Løgfrøðingur til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið søkir eftir einum løgfrøðingi til at byrja 1. januar 2019

Um stovnin

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er arbeiðs- og brunaeftirlitsmyndugleiki landsins.

Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum eru støðugt at betra arbeiðsumhvørvið á øllum føroyskum arbeiðsplássum, og virka fyri brunatrygd. Harumframt umsitur stovnurin fleiri onnur økir, ið øll hava trygd sum felagsnevnara.

1. januar 2019 verður umsitingin av málum sambært løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða ætlandi flutt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita.

 

Um starvið

Talan er um eitt áhugavert starv í einum fakliga fjølbroyttum umhvørvi. Tann, ið verður sett/-ur, kemur at hava ein týðandi leiklut í mun til at byggja upp arbeiðsskaðatryggingarøkið á stovninum, í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini.

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum at:

  • Luttaka í fyrireiking og málsviðgerð av málum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini
  • Taka avgerð í málum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini
  • Vegleiða borgarum og øðrum áhugapørtum í arbeiðsskaðatryggingarmálum
  • Vera við til at menna og góðskutryggja nýggjar arbeiðsgongdir
  • Luttaka í lóggávuarbeiði á arbeiðsskaðatryggingarøkinum

Gev tó gætur, at arbeiðsuppgávurnar kunnu tillagast og broytast yvir tíð.

 

Førleikakrøv

Tann, sum verður sett/-ur, skal hava prógv sum løgfrøðingur.

Ynskiligt er at tann, ið verður sett /-ur, er fakliga væl fyri, og hevur viðkomandi starvsroyndir aftaná loknan lestur. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.

 

Onnur krøv og eginleikar

  • Í starvinum skalt umsøkjarin harafturat:
  • Duga væl at samskifta stutt og greitt á føroyskum – bæði í skrift og talu
  • Duga at samskifta á skrift og talu á norðurlendskum og enskum
  • Duga at arbeiða sjálvstøðugt – og í tøttum samstarvi við aðrar løgfrøðingar og onnur starvsfólk
  • Duga at taka truplar avgerðir
  • Duga at fasthalda yvirlitið, tá hart leikar á
  • Hava kunnleika til KT á brúkarastøði
  • Tola skiftandi arbeiðsuppgávur

 

Tíð og setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv. Lønin og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Starvið verður sett frá 1. januar 2019.

Setanin er tó treytað av, at ætlanin at flyta umsitingina av málum sambært løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, verður framd.

 

Umsóknin

Umsóknin skal sendast til:
Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Eirargarður 2, 2. Hædd,
FO 100 Tórshavn

ella við telduposti til:
umsokn@arb.fo

Umsókn við avriti av prógvum og viðmælum skal verða stovninum í hendi seinasta lagi mikudagin hin 14. november 2018 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40.

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 47 ella 48.

 

 


26-10-2018
Anna A, Andresen