21. jun. 2019

Nýggj kunngerð um løggilding av serkønum virkjum at gera eftirlit við gassskipanum í húsvognum o.ø.

Ein nýggj kunngerð er komin í gildi, sum gevur Arbeiðs- og brunaeftirlitinum heimild at løggilda serkøn virkir at gera eftirlit við gassskipanum í húsvognum o.ø.

Heimildin hevur áður ligið hjá Brunaumsjón Landsins, men var sett úr gildi við Bygningskunngerðini 2017.

Kunngerðin ásetur, at eftirlitini skulu í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Løggildingartreytirnar eru at:

  1. Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við eftirliti við smærri gassskipanum til húsvognar o.a.
  2. Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á smærri gassskipanum til húsvognar o.a.
  3. Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta manglar við viðkomandi skipan.
  4. Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.
KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd