Tilbúgving 

Arbeiðs og brunaeftirlitið er føroyskur myndugleiki fyri tilbúgvingarsamskipan, við tilvísing til landsstýrismannin í lógarmálum, sum hevur ábyrgdina av tilbúgvingarmálum.

Uppgávan hjá stovninum er at samskipa tilrættisleggingina av tilbúgvingini og tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.

Harundir:

  • Samskipa tilrættisleggingina av samstarvinum millum ábyrgdarpartarnar í landstilbúgvingini og bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin.
  • At tryggja, at ein lýsing av allari tilbúgvingini altíð er tøk, ment og dagførd. Lýsingin staðfestir ábyrgd og uppgávur hjá myndugleikum og øðrum, ið eru partar av tilbúgvingini.
  • At gera greiningar av ábyrgdarbýti, samskipan, váða, dimensionering, viðbrekni o.a.
  • At veita myndugleikum, kommunum, fyritøkum og feløgum ráðgeving, eins og at umsita ymsar eftirlitsuppgávur innan tilbúgving.
  • Krevja upplýsingar frá øllum um, hvørji tilbúgvingarlig tiltøk eru sett í verk, ella ætlanir eru um at seta í verk, umframt upplýsingar, sum vera mettar neyðugar til at fremja uppgávurnar í tilbúgvingini.