08. des. 2016

Pál Weihe: Arbeiðseftirlitið hevur lyft trygdina

Arbeiðseftirlitið hevur ta tign og styrki, ið skal til fyri at seta seg ígjøgnum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta kemur tó ikki av sær sjálvum, men krevur ein sterkan stjóra og áhaldandi hugburðsrøkt, sigur Pál Weihe, arbeiðsmedisinari og professari í fólkaheilsu.

Ingolf S. Olsen – PRESS

Tó at eftirlitsuppgávan ongantíð endar, og nógvar ábøtur enn liggja á láni, so er trygdarstøðan á føroyskum arbeiðsplássum á einum støði, sum hóskar seg framkomnum londum, tá tað snýr seg um fysisk viðurskifti.
Og at so er, er ikki minst Arbeiðseftirlitinum fyri at takka – tað hevur gingið á odda at lyft trygdarstøðið og broytt hugburðin til trygd á arbeiðsplássinum.

Tað heldur Pál Weihe, leiðari á Deidini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Hann hevur í umleið 30 ár verið okkara einasti  arbeiðsmedisinari og sosiallækni og í tí sambandi tætt knýttur at virkseminum hjá Arbeiðseftirlitinum.

- Tá tað kemur til ítøkiligar fysiskar arbeiðsumstøður, so er heilt nógv gott hent, og vit hava sæð eina týðuliga hugburðsbroyting til tað betra. Fyrr stóðu teir til dømis á verkstøðunum og sproytilakeraðu bilar mitt á gólvinum millum øll, sum arbeiddu har. Í dag verður tað gjørt í afturlatnum kabinum, og tað verður gingið upp í góða útsúgving. Hetta er ikki minst teknisku skúlunum fyri at takka, sigur Pál Weihe.

Men hann nevnir eisini øki, har hann heldur, at ov lítið er gjørt.

- Eg hevði til dømis fegin viljað, at ein meting bleiv gjørd av tí einstáttaða og ferðmikla arbeiðnum, vit síggja á flakavirkjunum og aðrastaðni. Eg hevði viljað fingið at vita, hvussu tað stendur til har. Um man hevur fingið arbeiðsrotasjón, soleiðis at ein persónur ikki stendur og ger tað sama arbeiðið í átta tímar, tá man við eini arbeiðsskipan kundi havt syrgt fyri, at viðkomandi skifti millum ymisk støð í arbeiðsgongdini, so ymiskir partar av kroppinum vórðu belastaðir, sigur Pál Weihe.

Tign, virðing og styrki
Hann heldur Arbeiðseftirlitið hava ta tign, virðing og styrki, sum skal til fyri at seta seg ígjøgnum á arbeiðsmarkniðunum og at ganga á odda við áhaldandi at ávirka og broyta hugburðin til trygd og trivnað á arbeiðsplássunum.

- Gjøgnum tíðirnar hevur tað verið eitt sindur skiftandi við tí, men ja, eg haldi bestemt, at Arbeiðseftirlitið hevur tað, sum skal til.
- Tign og virðing er ikki nakað, tú fært við kanska at keypa tær ein smartan hatt, einar høgar styvlar ella okkurt sovorðið. Tign og virðing fært tú, um tað er skil í tí, sum tú sigur.
- Tey fólkini á arbeiðsmarknaðinum, sum Arbeiðseftirlitið samskiftir við, tey kenna sínar fyritøkur væl og virðiliga – bæði arbeiðsgevararnir og løntakararnir. Tey duga væl á at skyna, nær tú tosar kompetent, nær tú ikki tosar kompetent, ella nær tú gitir. So har er onki pláss fyri at láta sum um ella spæla kommediu, sigur Pál Weihe.

Hann leggur dent á, at sjálvt um tað á ongan hátt er ein regla, at ein eftirlitsstovnur sum Arbeiðseftirlitið skal sita illa um sátt við vinnulívið, so er tað neyðugt at hava dirvi og styrki til viðhvørt at taka illa dámdar avgerðir og skera ígjøgnum.

