Flutningur av spreingievni

Flutningur av spreingievni v.m. á landi skal leggjast til rættis við atliti til trygd og uttan vanda fyri ótilætlaðari spreinging o.l.

Sum útgangsstøði eigur flutningur av spreingievnum at fara fram í trá við ADR 2007 reglurnar, sum er felagsheitið fyri flutning av farmi og fevnir um altjóða flutning eftir vegi av vandafullum góðsi. Hesar reglur eru nýttar í grannalondum. Hesar reglur byggja á evropeiska sáttmálan um altjóða flutning á vegi av vandamiklum góðsi. Hesin sáttmálin er ikki partur av føroyskari lóggávu, men Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at trygdarfyriskipanirnar í sambandi við flutning av spreingievnum tekur støði í sáttmálanum.

Eisini eigur støði at verða tikið í, at akfar, sum nýtt verður til flutning av spreingievni v.m. skal vera í góðum standi og verður standurin mátaður við, at akfarið lýkur øll krøv til trygd í ferðslulógini, t.v.s., at akfarið hevur góðkenning frá Akstovuni.

Eigarin av akfarinum, brúkarin og førarin skulu hvør í sínum lagi síggja til og hava ábyrgd av, at akfarið er egnað til flutning við atliti til standin akfarið er í, og við atliti til sjálvan flutningin.

Galdandi reglurnar um flutning av spreingievnum eru ásettar í 'Anordning for Færøerne angående de forsigtighedsregler, der skulle iagttages ved transport af visse eksploderende stoffer'

Nýggj kunngerð um flutning av spreingievnum er ávegis.