02. mai. 2018

Góð ráð um handfaran av broytingum á arbeiðsplássinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út vegleiðing um handfaran av broytingum á arbeiðsplássinum. Endamálið við vegleiðingini er at økja um tilvitskuna um sálarligt arbeiðsumhvørvi í mun til broytingar á arbeiðsplássinum og at veita góð ráð um, hvussu atlit kunnu takast til sálarliga arbeiðsumhvørvið, tá ið broytingar skulu fremjast á arbeiðsplássinum. 

Í vegleiðingini kanst tú lesa um broytingar, hvørjar avleiðingarnar av broytingum kunnu verða, og hvat leiðsla og starvsfólk kunnu gera fyri at broytingartilgongdin fer fram á skynsaman hátt.

Trýst á leinkið fyri at taka niður vegleiðingina.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd