Bjargingarfeløg
Bjargingarfeløgini í Føroyum eru partur av landstilbúgvingini.
í løtuni eru 9 virkin bjargingarfeløg í Føroyum, ið fáa stuðul sambært reglugerð fyri fíggjarlógarjáttan til bjargingarfeløg.
Feløgini eru:
- Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag
- Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
- Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu
- Havnar Bjargingarfelag
- Nólsoyar Bjargingarfelag
- Vága Bjargingarfelag
- Kollafjarðar Bjargingarfelag
- Eiðis Bjargingarfelag
- Norðoyar Bjargingarfelag
Flest øll Bjargingarfeløg í landinum eru skipaði undir Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgum
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag
Uppskot um lóg fyri Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag varð løgd fyri stovnandi aðalfundi, í Vági, tann 14. mars 1979 har umboð úr grannabygdunum, Sumba, Hov og Porkeri eisini luttóku.
Uppskotið varð samtykt og fyrsta nevnd felagsins vald.
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag er ein sjálvboðin felagsskapur, við nógvum ymiskum uppgávum.
Vit eru ein partur av tilbúgvingini í suðuri og vit eru altíð til reiðar at hjálpa, har tað er brúk fyri okkum.
Útgerð og førleikar
Felagið hevur 3 bilar.
Ein átaksbil, ið ein maður altíð hevur hjá sær, har er hjartastartari og øll vanlig fyrstuhjálpar útgerð er í. Vit eru í skipani har vit fara út til hjartastopp sum eru er í sunnaru helvt í Suðuroy.
Ein vørubil, ið verður nýtur til stormskaðar. Hann hevur alla útgerð til tað. Hann kann eisini nýtast til sjúkraflutning, um tørvur er á tí.
Ein lítlan lastbil (pickup), ið er til stormskaðar, sum somuleiðis hevur alla útgerð til tað. Hesin verður nýtur at koyar bjargingarfólk á staðið.
Vit hava ymiskar vaktar uppgávur, og fastar uppgávur fyri tryggingina.
Leiting á landi og fram við landi viðm. Vit fyriskipa tað arbeiði saman við øðrum.
Vit hava egna radioskipan, ið vit samskifta okkara millum.
Alt samskiftið við Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag fer uvegis leiðaran. Leiðarin samlar síðan saman teir menn hann hevur tørv á, alt eftir hvørjar uppgávurnar eru.
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag hevur nógv gott fólk, við góðum kunnleika innan bjarging.
Nógv av okkara fólkið eru first respondarar og hava víðkað skeið í fyrstuhjálp. Vit eru partur av verkætlanini "Renn fyri lívi".
Felagið hevur fingið ein bjargingarbát, hesin er tó ikki tikin í nýslu enn.
SAMBAND:
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag, Eiðisvegur 32, 900 Vágur
Tlf. 274112
Er brúk fyri okkum ring 1-1-2
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag var sett á stovn tann 13. mars 1979 á fundi í matarhøllini í Trongisvágs skúla.
Hettar hendi eftir at skotski trolarin Scottish Prinsess fór á land á Skarvatanga í februar 1977 og fólk vórðu varug við tørvin á einum bjargingarfelagið.
Útgerð og førleikar
Felagið er útgjørt til:
- Síging og hevur til endamálið línu, seðlar, hjálmar og hoystbøru.
- Stormskaðar og hevur til endamálið amboð, trol, reimar, plátir og lektir.
- Leiting á landi.
- Leiting á sjógvi, við bátinum hjá felagnum Royndin.
SAMBAND:
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, 850 Hvalba
tlf. 237582 og 218783
Bjargarfelag Sandoyar Sýslu
Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu var sett á stovn tann 13. januar 1979 á fundi í ungmannafelagshúsinum Virki á Sandi.
Samtykt var at ein nevndarlimur skuldi vera fyri hvørja kommunu í sóknini.
Útgerð og førleikar
- Leiting á sjógvi, við bátinum hjá felagnum Sigmundur.
- Leiting á landi.
- Hava klippiútgerð til bilar.
SAMBAND:
SKOPUN: (Zacharias Zachariasen)
Tlf: 361594
Fart: 213594
zez@olivant.fo
SANDUR: (Pól Klementsen)
Tlf: 561641
Fart: 505670
klettar@olivant.fo
HÚSAVÍK (Bjarki Magnussen)
Tlf: 361371
Fart: 224452
SKÁLAVÍK (Torkil Dalsgaard)
Fart: 261150
SKÚVOY(Harry Jensen)
Tlf: 361459
Fart: 210028
Havnar Bjargingarfelag
Havnar Bjargingarfelag (HBF) er sjálvboðin felagsskapur, ið hevur til endamáls at veita hjálp í sambandi við vanlukkutilburðir á sjógvi og á landi.
Stig vóru tikin til at stovna Havnar Bjargingarfelag, eftir at íslendski trolarin “Góðanes” fór á land á Flesjunum 2. januar 1957.
Tað var í sambandi við bjargingina av manningina á “Góðanes”, at tað gjørdist greitt, at føroyska tilbúgvingin ikki var nøktandi, og at tørvur var á eini meiri skipaðari og betri útgjørdari tilbúgving.
Stovnandi aðalfundur var hildin 21. februar í Sjónleikarahúsinum, har á leið 80 fólk vóru komin saman. Á hesum fundinum var fyrsta nevndin skipað og lóg felagsins samtykt.
Útgerð og førleikar
Felagið hevur vælútgjørda bjargingarbátin Rescue LÍV, ið kann fara út í mest sum øllum veðrið. Báturin hevur útgerð at sleipa við umframt at báturin eisini hevur børu umborð og verður bruktur til sjúkraflutning og til leiting og bjarging á sjónum.
Felagið hevur tveir SAR-vatnskutarar, ið sigla skjótt og eru góðir at manerera við. Teir eru skjótir at seta á sjógv og kunnu sigla tætt at landi, har bátar ikki kunnu fara, og við teimum er skjótt at bjarga fólki úr sjónum. Øll, sum føra vatnskutararnar hava kravt føraraprógv.
Fjallabjargaratoymið er knýtt at felagnum. Tey hava altjóða viðurkenda útbúgving innan fjallabjarging (Mountain Rescue) og eru altíð til reiðar at fara í fjøllini at leita og bjarga fólki, ið eru komin illa fyri.
Dronutoymið, sum er knýtt at Havnar Bjargingarfelag, hevur eina sera framkomna dronu við góðum og framkomnum myndatólum at leita við – bæði á degi og nátt.
Øll fólkini, ið eru partur av dronutoyminum hava altjóða viðurkent prógv at flúgva dronu.
Tey sjálvbodnu í Havnar Bjargingarfelag hava víðkað skeið í fyrstuhjálp og kunnu tí veita bráðfeingishjálp á staðnum.
Havnar Bjargingarfelag arbeiðir saman við føroysku radioamatørunum við eini samgildari radiosamskiftisverkætlan, ið skal vera til at taka í kreppustøðum, har aðrir samskiftismiðlar ikki eru nøktandi.
AMBAND:
Havnar Bjargingarfelag, Vestara Bryggja 13, 100 Tórshavn
tlf. 234 112
Nólsoyar Bjargingarfelag
Nólsoyar Bjargingarfelag varð sett á stovn 18. okt. 1987.
Útgerð og førleikar
Nólsoyar Bjargingarfelag húsast í hølum, ið Tórshavnar kommuna eigur.
Í 2018 keypti Nólsoyar Bjargingarfelag bil frá Landssjúkrahúsinum og nýtir bilin til sjúkraflutning og bjargingararbeiðið.
Í 2019 keypti Nólsoyar Bjargingarfelag bjargingarbát, ið ætlaður er til venjingar og luttøku í bjargingararbeiði.
Í 2019 fingu tíggju limir í Nólsoyar Bjargingarfelag prógv sum FirstResponder.
Nólsoyar Bjargingarfelag er í tøttum samstarvi við Havnar Bjargingarfelag og Kollafjarðar Bjargingarfelag.
Somuleiðis er samstarv við Nólsoyar sløkkilið.
SAMBAND:
Nólsoyar Bjargingarfelag, 270 Nólsoy
tlf. 217001
Vága Bjargingarfelag
Søgan um Vága Bjargingarfelag byrjar á sumri 1974, tá Sverri Nielsen var í summarfrí í Klaksvík, har hann tosaði við Hans Andrias Johannesen frá Norðoya Bjargingarfelag um møguleikar fyri at stovna eitt bjargingarfelag.
Tann 6. desembur 1974 samdust niðanfyri nevndu um at stovna eitt bjargingarfelag:
- Anton Guttesen, Sørvág
- John Magnussen, Sørvág
- John Frederiksen, Miðvág
- Ivan Johannesen, Miðvág
- Jens Erik Nielsen, Sandavág
- Sverri Nielsen, Sandavág
- Marni av Kák, Sørvág
- Jón Joensen, Bøur
Felagið fekk navnið: Vága Bjargingarfelag
Útgerð og førleikar
VBF - Vága Bjargingarfelag Er fyri Vágar og Mykines við óløntum, sjálvbodnum hjálparfólki.
Felagið hevur eina høll á ídnaðarøkinum omanfyri flogvøllin. Har er stórt bilhús, gomslurúm og wc. Í ovaru hæddini verður innrætta stórt fundarhøli, minni fundarhøli, kontór, køkur og WC.Felagið hevur 2 sjúkrabilar, sum kunnu brúkast til sjúkraflutning / flutning av útgerð o.a.
Felagið hevur nógv fólk sum altíð eru klár tá eitthvørt er áfatt, t.d. stormskaðar, leiting, vanlukkur o.a.
Felagið eigur væl av útgerð m.a.:
- Børur
- Teppir
- Hjartastartara
- Radio
- Gps
- Lyktir
- Trol
- Línur
Felagið hevur eisini bjargingarbátin “Sverri”, sum til eina og hvørja tíð er klárur at fara út um boð eru eftir honum.
Har eru 6 vaktarbólkar á 4-5 fólk á vakt, eina viku í senn.
SAMBAND:
Vága Bjargingarfelag, 380 Sørvágur
tlf. 210237
Kollafjarðar Bjargingarfelag
Í kjalarvørrinum á vanlukkuni, tá Goðanes rendi á Flesjarnar í januar 1957, tóku menn í miðøkinum seg saman at stovna bjargingarfeløg. Eitt av teimum var Kollafjarðar Bjargingarfelag, sum varð stovnað 14. mars 1957. Felagið er í dag staðsett við bátahylin í Kollafirði.
Útgerð og førleikar
Av uppgávum, sum bjargingarfelagið leggur seg eftir at loysa, eru leiting eftir og hjálp til fólk í fjøllunum, stuðulseind í einum átaksøki, stuðla við útgerð á einum skaðastaði o.l.
Kollafjarðar Bjargingarfelag hevur gjøgnum tíðina altíð havt gott og tætt samstarv við Havnar Bjargingarfelag og Nólsoyar Bjargingarfelag.
SAMBAND:
Kollafjarðar Bjargingarfelag, við Sjógv 40, 410 Kollafjørður
tlf. 211205
Eiðis Bjargingarfelag
Eiðis Bjargingarfelag var sett á stovan tann 16. mars 1957
Í gerðabókini stendur soleiðis um upprunan til felagið:
“Tann 27. februar 1957 varð ljósmyndin “Bjargingaravrekið við Látrabjarg” sýnd her á Eiði. Tað var Jákup í Jákupsstovu, skrivari Føroya fiskimannafelags, ið eftir áheitan Olaf Ellingsgaards løgtingsmanns, sýndi myndina.
Atgongupeningurin, ið kom inn, skuldi eftir ætlan hansara verða latin einum bjargingarfelag, ið ætlan hansara var at stovna við tað fyrsta.”
Tann 16. mars varð lýst til stovnandi aðalfund. Í fyrstu nevndina vórðu hesir valdir:
- Poul Vesturdal, formaður,
- Jóhs. Olsen, varaformaður,
- Fredrik Ejdesgaard, kassameistari,
- Jeffrei Henriksen, skrivar,
- Mourits Olsen, nevndarlimur.
Um endamáls felagsins, stendur soleiðis skriva í grein 2 í lógum felagsins:
“Mið felagsins er at fremja bjargingarmál, har vandi er fyri sjóláti.
Fremsta mál felagsins er at fáa til vega bjargingaramboð, at vekja ans fyri bjargingarmálum og at venja upp menn og kvinnur til bjargingar á havi og við strendur.
Felagið eigur at samstarva við onnur feløg, sum hava líknandi endamál, og gongur í landsfelag saman við øðrum bjargingarfeløgum.”
Útgerð og førleikar
Felagið er útgjørt við bátinum Rescue Vón sum felagið keypti úr Norra í 2012. Báturin er bygdur í 1998 og er hann 9 metur langur.
Útgerð umborð á bátinum:
- Hjartastartari
- Fyrstuhjálpartasku
- 12/24 volt boostara (starthjálp)
- Teppir
- 2 stk. 500 l/m. dykkpumpir
- 150 m sleipitrossi
- Umframt nógva aðra útgerð.
Eisini hevur felagið ein bjargingarbil, tað er ein gamal sjúkrabilur, ið felagið keypti úr Íslandi í 2017.
Útgerð í bilinum:
- Fyrstuhjálpartaska við ilt.
- 12/24 volt boostari (starthjálp)
- Líkposar.
- UHF-sendara.
- Børa.
- Ymisk hondamboð til stormskaðar.
- 2,7 tons spæl framman á bilinum.
- Umframt aðra útgerð.
Bjargingarfelagið húsast saman við sløkkiliðinum, uppi á Grind á Eiði. Har hava vit góðar umstøður, at goyma okkara útgerð.
Útgerð á støðini:
- Bjargingarstólur við línu
- Skjótikassar við línu
- Bjargingarlína
- Agregat 220v/2200W
- Teppir
- Soviposar
- Nógvar børur
- Stigar
- Fyrstuhjálpartaskur
- Serlig klæðir og útgerð, til leiting og bjarging, í fjøllunum
- Umframt nógva aðra útgerð
Partur av bjargingarfelagnum eru eisini nakrir kavara, og hava teir eisini eitt rúm við útgerð:
- 2 sett av kavara útgerð
- Samskiftisútgerð millum kavara og bát.
- Lummalyktir
- Og ymiskt annað
SAMBAND:
Eiðis Bjargingarfelag, Uppi á Grind 13, 470 Eiði
tlf. 218412
tlf. 218411 – Rescue Vón
Facebook síða: https://www.facebook.com/eidisbjargingarfelag
Norðoya Bjargingarfelag
Felagið varð stovnað 15. desember 1957. Endamálið var at fáa til vega bjargingarbát, veita hjálp til nærumhvørvið og at veita fyrstuhjálparútgerð til Norðoyggjarnar.
Útgerð og førleikar
Felagið hevur tveir bátar, Ziska og Fløttur. Fløttur er ein skjóttgangandi bátur, har Ziska er meira í tí seiga og tvøra endanum.
Felagið hevur eisini ein sjúkrabil, umframt tveir arbeiðsbilar.
Felagið hevur hjartastartara í Ziska og í sjúkrabilinum.
Felagið hevur eisini klatriútgerð.
Felagið kann átaka sær leiting á sjógvi og landi, bjarging á sjógvi og landi, vaktarhald, hjálp í samband við stormskaðum (sum oftast saman við sløkkiliðnum).
Felagið hevur eisini nógva útgerð til annað enn nevnda, t.d. pumpur og undirvatnsdronu.
Felagið átakur sær eisini aðrar arbeiðsuppgávur, har øll inntøkan fer til felagið.
Øll sum eru við felagnum, eru sjálvboðin. Felagið hevur eisini sera gott samstarv við samarittarnar og nøkur av hjálparfólkum felagsins, eru virknir samarittar.
Eisini hevur felagið nógv staðkend fólk, sum ikki eru við í felagnum dagliga, men sum felagið samstarvar við, tá tørvur er á tí.
SAMBAND:
Norðoya Bjargingarfelag, Faktorsvegur 1, 700 Klaksvík
tlf. 224148 og 285900