Góð ráð um eini brunatrygg jól

Nú jólini nærkast og livandi ljós verða tendrað, vil Arbeiðs- og brunaeftirlitið veita góð ráð um brunatrygd.

 

Livandi ljós

Tryggja tær, at ljósastakar og ljósskálir eru gjørd úr tilfari, sum ikki brennur.

Lat ljósið standa á brunatryggum undirlag.

Tryggja tær, at ljósið stendur fast í jóladekoratiónini.

Tryggja tær, at ljósið ikki kann festa í gardinur, grann ella annað tilfar, ið kann brenna.

Stilla ljósini í góðari frástøðu frá jólapynti, greinum og tilfari, sum kann brenna.

Stilla ikki fleiri bikarljós saman. Fleiri ljós saman kunnu skapa nógvan hita og elva til spreinging.

Far aldrin úr einum rúmi, har livandi ljós brennur.

Sløkk ljósini við ljósasløkkjara, heldur enn at blása.

Tryggja tær, at øll ljós eru sløknað, áðrenn tú fert til songar.

Møguligt er eisini at skifta livandi ljós út við Led ljós.

 

Børn og livandi ljós

Lat ongantíð børn vera einsamøll við tendraðum stearinljósi.

Goym tendrarar og svávulpinnar fyri børnum.

Lat ikki børnini hava kertiljós í kamarinum.

Lær børnini at boða einum vaksnum frá, um tey varnast eld.

 

Verið til reiðar, um eldur skuldi komið í

Hav altíð vatn klárt nærhendis, t.d. eina sirmfløsku.

Hav ein eldsløkkjara nærhendis.

Lær teg, hvussu eldur verður sløktur rætt.

Skift battaríini á roykvarnarunum á hvørjum ári, t.d. 1. desembur.

Kanna eftir, at allir roykvarnarar rigga.

 

Elektroniskt jólapynt

Eftirkanna leidningar og stikkkontaktir á jólapynti. Eru rivur ella brot á, burturbein tá pyntið.


15-11-2018
Anna A, Andresen