Evni og tilfar
Ymisk evni og tilfar eru partar av fleiri sløgum av arbeiðum. Evni og tilfar, ið eru av slíkum slagi, at tey kunnu vera vandamikil fyri og minka um trygdina ella skaða heilsuviðurskiftini hjá starvsfólkum, mugu bert verða framleidd og nýtt í arbeiðsgongdum og arbeiðshættum, sum á tryggan hátt verja arbeiðsfólkini fyri vanlukkum og sjúkum.
Viðurkendir normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu verða fylgd.
Serligar reglur eru ásettar um:
serliga merking av evnum og tilfari, ið nýtt verða í arbeiði ella innpakking
skyldu til at seta í verk heilsufrøðiligar mátingar av luftdálking
fráboðan um evni og tilfar við skyldu til ávísing um viðurskifti, sum hava týdning fyri metan um, hvussu vandamikið evnið ella tilfarið er
at evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil ella á annan hátt kunnu minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki skulu nýtast, um tey kunnu verða skift út við vandaleys, minni vandamikil ella minni ørkymlandi evni ella tilfar
at evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil ella á annan hátt kunnu minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki skulu nýtast til ávís endamál ella innan serlig øki, áðrenn ein góðkenning frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er fingin til vega
at tøknilig dátubløð og líknandi frá framleiðara og innflytara av evnum og tilfari skulu innihalda allar upplýsingarnar um evnið ella tilfarið og somuleiðis um ta ávirkanina, ið tey kunnu hava á trygdina og heilsustøðuna í arbeiðsumhvørvinum
brúkaravegleiðing frá útvegarum og arbeiðsgevarum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ásetir markvirði fyri evni og tilfar, og eisini eitt yvirlit yvir evni og tilfar, ið verða hildin at vera vandamikil ella minka um trygdina og heilsustøðuna.
Sí reglur og vegleiðingar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fyri nærri kunning.