17. mai. 2017

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman í ein stovn

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman í ein stovn

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, ið hevur fingið navnið Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Arbeiðseftirlitið var áður deild á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild á Vørn.

Stovnurin, sum kemur at liggja undir Samferðslumálaráðnum, situr fyri fjølbroyttum virkisøkjum, ið hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið so sum arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, handfaring av spreingievnum og kavaravinnu.

“Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið verða sjóðað saman í ein og sama stovn. Málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, og eyðsýndir fyrimunir eru við samanleggingini. Skipanin av stovninum er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at raðfesta arbeiðsumhvørvi og brunatrygd“, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Samanleggingin varð sett í verk 4. mai, og stovnurin heldur til í sama bygningi sum Heilsu- og innlendismálaráðið á Eirargarði 2.

Lýst verður í næstum eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og til stjóri er settur, røkir Leivur Persson starvið sum virkandi stjóri. Leivur er 34 ár, útbúgvin løgfrøðingur og hevur starvast sum leiðari á Arbeiðseftirlitinum síðan 2013.

 

Nærri kunning:

Henrik Old, landsstýrismaður, fartlf 273223

Leivur Persson, virkandi stjóri, fartlf 236440

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd