Spreingievni og spreingiarbeiði

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur lóggávuna um spreingievni og spreingiarbeiði v.m. Endamálið við lógini er at fyribyrgja skaða í sambandi við spreinging til tess at verja lív, heilsu, umhvørvi, materiel virði og aðrar vandastøður yvirhøvur.

Lógin umfatar viðurskifti, ið snúgva seg um innflutning, flutning, goymslu av spreingievni, útinnan av spreingiarbeiði og aðra handfaring av spreingievni á landi.  

Lógin umfatar bæði tilætlaða og ótilætlaða spreinging. Tilætlað spreinging fevnir um fyriskipaða spreinging (ofta í sambandi við eitthvørt arbeiði), meðan ótilætlað spreinging ikki er fyriskipað, og harvið er hon óvæntað.

Lógin fevnir um spreingievni og spreingiarbeiði, sum fer fram á landi. Flutningur sjóvegis er umfataður av ábyrgdarøkinum hjá Sjóvinnustýrinum.

Innflutningur, keyp og handfaring av spreingievnum

Innflutningur
Innflutningur av spreingievni og útbúnaði v.m. kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur hald á spreingievni, sum eru innflutt uttan loyvi.

Keyp
Marknaðarføring, keyp ella søla av spreingievni v.m. og útbúnaði kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og eftir tilmæli frá Løgregluni. Sí oyðublað.

Seljarin skal minst einaferð hvønn mánað lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum upplýsingar um seld spreingievni.

Handfaring 
Handfaring av spreingievni og útinnan av spreingiarbeiði kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Spreingiarbeiði skal fara fram undir leiðslu av einum spreingimeistara.

Spreingimeistarin skal tryggja, at spreingiarbeiðið verður útint á tryggan hátt eftir ásetingunum í lógini ella eftir ásetingum, ið eru givnar við heimild í lógini.

Spreingimeistarin skal vera á staðnum, meðan gjørt verður klárt til spreinging, og meðan sprongt verður. Eftir spreinging skal spreingimeistarin tryggja, at allar løðingar eru brostnar.

Útgerð og annar útbúnaður at nýta í sambandi við spreingiarbeiði skal verða kannaður av eigaranum og spreingimeistaranum hvørja ferð, hesi verða nýtt.

Fyri at fáa loyvi til at virka sum spreingimeistari, skal umsókn latast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Umsøkjarin skal hava nøktandi kunnleika um spreingievni og um, hvussu ein útinnir spreingiarbeiði.

Goymslur til spreingievni

Goymslur til spreingievni skulu vera góðkendar av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Í sambandi við góðkenning av goymslum til spreingievni, hyggur Arbeiðs- og brunaeftirlitið bæði eftir konstruktión og staðseting av viðkomandi goymslu. Í mun til staðseting verður serliga hugt eftir frástøðuni millum ætlaðu goymsluna og bygt øki.  

Reglurnar fyri innrætting og staðseting eru ásettar í kunngerð um goymslur til spreingievni.

Framleiðsla av spreingievni

Framleiðsla av spreingievni kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Við framleiðslu er at skilja blanding og onnur framleiðsla av spreingievni, sum fer fram í Føroyum, vanliga við spreingistaðið - m.a. blanding av ammoniumnitrati og olju.

Kunngerð, ið nágreinar reglurnar fyri framleiðslu, er ávegis.

Í sambandi við viðgerðina tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið støði í viðurkendum normum fyri framleiðlsu. Viðgerðin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um loyvi til framleiðsu tekur m.a. støði í góðkenning av staðnum, har framleiðsla fer fram, arbeiðshølum, útgerð og framleiðsluhátti og í treytunum fyri góðkenning av hesum.

Flutningur av spreingievni

Flutningur av spreingievni o.ø. á landi skal verður lagdur til rættis við atliti at trygd og skal vera uttan vanda fyri ótilætlaðari spreinging o.tíl.

Sum útgangsstøði eigur flutningur av spreingievnum at fara fram sambært ADR 2007 reglunum, sum eru felagsheitið fyri flutning av farmi og fevna um altjóða flutning av vandafullum góðsi á vegi. Hesar reglurnar verða nýttar í grannalondunum og byggja á evropeiska sáttmálan um altjóða flutning av vandamiklum góðsi á vegi. Evropeiski sáttmálin er ikki partur av føroyskari lóggávu, men Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at trygdarfyriskipanirnar í sambandi við flutning av spreingievnum taka støði í sáttmálanum.

Eisini eigur akfarið, sum verður nýtt til flutning av spreingievnum o.ø., at vera í góðum standi. Akfarið verður mett at vera í góðum standi, um tað lýkur øll trygdarkrøvini í ferðslulógini, t.v.s. at akfarið hevur góðkenning frá Akstovuni. 

Eigarin av akfarinum, brúkarin og førarin skulu hvør í sínum lagi syrgja fyri og hava ábyrgd av, at akfarið hóskar seg til flutning. Hædd skal verða tikin fyri standinum, sum akfarið er í, og hvat tað er fyri tilfar ella evni, ið skal verða flutt.

Reglurnar, ið eru galdandi fyri flutning av spreingievnum, eru ásettar í 'Anordning for Færøerne angående de forsigtighedsregler, der skulle iagttages ved transport af visse eksploderende stoffer'

Nýggj kunngerð um flutning av spreingievnum er ávegis.

Vinnubræv sum spreingimeistari

Hvussu søki eg um vinnubræv?
Fyri at fáa loyvini til at virka sum spreingimeistari skal umsøkjarin hava nøktandi kunnleika um spreingievni og kunnleika til at útinna spreingiarbeiðið. Umsøkjarin skal tískil hava tikið lut í einum førleikagevandi skeiði í spreingitøkni. 

Harumframt skal umsøkjarin, undir leiðslu av einum góðkendum spreingimeistara, fyriskipa eina væleydnaða royndarspreinging, har umsøkjarin vísir fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at hann hevur neyðugu vitanina um fyriskipan av slíkum virksemi og handfaring av spreingievnum.

Umsóknin kann sendast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við telduposti ella við vanligum posti (oyðublað).