21. feb. 2018

Nýtt arbeiðsumhvørvisráð valt

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur valt nýtt arbeiðsumhvørvisráð.

Við heimild í arbeiðsumhvørvislógini velur landsstýrismaðurin eitt arbeiðsumhvørvisráð. Ráðið er sett saman við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum.

Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin formann eftir tilmæli frá omanfyri nevndu umboðum.

Limirnir í ráðnum eru:

  • Formaður: Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
  • Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, og Esther Dahl, ráðgevi hjá Vinnuhúsinum
  • Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag, og Dánial Pauli Djurhuus, formaður í Landsfelag Handverkaranna
  • Umboð fyri landið og kommunufelagið: Marin á Brúnni, fulltrúi hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
  • Umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum: Annika Hoydal, Ljósmøðrafelag Føroya

Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi. Endamálið er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er skrivstova hjá ráðnum.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd