08. des. 2016

MEST: Trygdin kemur fram um alt annað

Í átta ár hevur skipasmiðjan MEST havt eitt fólk til burturav at taka sær av arbeiðstrygdini. Ein serlig appa ger tað lætt hjá starvsfólki og leiðslu at hava skil á trygdini.

Ingolf S. Olsen – PRESS

- Tann sum sigur, at trygd kostar pengar, hevur ikki røttu fatanina. Tí tað beint er øvugt, tað lønar seg eisini fíggjarliga at brúka nógva orku upp á at hava eitt so høgt trygdarstøði sum møguligt.

Tað sigur Jens Hansen, sum í átta ár hevur verið HTU-maður fulla tíð hjá MEST og dótturfelagnum PAM Offshore Service.  HTU stendur fyri heilsu, trygd og umhvørvi.

Hann undirbyggir útsøgnina við at hála nøkur tøl fram á telduskíggjan. Hjá MEST føra tey nevniliga trygdarroknskap, sum greitt vísir, hvuss nógv eitt óhapp ella ein vanlukka kostar í pengum.

- Sjálvandi er tað fyrst og fremst fyri at tryggja mannalív og verja ímóti persónsskaðum, at vit raðfesta trygdina so høgt, men tølini prógva samstundis, at høgur kostnaður ikki er eitt argument fyri at spara upp á trygdina, sigur Jens.

Alt skrásett
Hvørt einasta lítla óhapp og vandastøða verður skrásett hjá MEST, og fyritøkan hevur ment eina appu – eina HTU-appu – sum setur tað heila í system. Í appini eru trygdar- og umhvørvisreglur og -vegleiðingar fyri øll tey ymisku sløgini av arbeiði og arbeiðsstøðum hjá MEST, og ein fráboðanarskipan, sum ger tað sera lætt og ómakaleyst at boða frá óhappum, ella tá okkurt ikki er, sum tað eigur at vera. Millum annað ber til at taka mynd av støðum og tilburðum og senda tær inn umvegis appuna.

Allar fráboðaninar, sum starvsfólk senda inn umvegis appuna, enda á telduni hjá Jens, sum hevur ábyrgdina av, at málini verða viðgjørd, og tiltøk sett í verk.

Umframt tilbúgvingina at taka sær av óhappum og vanlukkum beinanvegin, til dømis at boðsenda neyðugu hjálpini og steingja arbeiðsøki av, syrgja regluligir fundir millum leiðslu, HTU-leiðaran og trygdarumboð fyri, at hond verður tikin um tilburðirnar, og at onki trygdarmál fer aftur við borðinum. Fýra ferðir um árið verða øll starvsfólkini hjá MEST eisini savnað til trygdarfund.

MEST hevur deildir í Havn, á Skála og í Runavík, og fundirnir verða hildnir á øllum trimum støðunum. 180 fólk starvast í fyritøkuni, umleið 35 í Runavík, tað sama á Skála og restin í Havn.

PAM Offshore Service virkar burtur av í frálandavinnuni uttanlands, mest í Noregi, og fylgir trygdarreglum og –fyriskipanum har. Alt verður tó skrásett hjá Jens, sum eisini fylgir málunum upp.

- Frálandavinnan hevur lyft trygdarstandardin á øllum arbeiðsplássum, so tað munar, men frálandavinnan er samstundis eisini besta dømi um, at skipanir, sum bert eru til fyri skipanina skyld, kunnu vera verri enn onki. Um alt druknar í byrokratiskari skráseting og meturtjúkkum manualum, sum tað hevur havt lyndi at gjørt í frálandavinnuni, so fer virðingin fyri trygdini, og man gloymir, hvat skipanirnar yvirhøvur eru ætlaðar til.
- Tí er tað so týdningarmikið, at vit alla tíðina hava fokus á endamálinum, sigur Jens.

Samstarv við Arbeiðseftirlitið
Fleiri dømi eru um, at trygdarfyriskipanirnar hjá MEST hava fyribyrgt vanlukkum og óhappum, og at rætt verður borið at, tá keðiligar hendingar kortini koma fyri.

Tá gott skil er í trygdini, verður samskiftið við avvarandi myndugleikar eisini skilagott, og Jens Hansen heldur eisini, at viðurskiftini við Arbeiðseftirlitið eru fyrimyndarlig.

- Vit síggja ikki Arbeiðseftirlitið sum ein mótstøðupart, men sum ein samstarvsfelaga. Í gerandisdegnum er Arbeiðseftirlitið eitt slag av konsulenttænastu, vit kunnu gera okkum dælt av, sigur hann.

Á MEST leggja tey dent á, at tað er teirra egni hugburður og, tað sum tey hava sett sær fyri á trygdarøkinum, sum stendur fremst. Lógir, reglur og almennir myndugleikar standa næst.

- Soleiðis má tað vera, um tað er heilhjartað. Trygdin skal í hásæti, tí vit vilja tað, og ikki bara tí at lógir og myndugleikar siga tað. Tað er eisini grundhugsanin undir okkara nullhugsjón, sigur Jens.

Læra av skaðum
Við einum vælvirkandi trygdarpolitikki og greiðum trygdarfyriskipanum slepst eisini undan samanbrestum við myndugleikarnar, eisini tá illa vil til, og Jens kann vísa á dømi við álvarsligum hendingum og mannsskaða, sum kortini ikki førdu til nakra átalu frá Arbeiðseftirlitinum.

- Vit høvdu ein skaðatilburð við einari lyft á Skála fyri nakað síðani. Ein maður breyt hælin og fekk eisini aðrar skaðar. Tað var eitt satt lukkutreff, at hann slapp livandi frá tí. Arbeiðseftirlitið fekk sjálvsagt fráboðan og kannaði hendingina. Men vit fingu onga átalu, tí allar trygdarfyriskipanir vóru, sum tær skuldu, og vit høvdu fylgt teimum, greiðir hann frá.

Men endar ein tilburður við einari átalu, verður tað ikki tikið illa upp á MEST.

- Vit høvdu eina eldsvanlukku, har tveir mans fingu eldskaða. Lukkutíð fingu teir ikki varandi mein av hendingini. Men tá fingu vit eina bót, tí tað kundi staðfestast, at menninir høvdu verið undir trýsti frá kundanum og tí ikki høvdu fylgt trygdarfyriskipanunum út í æsir. Tað tóku vit sjálvsagt beinanvegin til eftirtektar, og nú hava øll starvsfólk fingið boðini, at um tey føla seg ótrygg við tað, tey eru sett at gera, so er loyvt at steðga á. Vit kalla tað “one step back” – ella sagt á føroyskum “steðga á.”
- Tað er jú eisini meiningin og styrkin við einari vælvirkandi trygdarskipan, at vit beinanvegin kunnu taka atlit til nýggjar støður og hendingar, og taka skjótar avgerðir um mannagongdir fyri tær, sigur Jens.

Betri hugburður
Hann hevur arbeitt við trygd nærum alt sítt vaksna lív, og heldur nógv vera broytt til tað betra gjøgnum árini.

- Eg havi undirvíst í at arbeiða við krana í 19 ár, og sjálvt um lógin altíð hevur sagt, at fólk, sum arbeiða við krana skulu hava hjálm á høvdinum, so varð ikki lagt nógv í tað. Men fyri eini átta árum síðani byrjaði ein hugburðsbroyting spakuliga at henda har, og nú hava nógv tey flestu kranafólkini hjálm á høvdinum, sigur Jens.

- Trygd snýr seg um áhaldandi at arbeiða við hugburðinum hjá fólki. Sum vi so nógvum, so hevur tað eisini í hesum stóran týdning, at fólk bera seg rætt at frá fyrsta degi, tí hevur tú fyrst fingið fyri vana at gera tingini upp á ein ávísan máta, so er ofta ógvuliga ringt at broyta hann aftur. Tí eru tað eisini oftast tey ungu, ið taka hetta til sín beinanvegin, sum ganga á odda við góðari trygd á arbeiðsplássunum, sigur hann.

Stjórin tók stigið
Tó at Jens Hansen hevur dagligu ábyrgdina av trygdar- og umhvørvisøkinum hjá MEST, so er tað stjórin Mouritz Mohr, ið hevur evstu ábyrgdina. Leiðslan tók fyri umleið átta árum síðani avgerð um, at trygdin skuldu hava uppaftur hægri raðfesting, enn hon hevði áðrenn.

- Jens var eisini kt-maður tá og hevði hetta her afturat hálva tíð. Soleiðis hevði tað verið í tvey-trý ár tá. Ein orsøk til uppraðfestingina var tá ein álvarslig vanlukku hendi í eini verkætlan, har vit vóru undirveitarar.  Tá hugsaði eg, at hesum mugu vit ongantíð koma út fyri sum høvuðsveitari. Tað ringasta, sum kann henda, er, at onkur av okkara letur lív, ella kemur álvarsliga til skaða í arbeiði sínum fyri MEST. Tað næsta er, um eldur kemur í eitt skip, sigur Mouritz Mohr.

Stjórin vísir á, at góð trygd eisini hevur týdning í kappingini um arbeiðsuppgávurnar.

- Tað sum í fyrsta lagi drívir verkið hjá leiðsluni, er sjálvandi ynskið um, at fólk, sum møta heil til arbeiðis, eisini fara heil heimaftur. Men ein greiður trygdarpolitikkur og góðar trygdarfyriskipanir hava eisini stóran týdning, tá vit skulu bjóða okkum fram. Til dømis høvdu vit ongantíð fingið stóru uppgávuna at umvæla boripallin West Hercules, um vit ikki høvdu hetta við trygdini upp á pláss, og høvdu eina væl virkandi trygdarskipan at vísa á, sigur Mouritz.

One step back
West Hercules lærdi hann eisini trygdarhugtakið “one step back”. “One step back”-fundir  eru síðani vorðnir fastur partur í øllum stórum arbeiðsuppgávum hjá MEST. Á hesum fundum verður steðgað á við arbeiðnum, man ger status, og alt verður eftirmett.

- West Hercules hevði ein dugnaligan, beinharðan og sera professionellan prosjektleiðara. Tá vit vóru komin hálva leið við arbeiðnum, kom hann til mín og segði, at nú skuldi eg kalla til ein “one step back”- fund. Eg visti ikki, hvat tað var, men tað greiddi hann mær frá.
- Eg helt tað vera eitt fínt hugskot og segði, at eg fór at fáa Jens at skipa fyri einum sovorðnum fundi. Men tá segði prosjektleiðarin nei, hesum skuldi eg standa fyri sum stjóri, tí tað skuldi signalerast frá ovasta stað, at tað er loyvt líka at steðga á, at seta spurningar um, hvørt vit høvdu gjørt alt rætt, ella hetta ella hitt kundi verið gjørt øðrvísið.
- Síðani tá eru “one step back”-fundirnir vorðnir fastur í okkara trygdarpolitikki, sigur Mouritz Mohr.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd