Flutningur av spreingievni
Flutningur av spreingievni o.ø. á landi skal verður lagdur til rættis við atliti at trygd og skal vera uttan vanda fyri ótilætlaðari spreinging o.tíl.
Sum útgangsstøði eigur flutningur av spreingievnum at fara fram sambært ADR 2007 reglunum, sum eru felagsheitið fyri flutning av farmi og fevna um altjóða flutning av vandafullum góðsi á vegi. Hesar reglurnar verða nýttar í grannalondunum og byggja á evropeiska sáttmálan um altjóða flutning av vandamiklum góðsi á vegi. Evropeiski sáttmálin er ikki partur av føroyskari lóggávu, men Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at trygdarfyriskipanirnar í sambandi við flutning av spreingievnum taka støði í sáttmálanum.
Eisini eigur akfarið, sum verður nýtt til flutning av spreingievnum o.ø., at vera í góðum standi. Akfarið verður mett at vera í góðum standi, um tað lýkur øll trygdarkrøvini í ferðslulógini, t.v.s. at akfarið hevur góðkenning frá Akstovuni.
Eigarin av akfarinum, brúkarin og førarin skulu hvør í sínum lagi syrgja fyri og hava ábyrgd av, at akfarið hóskar seg til flutning. Hædd skal verða tikin fyri standinum, sum akfarið er í, og hvat tað er fyri tilfar ella evni, ið skal verða flutt.
Reglurnar, ið eru galdandi fyri flutning av spreingievnum, eru ásettar í 'Anordning for Færøerne angående de forsigtighedsregler, der skulle iagttages ved transport af visse eksploderende stoffer'.
Nýggj kunngerð um flutning av spreingievnum er ávegis.