01. jun. 2017

Afturkalling av vandamiklum 'Compolite CS' gassfløskum

Við heimild í § 59, stk. 3 í arbeiðsumhvørvislógini afturkallar Arbeiðs- og brunaeftirlitið við hesum gassfløskur av merkinum ‘Compolite CS’. Talan er um 5 kg og 10 kg fløskur, sum eru seldar brúkarum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal gera vart við, at vandi er fyri, at omanfyri nevndu gassfløskur kunnu bresta, um hitin kring fløskuna gerst ov høgur.  

Gassfløskurnar av merkinum Compolite CS eru í Føroyum m.a. seldar av Fønix. Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal staðiliga heita á tey, sum hava nevndu fløskur, um at venda sær til sølustaðið har fløskan er keypt, í sambandi við umbýtan av gassfløskunum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið áleggur samstundis øllum handlum, sum hava selt slíkar fløskur, at støðga søluni og kalla selda vøru aftur.  

Fyri kunning um tilsvarandi donsku afturkallingina, í sambandi við nevndu gassfløskur, verður víst til heimasíðuna hjá danska arbeiðseftirlitinum, sí

https://arbejdstilsynet.dk/da/nyheder/nyheder/2017/05/over-70000-farlige-gasflasker-hos-forbrugerne 

https://arbejdstilsynet.dk/da/selvbetjening/farlige-produkter/gasflasker-af-mearket-compolite 

 

Fyri nærri kunning ber til at venda sær til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á telefon +298 664400 ella við telduposti á arb@arb.fo

 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd