Tíðaravmarkað starv sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið søkir eftir einum eftirlitsfólki til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt farloyvisstarv fyri eitt av okkara eftirlitsfólkum.

Um starvið
Talan er um eitt fakliga avbjóðandi starv, sum í høvuðsheitum fevnir um brunaøkið á stovninum.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:

  • Brunasýn / rakstrareftirlit av ávísum sløgum av bygningum, mannverkum og virksemi v.m.
  • Vegleiða stovnum, kommunum, fyritøkum og borgarum um brunatrygdarlig viðurskiftir
  • Brunatøknilig málsviðgerð
  • Gera uppskot til vegleiðingar innanfyri brunatrygdarliga økið v.m.
  • Aðrar uppgávur innanfyri virkisøkið hjá stovninum

Roknast skal við nakað av ferðing innanlands

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur útbúgvin verkfrøðingur, arkitektur ella byggifrøðingur. Harumframt er tað ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi eftirútbúgving innan brunaøkið/ brunamálsviðgerð, umframt royndir við eftirliti.

Onnur krøv og eginleikar
Í starvinum skalt tú harafturat:

  • Duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kunna gera teg skilligan á norðurlendskum og enskum máli
  • Duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Duga at fasthalda yvirlitið, tá hart leikar á
  • Duga at arbeiða miðvíst
  • Hava góðan røkisskap
  • Duga at nýta vanligt KT

Lønar- og setanartreytir 
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, frá 01. februar 2019 til 30. januar 2020.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Eirargarður 2, 2.hædd, FO 110 Tórshavn, ella á umsokn@arb.fo.

Umsóknarfreistin er hin 18. desember 2018.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40, ella við telduposti á lp@arb.fo.


05-12-2018
Anna A, Andresen