Vinnubræv sum spreingimeistari
Spreingiarbeiði skal fara fram undir leiðslu av einum spreingimeistara.
Spreingimeistarin skal tryggja, at spreingiarbeiðið verður útint á tryggan hátt eftir ásetingunum í lógini ella eftir ásetingunum, sum eru givnar við heimild í lógini.
Spreingimeistarin skal vera á staðnum, meðan gjørt verður klárt til spreinging og meðan sprongt verður. Eftir spreinging skal spreingimeistarin tryggja, at allar løðingar eru brostnar.
Útgerð og annar útbúnaður, ið verður nýttur í sambandi við spreingiarbeiðið, skal verða kannaður av eigaranum og spreingimeistaranum hvørja ferð, hesi verða nýtt.