16. nov. 2023

Tekniskt starvsfólk til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum ágrýtnum og fakliga dugnaligum tekniskum generalisti til fast starv sum eftirlitsfólk.

Um starvið
Sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ert tú bæði ein týðandi partur av innanhýsis serfrøðini og málsavgreiðsluni á stovninum, umframt at tú ert partur av eftirlitstoyminum, ið ger eftirlit innanfyri ábyrgdarøkini hjá stovninum - millum annað arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, eltrygd, tilbúgving og mát og vek. 
Talan er um eitt starv, har tú fært ein týðandi leiklut í at byggja upp førleikarnar hjá stovninum og harvið geva títt íkast til at betra um trygdina í føroyska samfelagnum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru í stóran mun tengdar at, hvørja førleikar tann setti hevur. Í høvuðsheitum fevna uppgávurnar tó um:

  • at hava myndugleikaeftirlit á økjum, har sum stovnurin hevur eftirlitsskyldu
  • at luttaka í teknisku málsviðgerðini á stovninum
  • at luttaka í ymiskum kanningar- og greiningararbeiði
  • at luttaka saman við øðrum starvsfólkum í arbeiðinum at menna lógargrundarlag, vegleiðingar og kunning á virkisøkjunum hjá stovninum
  • at luttaka í tvørgangandi innanhýsis verkætlanum
  • at avgreiða og luttaka í øðrum neyðugum uppgávum á stovninum


Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar

Førleikakravið til starvið er maskinmeistari

Ynskiligt er um umsøkjarin hevur viðkomandi royndir frá fyrisitingarligum størvum, ella líknandi eftirlitsstørvum.

Í starvinum er neyðugt at tú:

  • ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni til at seta teg inn í lóggávu, standardir og onnur fakøkir á stovninum a brúkarastøði
  • dugir væl at samskifta á føroyskum á skrift og í talu og kanst gera teg skilliga/-n á norðurlendskum og enskum máli
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • dugir at arbeiða miðvíst
  • ert røkin
  • dugir at nýta vanliga KT
  • hevur koyrikort til persónbil

Vit vænta harumframt, at tú hevur eitt jaligt lyndi og kann gerast ein stuðlandi starvsfelagi hjá hinum starvsfólkunum á stovninum. Vit leggja stóran dent á, at tú sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin hin. 07. desember 2023.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Tummar Paula Juul, deildarleiðara, á telefon 23 64 42 ella við telduposti á tpj@arb.fo

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd