Coronaráðgevingin virkin

Ein nýggj coronaráðgeving við fakfólkum frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.

Fyri at seta teg í samband við ráðgevingina, kanst tú senda ein teldupost til corona@arb.fo. Ella tú kanst ringja til Coronalinjuna, sum setir teg í samband við ráðgevingina.

Corolinjan hevur telefonnummar 30 40 40, og tú kanst ringja gerandisdagar kl. 8-16 og um vikuskiftið og halgidagar kl. 12-15.


13-04-2020
Leivur Persson