Sálarlig fyrstahjálp á arbeiðsplássinum
Á arbeiðsplássum, har ið vandi er fyri skelkandi tilburðum, eigur arbeiðsgevarin at syrgja fyri, at sálarlig fyrstahjálp verður givin. Arbeiðsgevarin kann útbúgva nakrar persónar, ið kunnu geva sálarliga fyrstuhjálp, og eigur, um neyðugt, at tilkalla serkøna hjálp uttanhýsis.
Hvat er ein skelkandi tilburður?
Ein skelkandi tilburður er at hava upplivað ella at hava verið vitni til likamligan ella sálarligan harðskap, hóttan, álvarsligt óhapp ella deyða. Skelkandi tilburðir kunnu koma fyri í øllum vinnugreinum.
Hví geva sálarliga fyrstuhjálp?
Fólk, ið uppliva ein skelkandi tilburð, kunnu fáa sálarligar, likamligar, kensluligar og atferðarligar reaktiónir, sum kunnu órógva teirra førleika at klára seg beint eftir tilburðin. At reagera soleiðis er púra vanligt.
Endamálið við sálarligari fyrstuhjálp er at hjálpa tí skelkaða at koma fyri seg aftur. Sálarlig fyrstahjálp er fyrsta stigið í at handfara keðiligu upplivingina og kann hjálpa starvsfelaganum at varðveita sín fakleika og sítt sjálvvirði.
Hvat er sálarlig fyrstahjálp?
Sálarlig fyrstahjálp er ikki terapi ella viðgerð, men snýr seg um at koma einum øðrum til hjálpar, vísa umsorgan og ugga beint eftir hendingina.
Sálarlig fyrstahjálp kann verða givin av starvsfeløgum, ið eru tilnevndir sálarligir fyrstuhjálparar á arbeiðsplássinum. Hesir persónar eiga at hava neyðugar førleikar og upplæring.
Sálarlig fyrstahjálp er einføld og inniber at:
- Skapa ró og tryggleika rundan um tann skelkaða, t.d. við at fara í eitt annað høli
- Varðveita yvirlitið og tosa týðiliga
- Vera nærverandi
- Lurta væl og ikki bróta av
- Bjóða praktiska hjálp
Umráðandi er, at fyrstuhjálparin IKKI:
- Sjálv/ur tosar og stýrir samrøðuni
- Tulkar kenslur ella upplivingar
- Fortelur um egnar upplivingar
- Lítilsger hendingina
- Greinar hendingina og greiðir frá
- Kritiserar ella gevur tí harðskapsrakta skyldina
Viðmælt verður, at arbeiðsplássið tryggjar, at tann skelkaði starvsfelagin kemur trygt til hús.