- Tú kanst væl koma í ta støðu, at ongin heldur við tær, hvørki tey á arbeiðsgevarasíðuni ella arbeiðsfólkið – arbeiðsgevarin heldur kanska, at tað er ov dýrt at gera tað, sum tú krevur, og arbeiðsfólkini halda kanska, at tíni krøv og ráð eru tað bera roks, ið bara seinkar arbeiðnum. Har kanst tú sum umboð fyri Arbeiðseftirlitið gott koma í ta støðu, at tú skalt siga nei, nú gera tit, sum vit halda vera best og koyra eftir okkara rætningslinjum, sigur Pál Weihe.

Men sama hvør støðan er, og sama hvat arbeiðspláss talan er um, so er tað týdningarmesta, at fakliga grundarlagið er í lagi, tá Arbeiðseftirlitið tekur eina avgerð.

- Sum myndugleiki mást tú hava bæði tað innlit og tær royndir, sum lata teg í til at siga, hetta er tað, vit vilja, at tit skulu gera, tí vit vija ikki hava fleiri vanlukkur ella óhapp av hasum arbeiðslagnum, sigur Pál Weihe.

Styrki og førleikar
Styrkin hjá stovininum liggur í stóran mun hjá stjóranum, heldur hann.

- Stjórin skal vera sterkur, men hann verður ikki sterkur av sær sjálvum. Hann verður sterkur, tí hann lítir á síni starvsfólk, sum hann veit eru kompetent og kenna tey ymisku arbeiðsøkini.
-  Við tí førninginum verður eftirlitsmyndugleikin sterkur. Og skuldi tað onkuntíð hent, at eitt virki ger seg til óvin, tí tey ikki dáma eina avgerð, jamen so má man tola tað. Men vanliga er tað so, at um ein tosar og grundgevur kompetent og greitt, so fær ein virðing – eisini frá teimum, sum kanska ikki halda, at tú hevur púra rætt, sigur Pál Weihe.

Tign, virðing og styrki er sera týdningarmikið fyri, at eitt alment eftirlit sum Arbeiðseftirlitið fær int sín myndugleika, men Pál Weihe vísir á, at tað eisini er týdningarmikið, at stovnurin er tilvitaður um, at hann hevur stórt vald. 

Stórt vald
- Arbeiðseftirlitið hevur nógv vald – tað kann jú steingja eitt arbeiðspláss, um tað skuldi verið. Og Arbeiðseftirlitið hevur eisini nógvar skyldur. Harvið tekur tað eina stóra ábyrgd á seg, nevniliga almennu ábyrgdina av, at arbeiðsviðurskiftini skulu vera í lagi á føroyskum arbeiðsplássum.
- Men tá tú hevur stórt vald, so mugu tað eisini vera ógvuliga greiðir karmar fyri, hvussu tú praktiserar tað valdið. Við valdinum átekur tú tær eisini eina ábyrgd vegna arbeiðsgevaran, tí hann kann siga, eg havi fylgt tykkara lógum og reglum, og kortini hendi hetta her.
- Og tað er í veruleikanum júst tann tænastan, vit bjóða sum vælferðartjóð. Boðskapurin til arbeiðsgevararnar er, at um tit fylgja okkara reglum, so eru tit skudarfríir, hava gjørt tingini, sum tit eiga, og vit átaka okkum í prinsippinum ábyrgdina.
- Men tað krevur so eisini eitt eftirlit, sum er bæði aktivt, kompetent og suverent. At tað er suverent, vil siga, at kommandovegirnir eru púra greiðir – at tað er stjórin, sum hevur innlit í regluverkið og tulkar tað, sigur Pál Weihe.

Mekanikkur, kemi og sálarfrøði
At Arbeiðseftirlitið gjøgnum árini hevur spælt ein stóran og positivan leiklut fram ímóti at gera føroysku arbeiðsplássini meira trygg at arbeiða á, er hann ivaleysur um, men hann leggur tó dent á, at uppgávan fyri tann skyld als ikki er vorðin minni og neyvan nakrantíð verður tað heldur.

