05. des. 2016

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Arbeiðseftirlitinum

Síðan er sniðgevin og forritað av Faroe Media, og er ein tíðarhóskandi pallur til virksemið hjá Arbeiðseftirlitinum.

Samstundis fær Arbeiðseftirlitið nýtt búmerki, sum Faroe Media hevur sniðgivið. Um nýggja búmerkið sigur Faroe Media:

“Heildin sæst óbeinleiðis sum eitt A. Linjurnar rundanum verja kjarnuna, sum er arbeiðstakarin, arbeiðsgevarin og arbeiðsmarknaðurin. Hesi trý orð eru gjøgnumgangandi og tí eru eisini 3 linjur. Allir litir hava ymiskar týdningar og grøni liturin umboðar m.a. trygd, vøkstur og umhvørvi.”

Dentur er lagdur á at síðan er borgaravend og kunnandi í mun til virkisøkini hjá Arbeiðseftirlitinum. Viðskiftarar kunnu lætt kunna seg um galdandi reglur, virksemið hjá Arbeiðseftirlitinum og fáa leiðbeining til at arbeiða víðari við menningini av egnum arbeiðsumhvørvi.

Ætlandi verður síðan áhaldandi ment soleiðis, at viðskiftarar kunnu avgreiða fráboðanir, umsóknir til Arbeiðseftirlitið beinleiðis umvegis síðuna

Ein aðaltáttur við nýggju síðuni verður ein virkin tíðinda / kunningarpartur. Til at byrja við ber til at lesa áhugaverdu samrøðurnar við:

  • Henrik Old, landsstýrismann
  • Pál Weihe, yvirlækna
  • Mouritz Mohr, stjóra, og  Jens Hansen, HTU-leiðara, á MEST
  • Suna Selfoss, formanni í Starvsmannafelaganum.

 Greinarnar kunnu frítt endurgevast, tó treytað av, at víst verður til ‘www.arb.fo’ sum keldu.  

 

Vinarliga

Arbeiðseftirlitið

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd