Strongd
Nógv ymisk viðurskifti kunnu elva til strongd. Tó vísir tað seg, at strongd ofta stavar frá viðurskiftum í arbeiðinum.
Strongd í sjálvum sær er ikki ein sjúka. Tó kann áhaldandi strongd leiða til bæði likamligan og sálarligan heilsuskaða. Áhaldandi strongd kemur ikki eftir einum degi, men er ein stigvís gongd, ið kann taka mánaðir og ár, áðrenn støðan gerst álvarsom.
Strongd, ið er tengd at arbeiði, stendst ikki av einstaklinginum, men av trupulleikum í bygnaði ella fyriskipan av arbeiðinum. Arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av at tryggja, at starvsfólk ikki fáa sálarligt ella likamligt mein av arbeiðinum
Hví gerast starvsfólk strongd?
Illa fyriskipaðar arbeiðsuppgávur, ring samskipan, keðiligt sosialt arbeiðsumhvørvi og vánalig leiðsla kunnu elva til, at starvsfólk gerast strongd. Við øðrum orðum, kunnu starvsfólk gerast strongd, tá ið:
- Ov nógv er at gera, ella ov lítil tíð er at gera arbeiðið í
- Arbeiðskrøvini eru mótstríðandi
- Samskiftið á arbeiðsplássinum ikki er nøktandi
- Broytingar fara fram á arbeiðsplássinum
- Stuðul frá leiðslu og starvsfelagum manglar
- Happing fer fram á arbeiðsplássinum
- Harðskapur ella hóttanir koma fyri
- Arbeiðið ger tað trupult at sameina arbeiðs- og familjulív
Um ein starvsfelagi er strongdur í eitt longri tíðarskeið uttan íhald, er vandi fyri, at strongdin elvir til sjúku. Sjúkueyðkennini kunnu vera bæði likamlig og sálarlig.
Tekin um strongd
Strongd kann vísa seg upp á ymsar mátar og øll merkja ikki somu tekin um strongd. Niðanfyri nevndu eyðkenni eru tey vanligastu:
- Møði
- Svøvntrupulleikar
- Spenningar í kroppinum
- Angist
- Hjartabankan
- Høvuðpína
- Magaórógv
- Minnið versnar
- Snarsinni
- Tyngjandi kensla fyri bringuna ella í maganum
- Økt nýtsla av mati, heilivági, alkoholi ella øðrum
- Økt sjúkrafrávera
- Hugtyngd
Tekin um eitt strongt arbeiðspláss
Tað eru fleiri ávaringartekin um, at starvsfólk møguliga eru strongd. Arbeiðsgevari og leiðsla kunnu tá varnast, at á arbeiðsplássinum og millum starvsfólkini eru:
- Samstarvstrupulleikar og nógvar ósemjur ella nógv stríð
- Samskiftistrupulleikar og trupulleikar í mun til leiðsluna
- Lítil arbeiðshugur og lítil motivatión
- Økt útskifting av starvsfólki
- Økt sjúkrafrávera
Fyribyrging av strongd
Sambært arbeiðsumhvørvislógini hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av, at arbeiðið kann verða útint trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygdina ella heilsuna hjá starvsfólkunum.
Fyribyrging av strongd krevur, at bæði leiðsla og starvsfólk leggja orku og tíð í at fyribyrgja. Fyrsta stigið er opinleiki - bæði frá starvsfólki og leiðslu. Opinleiki krevur tíð og dirvi, men aloftast uppliva starvsfólk opinleika um eitthvørt evni sum ein stóran lætta.
Við opinleika verður sipað til samskifti og samstarv um ítøkilig viðurskifti í arbeiðinum, ið eru atvold til strongd. Atvoldirnar kunnu vera ymiskar, alt eftir hvørja vinnugrein talan er um, og hvat fyri arbeiðspláss og deild, starvsfólkini starvast á. Av tí sama kunnu loysnirnar eisini vera ymiskar.
