Løggilding av elinnleggingarfyritøkum og fakligum ábyrgdara

 

Elinnleggjarafyritøka

Hvussu søki eg?

Skalt tú søkja um løggilding av elinleggjarafyritøku, skal umsókn fyllast út og sendast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Oyðublaðið finnur tú her.

Umframt sjálva umsøknina, skulu hesu skjøl sendast við:

  • Útskrift frá skránni hjá Skráseting Føroya, ið vísir, at fyritøkan ikki er undir trotabúviðgerð ella avtøku
  • Váttan um at fakligur ábyrgdari, ið er knýttur at fyritøkuni í minsta lagi 30 tímar um vikuna innanfyri vanliga arbeiðstíð, er settur við uppsagnarfreist upp á í minsta lagi 3 mánaðir eftir 6 mánaðar starvstíð 
  • Kvittan fyri gjald á kr. 1500
  • Skjalprógvaða góðkenda góðskuleiðsluskipan, ella umsókn um góðkenning av góðskuleiðsluskipan

Oyðublaðið og hartilhoyrandi skjøl, skulu sendast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við telduposti til arb@arb.fo ella við vanligum posti til: Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, 100 Tórshavn.

Hvørji onnur krøv eru?

Umframt omanfyristandandi, skal tann sum eigur fyritøkuna, ella, tá ið fyritøkan verður rikin í felagsformi, tann fyrisitingarligi stjórin, geva skrivliga váttan fyri, hvørt fyritøkan ella viðkomandi sjálvur innan fyri tey seinastu trý árini er revsaður fyri brot á:

  • Løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum
  • Ta áður galdandi løgtingslógina um løggilding av elinnleggjarum v.m.
  • Ta áður galdandi løgtingslógina um sterkstreymsútbúnað, løgtingslóg um elelektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar 
  • Reglur ásettar við heimild í omanfyristandandi løgtingslógum

Fakligur ábyrgdari ella hjávinnuløggilding

Hvussu søki eg?

Skalt tú søkja um góðkenning sum fakligur ábyrgdari á eløkinum ella hjávinnuløggilding, skal umsókn fyllast út og sendast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Oyðubløðini finnur tú her.

Umframt sjálva umsóknina, skulu hesi skjøl sendast við:

  • Øll viðkomandi útbúgvingarprógv
  • Váttan um viðkomandi starvsroyndir
  • Avrit av løggildingarroynd
  • Kvittan fyri gjald á kr. 1500

Oyðublaðið og hartilhoyrandi skjøl, skulu sendast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við telduposti til arb@arb.fo ella við vanligum posti til: Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, 100 Tórshavn.

Hvørji eru krøvini til útbúgving?

Fyri at kunna blíva góðkendur sum fakligur ábyrgdari ella søkja um hjávinnuløggilding, skal umsøkjarin antin vera útbúgvin elektrikari, ella hava staðið eina av niðanfyri nevndu førleikagevandi royndum:

  • Prógv sum elinnleggjari frá Maskinsmeistaraskúlanum ella Vinnuháskúlanum eftir tí stevnumiði um                      framhaldandi útbúgving innan sterkstreymstøkniliga økið, sum landsstýrið fyrisetur.
  • Elektroinstallatørprøven af 1952 eftir reglunum hjá Ministeriet for offentlige arbejder, sbr. bekendtgørelse nr. 172 af 14. maj 1952 om prøver for elektroinstallatører § 1, III, jfr. §§ 6-11.
  • Maskinmeistaraprógv frá góðkendum lærustovni í Føroyum ella Danmark (Tó ikki prógv sum eftir gomlu              skipanini ikki kundi metast sum víðkað).
  • Endaligt prógv sum elverkfrøðingur frá hægri lærustovni, treytað av at Elnevndin, við serligum atliti at                    sterkstreymsreglugerðini, hevur góðkent tað.

Hvørjar starvsroyndir skal eg hava?

Er umsøkjarin útbúgvin elektrikari, kann góðkenning sum fakligur ábyrgdari, ella hjávinnuløggilding, gevast uttan víðari krøv um starvsroyndir.

  • Hevur umsøkjari aðra viðkomandi handverkaraútbúgving innanfyri elteknikk ella jarn og metal, kann góðkenning sum fakligur ábyrgdari, ella hjávinnuløggilding, gevast aftan á arbeiðsroyndir í 1 ár í sterkstreymstekniskari fyritøku undir ábyrgd av góðkendum fakligum ábyrgdara.
  • Elverkfrøðingar, sbr. § 3. stk. 1, nr. 6, skulu hava annaðhvørt sveinabræv sum elektrikari ella elektromekanikari ella útbúgving samsvarandi hesum ella útbúgving svarandi til hetta, ella aftan á staðið verkfrøðingsprógv hava arbeitt minst 1 ár í sterkstreymsfyritøku undir ábyrgd av góðkendum fakligum ábyrgdara.
  • Hevur umsøkjari aðra útbúgving, verður góðkenning sum fakligur ábyrgdari, ella hjávinnuløggilding, givin aftan á arbeiðsroyndir í 2 ár í sterkstreymstekniskari fyritøku sum elektrikari undir ábyrgd av góðkendum fakligum ábyrgdara.