18. mar. 2020

Innanhýsis kunning til starvsfólk á arbeiðsplássum

  • Kunna starvsfólkini væl og greitt um, hvørjar tillagingar eru gjørdar á arbeiðsplássinum, og um serligar mannagongdir eru galdandi.

  • Gev greið boð, um starvsfólk eru farin í sóttarhald, og hvørt hetta ávirkar onnur starvsfólk.

  • Savna alla innanhýsis kunning á einum stað – talgilt ella á einum sjónligum stað á arbeiðsplássinum.

  • Avmarka innanhýsis kunningina um covid-19 (corona) til kunning og tilmæli frá almennu myndugleikunum – m.a. www.corona.fo.

Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at seta seg væl og virðiliga inn í kunning frá arbeiðsgevaranum umframt at gera greitt, um kunningin er ógreið.

Sí plakat

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd