29. okt. 2018

Væleydnaður evnisdagur um harðskap og hóttanir

Mikudagin í farnu viku skipaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri evnisdegi um harðskap og hóttanir móti starvsfólki, ið starvast innan heilsu, røkt og umsorgan. Evnisdagurin skuldi upprunaliga vera í Smæruni, men vegna stóran áhuga í at luttaka á degnum, mátti dagurin flytast í Dansifrøi, ið kann rúma fleiri fólkum. Íalt 210 fólk vóru tilmeldað evnisdagin.

Endamálið við evnisdegnum var at varpa ljós á harðskap og hóttanir sum ein arbeiðsumhvørvistrupulleiki og geva íblástur til, hvussu hesin trupulleikin kann fyribyrgjast og handfarast.

Fyrilestrarhaldarar vóru:

Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Pál Weihe, yvirlækni og professari, deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

Kári Leivsson, kliniskur sálarfrøðingur, Sálarfrøðistovan.

Lisbeth Vang, Margit Justinussen og Eydna Iversen Lindenskov, umboðandi Psykiatriska depilin.

Jógvan Jensen, tilbúgvingarleiðari, ANSNI.

Í sambandi við evnisdagin gav Arbeiðs- og brunaeftirlitið út eina nýggja vegleiðing um harðskap og hóttanir móti starvsfólki, ið starvast innan heilsu, røkt og umsorgan. Hetta er triðja vegleiðingin, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út í ár. Harumframt vórðu tríggir nýggir eftirkanningarlistar, ið arbeiðspláss kunnu nýta til at gera arbeiðsplássmetingar (APM) við, eisini almannakunngjørdir.

 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd