Skipan av arbeiðinum

  • Gerið váðametingar av smittuvandum, ið eru knýttir at arbeiðsuppgávunum, og gerið munagóð fyribyrgjandi tiltøk – t.d. við at nýta handskar, at spritta ella við spjaðing av viðskiftafólki. 

  • Gerið greitt, um ávís starvsfólk eru í serligum vandabólkum, og takið serligt atlit til hesi – t.d. starvsfólk, sum hava niðursett mótstøðuføri.

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar) millum starvsfólkini, tí covid-19 (coronavirusið) smittar skjótt og lætt.

  • Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri, tess betri. Í mesta lagi 10 fólk.

  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.

  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.

  • Vaska/spritta millum hvørja vakt – sí leiðbeining um reinføri á arbeiðsplássum.

  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur og skulu vera heima, um tey merkja sær okkurt.

Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylgt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni – m.a. at økja enn meira um reingerð av felagsøkjum, og at tryggja at fólk bert savnast í smærri bólkum.

Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at virða og fylgja fyribyrgjandi átøkum, sum ein arbeiðsgevari setur í verk.

Sí plakat


18-03-2020
Leivur Persson