjá MRCC Tórshavn umfata m.a. at taka ímóti fráboðan um oljudálking á føroyskum havleiðum, sjúkraflutning við tyrlu, avgreiða boð um yvirgang á føroyskum skipum (ISPS), og at gera og lýsa siglingarávarðingar.
Vanliga virkisøki hjá MRCC er havleiðin úr fjøruni og út á 200 fjórðingamarkið ella miðlinjuna millum lond.
Støðin er mannað alt samdøgnið og allar dagar í árinum.
Leinkja til heimasíðu er at finna her.
Strandfaraskip Landsins
trandfaraskip Landsins er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum.
Virksemi hjá Strandfaraskip Landsins fevnir um sjó- og landvegis flutning av fólki og farmi við skipum og bussum. Haraftrat hevur Strandfaraskip Landsins, saman við Fiskimálaráðnum/Vørn, sáttmála við Atlantic Airways um ávikavist bygdaflúgving og tyrluflúgving.
Strandfaraskip Landsins hevur 8 skip, harav 7 eru í fastari sigling, og umleið 20 farleiðir á landi ið verða riknar av privatum veitrarum.
Strandfaraskip Landsins hevur eina tilbúgving tilknýtta sjó- og landvegis farleiðunum.
Leinkja til heimasíðuna hjá Strandfaraskip landsins er at finna her.
Landsverk
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum.
Tilbúgvingin hjá Landsverki hevur til endamáls at tryggja samferðslukervið, vegir og havnir, umframt at hava um hendi operativa partin av basing av oljudálking á sjónum.
Tilbúgvingararbeiðið fevnir um bæði planlegging og myndugleikaviðgerð og i summum førum eisini tann operativa partin.
Fá meira at vita um tey trý økini basing av oljudálking á sjónum, tilbúgving á vegakervinum og tilbúgving í havnum á heimsíðuni hjá Landsverk.