Til ber at fyribyrgja strongd við at eyðmerkja og meta um, hvørji viðurskifti ella hvørjar umstøður í arbeiðinum kunnu verða við til at gera starvsfólk strongd. Hetta kann gerast við at:
- Eyðmerkja hvørjir vandarnir eru, umframt hvørji starvsfólk kunnu vera í serligum vanda. Leiðsla og starvsfólk kunnu samstarva um hetta. Ger teg kunnigan við, hvørji vandatekinini um strongd eru
- Meta um og raðfesta vandarnar, soleiðis at størsti vandin verður handfarin fyrst
- Leggja eina ætlan um fyribyrgjandi tiltøk. Um ikki ber til at sleppa undan vandum, eigur ein arbeiðsætlan at verða gjørd fyri, hvussu vandin kann avmarkast
- Seta ætlanina í verk. Kunnger nágreiniliga, hvat ið verður sett í verk, hvat tilfar krevst, hvør skal vera heftur at ætlanini, umframt hvør tíðarkarmurin er
- Hava eftirlit við og endurskoða ætlanina støðugt. Ver til reiðar at fremja broytingar, um neyðugt
Afturat hesum kann arbeiðsgevari/leiðsla:
- Skipa arbeiðið hóskandi og við realistiskum málum og tíðarkørmum
- Taka atlit til vitan og kunnleika hjá starvsfólkunum, tá ið arbeiðsuppgávur verða býttar út
- Leggja ætlanir um og seta í verk viðkomandi útbúgving fyri starvsfólkini
- Leggja ætlanir um og seta í verk leiðslumenning – við høvuðsdenti á góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi
- Menna og seta í verk starvsfólkapolitikk t.d. ein strongdarpolitikk
Fyri at fáa eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi krevst, at bæði arbeiðsgevari, leiðsla, trygdarumboð/-skipan og starvsfólk samstarva.
Mælt verður til, at starvsfólk og leiðsla ella arbeiðsgevari tosa opið um viðurskifti, ið kunnu elva til strongd, og hareftir samstarva um neyðug fyribyrgjandi tiltøk.
Dømi um fyribyrgjandi tiltøk eru:
- Tryggja javnt arbeiðsbýti millum starvsfólk
- Góð tilrættislegging av arbeiðstilgongdum
- Heilsugóðar arbeiðsrytmur
- Raðfesting av arbeiðsuppgávum – allar uppgávur hava ikki eins stóran týdning
- Realistisk mál fyri arbeiðsuppgávur ella arbeiðsmongd, ið skal avrikast
- Realistiskar tíðarfreistir
- Gera nógv burturúr tí sosiala á arbeiðsplássinum
- Góð sambond millum starvsfelagar
Trupulleikar av strongd síggjast sjáldan, tá ið:
- Starvsfólk hava ávirkan á egið arbeiði
- Nokk av starvsfólkum eru at loysa arbeiðsuppgávurnar
- Amboð, tól og tøkni rigga
- Kunnleiki og royndir við arbeiðsuppgávunum eru nøktandi
- Leiðslan stuðlar starvsfólkunum og gevur teimum afturboðanir
- Starvsfelagar stuðla hvørjum øðrum, tá ið arbeiðsuppgávurnar verða ov torførar ella viðskiftafólk/borgarar eru krevjandi
- Arbeiðsuppgávurnar eru greiðar
Hví fyribyrgja strongd?
Sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur stóran týdning fyri bæði heilsu og vælveru hjá einstaka starvsfólkinum. Eru starvsfólkini væl fyri, trívast, mennast og hava tey tað gott likamliga og sálarliga, so kemur eisini meiri burturúr, tá ið tey eru til arbeiðis.
Eru starvsfólkini harafturímóti strongd og gerast illa fyri ella sjúk orsakað av umstøðum ella viðurskiftum á arbeiðsplássinum, kann hetta hava við sær sjúkrafráveru í styttri ella longri tíð. Fyri arbeiðsplássið kann hetta innibera kostnaðarmiklar avleiðingar.
Av tí at strongd í sjálvum sær ikki er ein sjúka, men er ein støða, sum kann elva til sjúku, er umráðandi at gera nakað við viðurskifti og arbeiðsumstøður, ið elva til strongd.
Fyribyrging og handfaran av strongd kann verða við til at verja fyri, at starvsfólk ikki gerast sjúk av strongd og noyðast at verða burtur frá arbeiði.
Við at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi kann arbeiðsplássið gera sítt til at avmarka ella fullkomiliga útiloka sjúkrafráveru orsakað av arbeiðstengdari strongd.
Samstundis er góð fyribyrging og handfaran av strongd við til at birta uppundir størri meðvirkni, áhuga og arbeiðshug millum starvsfólk.
Vegleiðing um strongd
Les eisini: Vegleiðing um strongd