Hvílutíð og frísamdøgur

Ávís krøv eru fyri, hvussu arbeiðið verður skipað í mun til arbeiðstíð og hvílutíð.

Arbeiðsumhvørvislógin krevur, at arbeiðið er skipað og lagt til rættis soleiðis, at tað við atliti at trygd og heilsu er fult forsvarligt. Arbeiðsgevarin eigur tí undir øllum umstøðum at gera eina meting av, um arbeiðstíðirnar eru forsvarligar í mun til trygd og heilsu hjá starvsfólkunum. Arbeiða starvsfólk í skiftandi vaktum ella náttarvaktum, eiga serlig atlit at verða tikin at hesum.

Hví er eitt krav um hvíld og frí?

Hvíld og frí frá arbeiði hava stóran týdning fyri bæði arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran. Fær arbeiðstakarin ikki ta hvíld, honum tørvar, kann hetta hava neiligar heilsuligar ávirkanir á hann. Trot á hvíld kann eisini leiða til, at fleiri mistøk verða gjørd í arbeiðinum, at minni kemur burturúr arbeiðinum, eins og trygdin á arbeiðsplássinum kann versna.

Gevið gætur, at fyri starvsfólk undir 18 ár eru serligar reglur galdandi.  

Hvílutíð

Arbeiðið skal verða skipað soleiðis, at starvsfólk fáa eina hvílutíð á í minsta lagi 11 samanhangandi tímar innan hvørt tíðarskeið á 24 tímar. Hvørt tíðarskeið á 24 tímar byrjar, tá ið arbeiðið byrjar.

Møgulig undantøk frá 11 tíma hvílutíðini

Í ávísum førum kunnu undantøk gerast frá 11 tíma hvílutíðini. Hvílutíðin kann tá verða minkað niður í í minsta lagi 8 tímar. Undantøk kunnu gerast við:

  • Arbeiði á fiskavirkjum í háveiðutíðini
  • Árstíðarbundnum arbeiði í byggi- og verkayrki
  • Vaktarskifti á virkjum, sum hava vaktarskipan, tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um tað
  • Inn- og uppskiping og við neyðugum arbeiði, sum hartil hoyrir, so sum goymslu og pakkhúsarbeiði
  • Arbeiði í landbúnaðinum

Onnur undantøk um hvílutíð og frísamdøgur

Um náttúruviðurskifti, vanlukkur, maskinbrek ella tílíkt kemur óvart á og hevur við sær, at ólag kemur í raksturin á arbeiðsplássinum, kunnu undantøk frá hvílutíðini verða givin, til raksturin aftur er fingin í rættlag.

Gevið gætur, at øll undantøk skulu verða skrásett. Arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av skrásetingini.

Fyritreytir fyri at fáa undantøk frá hvílutíðini kunnu eisini gerast, um:

arbeiðið ella útinnanin av arbeiðinum er av slíkum slagi, at tað ikki kann útsetast.
serligir arbeiðshættir gera frávik rímilig.

Undantøk fyri persónar í hægri størvum

Um neyðugt kunnu undantøk frá hvílutíðini og frísamdøgrinum gerast fyri:

Persónar í hægri størvum, ið bert ella fyri tað mesta útinna leiðandi arbeiði og ikki skulu fylgja vanligum reglum fyri arbeiðstíðir og ikki arbeiða eftir nakrari fastari skipan.
Persónar í leiðandi størvum, ið vegna serkunnleika ella líknandi viðurskifti hava eitt serligt sjálvstøðugt starv.
Umboðssølufólk, ið arbeiða uttan fyri sítt fasta arbeiðspláss.

Avtalur um undantøk

Har serligar umstøður gera seg galdandi fyri ávís fakøki ella arbeiðsgreinar, kunnu avtalur um undantak gerast í mun til hvílutíð og frísamdøgur.

Við avtalu millum avvarðandi arbeiðsgevarafelag og avvarðandi løntakarafelag kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið góðkenna undantøk í mun til hvílutíð og frísamdøgur.

Fráboðan um einstøk undantøk

Eitt undantak frá eini einstakari hvílutíð ella einum einstøkum frísamdøgri kann gerast. Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal tá hava fráboðan um hetta áðrenn.

Um tað ikki bar til at útvega eitt undantaksloyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum áðrenn, skal undantakið skjótast gjørligt fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum á arb@arb.fo og avrit skal verða sent trygdarumboðnum/álitisfólkinum.

Arbeiði sunnu- og halgidagssamdøgur

Starvsfólk mugu ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur, uttan so at halgidagsarbeiðið er til samfelagsins frama ella er neyðugt fyri at varðveita virði.

Halgidagssamdøgur skulu liggja innan fyri tíðarskeiðið frá kl 22:00 kvøldið fyri halguna til kl 08:00 morgunin eftir halguna.

Starvsfólk, ið regluliga arbeiða sunnudag, hava rætt til at halda frí mitt í viku samsvarandi tal av arbeiðstímum, sum arbeitt varð farna sunnudagin.

Arbeiði, sum kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu

Fyri arbeiði, sum kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu, hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um avmarkaða arbeiðstíð.

Arbeiðstíð og hvílutíð hjá børnum og ungum undir 18 ár

Arbeiðstíðin hjá børnum og ungum skal verða skipað soleiðis, at hon hóskar til aldurin, førleikan og menningina hjá tí unga, so at arbeiðið kann verða útint trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt.

13-16 ára gomul

13-16 ára gomul kunnu arbeiða í mesta lagi 10 tímar um dagin.
Arbeiðstíðin skal taka atlit til aldur, førleika og menning hjá tí unga, soleiðis at arbeiðið kann
útinnast heilsuliga og trygdarliga forsvarligt.
13-16 ára gomul kunnu bert í styttri tíðarskeið arbeiða um náttina (millum 24:00-06:00). 

Fyri hvørji 7 samdøgur skulu ung 13-16 ár hava tvey samanhangandi frísamdøgur. Hesi frísamdøgur
skulu liggja soleiðis, at tey eru hóskandi fyri tey ungu við atliti til aldur og tað arbeiði, hesi útinna.
Frísamdøgrini skulu altíð verða skipað soleiðis, at tey eru heilsu- og trygdarliga fult forsvarlig.

Um dagliga arbeiðstíðin fer upp um 4,5 tímar, skal tann ungi (13-16 ár) hava ein steðg uppá í minsta
lagi 30 minuttir. Steðgurin skal vera lagdur hóskandi í arbeiðstíðini.

Hvílutíð hjá 15 og 16 ára gomlum

15 og 16 ára gomul skulu hava eina samanhangandi hvílutíð uppá í minsta lagi 12 tímar í hvørjum
samdøgri.

Hvílutíð hjá 13 og 14 ára gomlum

Ung 13 og 14 ára gomul skulu hava eina samanhangandi hvílutíð uppá í minsta lagi 14 tímar í
samdøgrinum.

 

Lærlingar

Um talan er um lærlingar við góðkendum lærusáttmála, kann arbeiðstíðin í einstøkum førum, tá ið
arbeiðsumstøðurnar krevja tað, vera í mesta lagi 12 tímar. Lærlingar við góðkendum lærusáttmála
kunnu arbeiða um náttina, um náttararbeiðið er ein liður í læruni.