Arbeiðsplássmetingar

Ein arbeiðsplássmeting er ein eftirkanningarlisti við eini røð av spurningum, ið arbeiðspláss kunnu nýta til tess at finna fram til trupulleikar og avbjóðingar í arbeiðsumhvørvinum.

 

 Endamálið við at gera arbeiðsplássmetingar er at avdúka:

  • Um arbeiðsplássið hevur trupulleikar við arbeiðsumhvørvinum
  • Hvar møguligir trupulleikar eru

og at skjalfesta:

  • Hvussu arbeiðsplássið kann loysa trupulleikarnar
  • Hvør hevur ábyrgdina av at trupulleikarnir verða loystir
  • Nær uppfylging skal verða

 

Hví gera eina arbeiðsplássmeting?

Ein arbeiðsplássmeting (APM) gevur tykkum møguleika fyri at arbeiða systematiskt og effektivt við arbeiðsumhvørvinum á tykkara arbeiðsplássi. Ein APM er eitt amboð, ið tit kunnu nýta innanhýsis í tykkara arbeiði at fáa greiðu á arbeiðsumhvørvinum.

At gera ein APM snýr seg um at fáa eitt yvirlit yvir arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum og finna fram til tey økir, ið treingja til ábøtur. Tá ið hetta er gjørt, verður ein ætlan løgd fyri, hvussu arbeiðið at gera hesar ábøturnar skal skipast.

Hvussu gera vit eina arbeiðsplássmeting?

Arbeiðið at gera eina APM byrjar við at øll starvsfólk fáa hvør sítt eintak av eftirmetingarlistanum, ið inniber ja/nei spurningar. Starvsfólkini skriva IKKI sítt navn á.

Starvsfólkini svara spurningunum í eftirmetingarlistanum við at seta kross í við ja ella nei. Tá ið hetta er gjørt, verða eftirmetingarlistarnir savnaðir saman og gjørdir upp. Tá ið úrslitini fyriliggja, eiga hesi at verða kunngjørd fyri øllum starvsfólkunum. Teir spurningar, ið fáa kross við ja, eiga at verða mettir sum antin trupulleikar ella avbjóðingar í arbeiðsumhvørvinum. Neyðugt er tá at geva hesum viðurskiftum gætur.

Hetta verður gjørt við at gera eina arbeiðsætlan fyri, hvussu trupulleikarnir skulu loysast og hvussu avbjóðingarnar skulu handfarast.

Aftast í hvørjum eftirmetingarlista er eitt skema, ið kann nýtast til at skráseta trupulleikar og avbjóðingar í arbeiðsumhvørvinum. Ein loysn eigur at verða funnin til hvønn trupulleika ella avbjóðing, og viðmerkt eigur at verða, hvør tað er, ið hevur ábyrgdina fyri at fremja loysnina í verki. Í ávísum førum ber eisini til at seta eina freist á, nær ein loysn skal verða funnin ella nær arbeiðið at handfara avbjóðingina skal verða byrjað. Hetta verður tá eisini skrásett.

Eftirkanningarlistarnir

Trupulleikarnir og avbjóðingarnar í arbeiðsumhvørvinum kunnu vera sera ymiskir, alt eftir, hvat arbeiði talan er um. Eftirkanningarlistarnir eru tí snikkaðir til hvørt einstakt arbeiðsøki, soleiðis at teir innibera spurningar um tey viðurskifti, ið hava víst seg at verið ein avbjóðing fyri ávísa arbeiðsøkið. Kortini er ein stórur partur av spurningunum afturvendandi í øllum eftirmetingarlistunum.

Niðanfyri er ein listi við arbeiðsplássmetingum til ymisk arbeiðsøkir.