- Samfelagið broytist og flytir seg alsamt, og tí má Arbeiðseftirlitið eisini flyta seg. Í tí gamla samfelagnum, sum vit høvdu eftir kríggið –  í 50’unum, 60’unum – tá var arbeiðseftirlit eitt meira mekaniskt eftirlit. Tað snúið seg um at hava eftirlit við malandi maskinlutum og bondum og sovorðnum fyri at fyrbyrgja, at likamslutir vórðu skornir av, kleimdir og hvørt av sínum.
- Men síðani er samfelagið broytt. Vit komu inn í ta kemisku perioduna í 80’unum - 90’unum, har tað knappliga vóru allar møguligar kemiskar prosessir á arbeiðsplássunum, sum vístu seg at vera vandamikar. Til dømis sveising av rustfríum stáli, har sveisararnir hava øktan váða at fáa krabbamein, um teir anda sveisiroykin í seg. Ella málarar, sum brúktu terpentin sum loysingarevni og kundu blíva býttir av tí.
- Í dag er tað so nógv meira av sovorðnum bleytum virðum, so sum tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, ið Arbeiðseftirlitið skal halda eyg við – hvussu fólk trívast, um tey kenna seg strongd, um tey kenna seg útbrend, og tey fáa ikki endarnar at røkka saman, sigur Pál Weihe.

Ein dynamisk tænasta
Tá samfelagið broytist, og harvið eisini viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, má tað onkursvegna avspeglast í mátanum, Arbeiðseftirlitið er sett saman upp á, heldur hann.

Mítt poeng er, at Arbeiðseftirlitið eisini er ein dynamisk tænasta. Har er eitt samfelag uttan um okkum, sum broytist alla tíðina. Og tí nyttar til dømis ikki alla tíðina at møta avbjóðingunum í dagsins samfelag við tí manning, man hevði í tí gamla samfelagnum. Í gomlum døgum var tað primert maskinmeistarar og ingeniørar, sum hugdu at arbeiðsviðurskiftunum. Síðani komu kemikararnir inn, og í dag er tað meira tey, sum hava skil fyri tí sálarfrøðiliga og kanska eisini fakum sum ergonomi og fyrioterapi, sigur Pál Weihe.

Sálarfrøðingur
Honum dámar væl, at Arbeiðseftirlitið nú hevur sett ein sálarfrøðing.

- Ja, tað haldi eg er fínasta slag. Tí eg meini veruliga, at Arbeiðseftirlitið hevur verið eitt sindur seint á veg at fáa tey starvsfólkini, sum hoyra til ein sovorðnan stovn í einum modernaðum samfelag – men vit eru á veg haðar, og tað er í sær sjálvum gott.
- Sálarfrøðingurin skal gera metingar av, hvørji arbeiðspláss hava eitt vánaligt sálarligt umhvørvi, og koma við ráðum um, hvussu tað kann blíva betur. Tað er ikki altíð so lætt, tí tað er ein stór og torgreidd tilgongd, sigur Pál Weihe.

Raðfestingar
Spurdur hvørji øki, hann heldur Arbeiðseftirlitið eigur at uppraðfesta í næstum, nevnir hann millum annað sálarligu arbeiðsheilsuna hjá øllum teimum, sum arbeiða við menniskjum í Føroyum.

- Tað snýr seg um tey, sum hava við fólk at gera og verða útbrend – eg plagi at kalla tað sálarligt maktarloysi. Tað er røktargeirin, pedagogarnir, sosialráðgevararnir, sjúkrarøktarfrøðingarnir, kommunlæknarnir og so framvegis. Groft sagt tey sum umsita vælferðarstatin upp á so nógvar mátar – øll tey, sum sita og geva, men uppliva, at tey, sum taka ímóti, ikki halda tað verða nóg gott. Nógv av hesum starvsfólkum eru fyri vantrivnað, sigur Pál Weihe.

Eisini eigur ein kanning at vera gjørd av vanlukkutíttleikanum á føroyskum arbeiðsplássum, heldur hann.

- Tað hevur verið nógv frammi um vanlukkur hesi seinastu tvey-trý árini, so eg haldi, at tað hevði verið skilagott at fingið eina kanning av vanlukkutíttleikanum í Føroyum. Út frá henni kundi man so mett, um orsøk var til eitt hert eftirlit fyri at fingið trygdina enn meira í hásætið, sigur Pál Weihe.
---
(Mynd og myndatekstur):
- Stjórin á Arbeiðseftirlitinum skal vera sterkur, men hann verður ikki sterkur av sær sjálvum. Hann verður sterkur, tí hann lítir á síni starvsfólk, sum hann veit eru kompetent og kenna tey ymisku arbeiðsøkini, sigur Pál Weihe, arbeiðsmedisinari.

 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd