27. aug. 2018

4 nýggjar kunngerðir komnar í gildi

Tann 25. august komu 4 nýggjar kunngerðir í gildi. Talan er um kunngerðir, ið allar hava heimild í arbeiðsumhvørvislógini. Samanlagt er talan um størstu einstøku dagføring av kunngerðum til arbeiðsumhvørvislógina í meira enn 20 ár.

Kunngerðirnar eru

Kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði: Nýggja kunngerðin savnar allar reglurnar um trýstberandi útbúnað í eina dagførda kunngerð. Áðrenn var talan um 5 ymiskar kunngerðir, harav tann elsta var frá 1950.

Kunngerð um uppseting og nýtslu av lyftum o.ø.: Kunngerðin er ein dagføring og nágreinan av galdandi reglum, og stuðlar m.a. undir ásetingarnar í nýggju byggireglugerðini fyri Føroyar.

Kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum: Kunngerðin miðsavnar og dagførir flestu løggildingarheimildirnar  hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í eina kunngerð. Hetta tryggjar, at øll løggild virkir koma at virka undir somu krøvum og treytum.

Kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum: Kunngerðin kemur í staðin fyri tvær eldri kunngerðir um gjøld, og savnar nú allar heimildirnar í einari kunngerð. Nýggja kunngerðin inniber, at gjøld fyri uppgávur, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki longur ger, er strikað, meðan onnur gjøld og orðingar eru dagførdar.

 

Leinkjur til kunngerðirnar:

Kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði

Kunngerð um uppseting og nýtslu avlyftum o.ø.

Kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd