Tillagingar í virkseminum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum vegna coronavirus

Eftir boðum frá Føroya Landsstýri er virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tillaga fram til mánadagin 30. mars

Hetta tíðarskeiðið er móttøkan hjá stovninum stongd.

Ringjast kann til stovnin á til telefonnummar +298 664400 í vanligar skrivstovutíð, mánadag til fríggjadag frá kl. 09:00 til 15:00. Teldupostur kann sendast til stovnin á arb@arb.fo 

Borgaravendar verða avgreiddar sum vanlig, men longri málsviðgerðartíð kann koma fyri.


 


12-03-2020
Leivur Persson