Fráboðan um trygdarbólk


Brot úr: "Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi".

Trygdarskipanin
§ 5. Á virkjum, har 10 ella fleiri fólk arbeiða, skal arbeiðið hjá virkinum, hvat trygd og heilsu viðvíkur, samskipast.
Stk. 2. Arbeiðsleiðarin fyri einum virkisøki skal saman við einum trygdarumboði skipa ein trygdarbólk fyri tað ávísa
arbeiðsøkið.
Stk. 3. Har eitt álitisfólk er valt, kann hetta samstundis vera trygdarumboð. Eru fleiri álitisfólk innan sama økið,
kunnu hesi sínámillum velja eitt trygdarumboð. Í øðrum førum velja arbeiðsfólkini eitt trygdarumboð fyri hvørt
arbeiðsleiðaraøki til at virka í trygdarbólkinum. Trygdarumboðið umboðar arbeiðsfólkini í spurningum, sum
viðvíkja trygdar- og heilsuviðurskiftum teirra.
Stk. 4. Tey arbeiðsleiðaraøki, sum hava bert fá arbeiðsfólk, ella hava bert fá arbeiðsumhvørvislig vandamál, kunnu
frá Arbeiðseftirlitinum fáa undantak frá kravinum um serligar trygdarbólkar.

Brot úr: "Kunngerð um trygdararbeiði á virkjum".

Trygdarumboðið
§ 2. Á virkjum har 10 ella fleiri fólk starvast, skal alt trygdar- og heilsuarbeiði leggjast tilrættis við eini trygdarskipan
§ 13. Á virkjum, sum eru umfatað av § 2, skulu starvsfólkini á hvørji deild ella arbeiðsøki sínámillum velja
trygdarumboð til, saman við arbeiðsleiðarunum, at skipa trygdarbólk/-ar, smb. §§ 6 og 7.
Stk. 2. Val av trygdarumboði skal gerast av øllum, ið starvast á virkinum, deildini ella arbeiðsøkinum, smb. tó § 4.
Stk. 3. Reglurnar um álitismannaval innan viðkomandi ella tilsvarandi sáttmálaøki er vanliga galdandi fyri valbæri,
valgildi og valfráboðan, tó skal fráboðast til Arbeiðseftirlitið hvør valdur er og hvussu trygdarskipanin er samansett.
Stk. 4. Valið er galdandi fyri 2 ár, ella til arbeiðsvirksemi hjá trygdarumboðnum heldur uppat. Afturval er loyvt.
Stk. 5. Trygdarumboðið er tryggjað móti uppsøgn v.m. ella øðrum skerjingum í sínum arbeiðsviðurskiftum á sama hátt
sum álitisfólk innan viðkomandi ella tilsvarandi fakliga øki. Eisini skal arbeiðsgevarin minst eina viku, áðrenn
trygdarumboð verður sagt upp, kunna Arbeiðseftirlitið, soleiðis at Arbeiðseftirlitið hevur møguleika at kanna
viðurskiftini í samband við uppsøgnina.
Stk. 6. Trygdarumboðið hevur rætt til makaskjal av teimum boðum, ið Arbeiðseftirlitið gevur fyri ta ávísu deild ella
arbeiðsøki, og til at fáa handað eintøk av kunngerðum og reglum viðvíkjandi trygd, heilsu og trivnaði, ið galdandi eru fyri
virkið.

§ 14. Fyri arbeiði, ið er umfatað av § 3, stk. 1, skulu trygdarumboð veljast og saman við arbeiðsleiðarunum skipa
trygdarbólk/-ar eftir ásetingunum í §13, við teimum tillagingum, sum ásettar eru í § 31, § 38 og § 49.

Arbeiðsleiðarin.
§ 15. Arbeiðsleiðarin skal saman við trygdarumboðnum skipa trygdarbólkin, ið skal samstarva um trygd og heilsu á
viðkomandi deild ella arbeiðsøki.
Stk. 2. Luttøka í trygdarskipanini er skyldubundin og ikki tíðaravmarkað.
Stk. 3. Um fleiri arbeiðsleiðarar kunna koma uppá tal til at skipa sama trygdarbólk, skulu hesir sínámillum samráða seg
til, hvør skal fara uppí bólkin. Verða teir ikki einigir, avger arbeiðsgevarin, hvør skal verða arbeiðsleiðaraumboðið.
Stk. 4. Arbeiðsleiðarin er tryggjaður móti uppsøgn v.m. og øðrum skerjingum í sínum arbeiðs-viðurskiftum, á sama hátt
sum trygdarumboðið.

Fyri nærri kunning, um trygdararbeiði, er neyðugt at lesa alla kunngerðina um trygdararbeiði.
Kunngerðin fæst við at venda sær til Arbeiðseftirlitið, ella at heinta hana á okkara heimasíðu www.arb.fo

"Kunngerð nr. 125 frá 4. sept. 1994 um trygdararbeiði á virkjum og arbeiðsplássum"