25. okt. 2018

Nýggir eftirkanningarlistar at nýta til arbeiðsplássmetingar

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er farið undir at framleiða føroyskar eftirkanningarlistar at gera arbeiðsplássmetingar (APM) við. Endamálið við arbeiðsplássmetingum er at avdúka arbeiðsumhvørvistrupulleikar, fyri síðan at loysa trupulleikarnar. Higartil eru tríggir eftirkanningarlistar til APM framleiddir. Teir eru til sjúkrahús, sambýlir, bústovnar og onnur heim umframt til dagtilboð, verkstaðir og virkishús. Fleiri eftirkanningarlistar verða lagdir út á heimasíðuna hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum so hvørt teir eru framleiddir.

 Trýst her fyri at lesa meiri um arbeiðsplássmetingar.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd