Spurningar til at gera metingar av ávirkanunum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum

Í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi er ásett, at metingar skulu gerast av, um ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.

Um staðfestast kann, at ávirkanirnar eru til staðar, skal metast um, um fyribyrgjandi átøkini standa í mát við, hvussu umfatandi ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum eru.

Fyribyrgjandi átøk eru alt tað, ið arbeiðsplássið tilætlað og miðvíst hevur sett í verk fyri at sleppa undan neiligum avleiðingum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tá ið fyribyrgjandi átøkini standa í mát við, hvussu umfatandi ávirkanirnar eru, hava ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum ikki neiliga ávirkan á trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum.

Fyri at kunna gera hesar metingarnar er neyðugt at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tí gjørt vegleiðandi spurningar at spyrja, tá ið metast skal um, hvørt ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.

Spurningarnir eru ætlaðir sum eitt amboð til arbeiðsgevaran og arbeiðspláss at nýta. 

Spurnaskjølini:

Spurningar um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst

Spurningar um ógreið krøv og mótstríðandi krøv

Spurningar um niðrandi atburð, herímillum happing og kynsligan ágang

Spurningar um høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum

Spurningar um arbeiðstongdan harðskap í arbeiðstíð og uttan fyri arbeiðstíð

 

Amboð til at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv

Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) hevur ment eitt vísindaliga grundað amboð, ið stuðlar arbeiðsplássum í at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv.

Høg kenslulig krøv í arbeiðinum merkir, at starvsfólk í sínum arbeiði hava samband við onnur menniskju, og at hetta sambandið krevur, at starvsfólk mugu seta seg inn í støðuna hjá hesum menniskjum, vísa empati og rúma teirra kenslum og atferð og samstundis eisini handfara og fjala egnar kenslur. Høg kenslulig krøv eru oftast í heilsu- røktar og umsorganarstørvum og í undirvísing.

Royn amboðið her