Arbeiðstongdur kriminalitetur

Arbeiðstongdur kriminalitetur sipar til lógarbrot í sambandi við arbeiði og arbeiðsmarknaðin. Hetta fevnir um tilvitaðar handlingar, har arbeiðsgevarar bróta arbeiðstongdar lógir, reglur og sáttmálar, og har hetta hevur skaðiligar fylgjur fyri løntakarar, aðrar fyritøkur ella tað almenna. Arbeiðstongdur kriminalitetur fevnir um tránýtslu av arbeiðsmegi, kappingaravlaging og viknan av samfelagsskipanum og kann fevna um ymisk lógarbrot, so sum menniskjahandil við arbeiðstakarum, tránýtslu av arbeiðsmegi, lønarstuldur, mannamun og kroysting á arbeiðsplássinum. Talan kann eisini vera um arbeiðstongd lógarbrot so sum skattasvik, svik við almannaveitingum, fíggjarligan kriminalitet, hvítvasking av peningi umframt brot á arbeiðsumhvørvislóggávuna og arbeiðsrætt.

Arbeiðstakarar við útlendskum uppruna eru í størri vanda fyri at verða fyri tránýtslu. Hetta kemst m.a. av at teirra støða ofta er ótrygg og tey ikki kenna síni rættindi sum arbeiðstakarar. Tey kunnu tí koma í støður, har tey verða tránýtt, arbeiða í ótryggum ella vandamiklum umstøðum ella undir treytum, ið á annan hátt ikki samsvara við galdandi reglur og sáttmálar. Arbeiðstakarar við útlendskum uppruna kunnu eisini, uttan at vera greið yvir tað, verða blivin skrásett sum sjálvstøðug vinnurekandi ella sum eigari av lítlari fyritøku, hóast tey í veruleikanum arbeiða sum vanligir løntakarar. Lógarbrot tongd at arbeiðsumhvørvi og trygd, kunnu vera ein ábending um arbeiðstongdan kriminalitet og tránýtslu av arbeiðsmegi. Lógarbrotini kunnu vera partur av einum vinnuhátti, ið er grundaður á tránýtslu ella vera ábending um onnur brot.

Arbeiðstakarar við útlendskum uppruna kunnu, óansæð kyn ella vinnugrein, uppliva nógv ymisk sløg av tránýtslu og ringum arbeiðsumstøðum. Ofta er talan um órímiliga høg krøv, so sum tungt kropsligt arbeiði, høga arbeiðsferð, langar vaktir, fáar ella ongar steðgir, umframt avmarkaða frítíð, ið ofta førir til avbyrging frá samfelagnum. Í tílíkum førum hava arbeiðstakararnir vanliga lítlan møguleika at ávirka sínar arbeiðsumstøður. Vandarnir eru ymiskir, alt eftir hvørja vinnugrein talan er um. Í vinnugreinum, har nógvir menn starvast, t.d. í byggivinnuni, kann trygdin vera í vanda, og orsakað av vantandi útbúgving, líkasælu um trygdarkrøv og ringum málsligum førleikum, økist hesin vandin. Í vinnugreinum, har flest kvinnur starvast, so sum í heilsuverkinum, á sosiala økinum og í hotell- og matstovuvinnuni, kann harumframt vera vandi fyri kynsligum ágangi og harðskapi.

Norðurlondini nýta ymiskar hættir at hava eftirlit við og handfara sambandið millum arbeiðstrygd, vandar í arbeiðsumhvørvinum og tránýtslu av arbeiðsmegi. Hetta tí at tað er ymiskt, hvørjar heimildir og leiklutir eftirlitsstovnar og fakfeløg í londunum hava. Í Finnlandi hevur arbeiðseftirlitið heimild til at gera eftirlit við arbeiðsumstøðum og lønarviðurskiftum, meðan arbeiðseftirlitið í Noregi hevur heimild at gera eftirlit við arbeiðsumstøðum, men bert kann gera eftirlit við lønarviðurskiftum har almennir, víðkaðir sáttmálar eru galdandi. Í Svøríki og Danmark er heimildin hjá arbeiðsumhvørvismyndugleikunum í høvuðsheitum avmarkað til heilsu, trygd og umhvørvi. Ábyrgdin at fylgja upp uppá lønar- og arbeiðsviðurskifti liggur í størri mun hjá fakfeløgunum. Í Íslandi hava fakfeløg og eftirlitsmyndugleikar eitt formaliserað samstarv um eftirlit við arbeiðsviðurskiftum. Yvirskipaðu reglurnar hjá londunum um arbeiðstongdan kriminalitet, tránýtslu av arbeiðsmegi og heilsu og trygd hava tí stóran týdning fyri, hvussu eftirlitsarbeiðið verður skipað og framt í verki.

Integrate verkætlanin

Norðurlandaráðið hevur fíggjað INTEGRATE verkætlanina, sum er eitt samstarv millum HEUNI (European Institute for Crime Prevention and Control, knýtt at ST), norska Fafo-stovnin og universitetið í Lund í Svøríki. Verkætlanin hevur kannað sambandið millum arbeiðstongdan kriminalitet, vandar í arbeiðsumhvørvinum og tránýtslu av arbeiðsmegi í Norðurlondum út frá verandi gransking og serfrøðinga fokusbólkaorðaskifti. Við støði í hesum er ein frágreiðing gjørd, umframt eitt kunningarblað og ein eftirlitslisti til eftirlitsfólk, myndugleikar, fakfeløg og aðrar viðkomandi partar at nýta.

Sí kunningarblaðið og eftirlitslistan her