Arbeiðsumhvørvisráðið

Sambært § 52 í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi verður landsstýrismanninum heimilað at seta eitt Arbeiðsumhvørvisráð við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini, og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum og sama tal av tiltaksumboðum.

Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og varaformann fyri eitt 4 ára skeið eftir tilmæli frá omanfyri nevndu umboðum.

Starvsskeiðið hjá ráðnum er 4 ár.

Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi, heilsu- og sosialmál, tekniskar spurningar, útbúgving og onnur mál av felags áhuga fyri arbeiðsumhvørvið.

Valskeiðið hjá sitandi ráð er frá desember 2021 og til desember 2025.

Limirnir í ráðnum eru:

Formaður: Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu

  • Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
  • Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Esther Dahl, HR- & HTU-leiðari hjá Faroe Ship
  • Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Jóhan Carl Dam, Havnar Arbeiðarafelag 
  • Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Danial Pauli Djurhuus, formaður Landsfelag Handverkaranna
  • Umboð fyri landið og kommunufelagið: Jan Mortensen, Deildarstjóri á Lønardeildini á Fíggjarmálaráðnum
  • Umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum: Annika Helgadóttir Davidsen, Akademikarafelag Føroya 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er skrivstova hjá ráðnum. Skrivari hjá ráðnum er Jógvan Arnason Djurhuus: jad@arb.fo.