Trygd við grillina

Nú summar er og grillinar eru tiknar fram, vil Arbeiðs- og brunaeftirlitið veita góð ráð um trygga framferð við grilling.

Kolgrill

  • Grilla ikki innandura. Við grilling verður kolsúrni framleitt, og kolsúrniseitran er lívshættislig.
  • Lat ikki grillina standa ov nær at bygningi ella øðrum, ið kann brenna.
  • Grillin eigur at standa á føstum fløtum undirlagi, ið tolir hita.
  • Les altíð nýtsluleiðbeiningina til grillina, áðrenn tú byrjar.
  • Nýt ikki spritt, bensin, diesel ella líknandi at kynda við. Hesi kunnu elva til spreinging.
  • Nýt tendriblokkar ella grillstartara.
  • Hav góða frástøðu til onnur fólk, tá ið tú kyndir upp.
  • Ansa eftir at børn og djór ikki koma ov nær, tá ið tú grillar.
  • Far ikki frá grillini, fyrr enn hon er sløknað.
  • Hav altíð vatn ella eldsløkkjara nærhendis, tá ið tú grillar.
  • Tryggja tær, at kolrestir og øska eru køld áðrenn burturbeining, soleiðis at tað ikki festir í í ruskílatinum.

 

Gassgrill

  • Grilla ikki innandura. Við grilling verður kolsúrni framleitt, og kolsúrniseitran er lívshættislig.
  • Lat ikki grillina standa ov nær at bygningi ella øðrum, ið kann brenna.
  • Grillin eigur at standa á føstum fløtum undirlagi, ið tolir hita.
  • Les altíð nýtsluleiðbeiningina til grillina, áðrenn tú byrjar.
  • Gassfløskan eigur altíð at standa gott og venda rætt.
  • Les nýtsluleiðbeiningina fyri gassfløskuna.
  • Nýt ikki spritt, bensin, diesel ella líknandi at kynda við. Hesi kunnu elva til spreinging.
  • Hav góða frástøðu til onnur fólk, tá ið tú kyndir upp.
  • Ansa eftir at børn og djór ikki koma ov nær, tá ið tú grillar.
  • Hav altíð vatn ella eldsløkkjara nærhendis, tá ið tú grillar.
  • Ver ikki í víðum klæðum, ið kunnu festa í.
  • Tá ið liðugt er at grilla, tryggja tær tá, at sløkt er fyri gassinum bæði á grillini og á gassfløskuni.
  • Kanna fløsku, slangu og sambindingarliðir regluliga.

 

Einnýtisgrill

  • Einnýtisgrill má bert nýtast uttandura. Kolsúrni verður framleitt, tá ið tú grillar, og kolsúrniseitran er lívshættislig.
  • Einnýtisgrillin eigur at standa á føstum, fløtum undirlagi, ið ikki brennur.
  • Les nýtsluleiðbeiningina fyrst og fylg henni.
  • Lat ikki grillina standa ov nær at bygningi.
  • Hav altíð vatn ella eldsløkkjara nærhendis, tá ið tú grillar.
  • Ansa eftir at børn og djór ikki koma ov nær, tá ið tú grillar.
  • Far ikki frá eini grill, ið ikki er sløknað.
  • Tá ið liðugt er at grilla, stoyt tá vatn yvir einnýtisgrillina.
  • Grillar tú úti í náttúruni, tryggja tær tá, at einnýtisgrillin verður køld niður og burturbeind á skilagóðan hátt.

 

 

 

 


26-06-2018
Anna A, Andresen