Kommunal tilbúgving
Tann kommunala tilbúgvingin skal, við fyriliti til váðan í kommununi, vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaðar á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í samband við skaðahendingar ella vanlukkur, herundir yvirgang og hernaðarligar hendingar, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum.
Tilbúgvingarætlanir, ið lýsa uppgávur, bygnað og ásettu stødd á kommunalu tilbúgvingini, skulu gerast sambært kommunalari váðameting, ið er fyriskrivað í tilbúgvingarlógini § 13. Meginreglan í greinini er, at kommunan skal leggja tað dagligu tilbúgvingina til rættis, við støði í fyrrnevndu váðameting ið lýsir eyðmerktar vandar í tilbúgvingarøkinum. Váðametingar og tilbúgvingarætlanir, skulu javnan verða endurskoðaðar.
Uppgávurnar hjá kommunalu tilbúgvinginum kunnu annaðhvørt fremjast av kommuni sjálvari, ella fremjast av eini felags kommunalari tilbúgving. Tað er ábyrgdin hjá kommunustýrinum at tryggja og hava eftirlit við, at tilbúgvingarnar hjá kommununum eru fullgott skipaðar og útgjørdar.
Kommunurnar í Føroym eru 29 í tali og hava tær skipa seg í 19 tilbúgvingarøki.
Tann kommunala tilbúgvingin setur í verk nøktandi átøk í sambandi við skaðatilburðir ella vanlukkur og hevur teknisku leiðsluna av átakinum á skaðastaðnum undir øllum átakinum. Hetta er t.d. galdandi fyri:
- eldsbruna,
- óhapp við vandamiklum evnum,
spreinging, - skriðu-, skalva-, áar- og omanlop,
- tá ið bygningar rapa,
- ferðsluvanlukkur,
- tilburðir við skipa- og bátaóhappum, tá ið førini liggja við bryggju,
- hýsa neyðstøddum ella bráðfluttum fólki,
- flogvanlukkur á landi,
- at loysa fastkleimd fólk í ferðsluvanlukkum, flogvanlukkum og omanlopum o.ø. og
umhvørvisdálking, herundir eisini at basa olju- og øðrum vandamiklum evnum á landi, á vøtum, í áum og í havnaløgum.
Tilbúgvingarøkir
Tórshavnar kommuna
Tilbúgvingarleiðari er Heini Østerø.
Tilbúgvingarøki:
- Hestur
- Koltur
- Kirkjubøur
- Velbastaður
- Syðradalur
- Nólsoy
- Argir
- Tórshavn
- Hoyvík
- Hvítanes
- Sund
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Norðradalur
- Mjørkadalur
- Hundsarabotn
- Oyrareingir
- Kollafjørður
Útgerð og førleikar
Tórshavn:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Átaksleiðari (5)
- Tilbúgvingarfólk (30)
- Kavarar (8)
- Sløkkibilar (2)
- Tangabilur (8000 l)
- Stigabilur (53m)Bátur (1)
- Klippiútgerð (1)
- Kavarabil (1)
Kollafjørður:
- Tilbúgvingarfólk (12)
- Sløkkibilur (1)
- Tangabilur (6000 l)
- Bátur (1)
Kaldbak:
- Tilbúgvingarfólk (6)
- ATV sløkkieind (1)
Velbastað/Kirkjubø:
- Tilbúgvingarfólk (6)
- Sløkkieind (1)
- Pumpa (1)
Nólsoy:
- Tilbúgvingarfólk (6)
- Sløkkieind (1)
Heyst:
- Tilbúgvingarfólk (4)
- Sløkkieind (1)
Koltur:
- Tilbúgvingarfólk (1)
- Slanguútgerð
Norðadalur:
- Slanguútgerð
Syðradalur:
- Slanguútgerð
Klaksvíkar Sløkkilið
Felags kommunalt samstarv millum Klaksvíkar-, Kunoyar-, Fugloyar-, Víðareiðis- og Hattarvíkar kommunur.
Tilbúgvingarleiðari er Finn Hansen.
Tilbúgvingarøki:
- Klaksvík
- Norðoyri
- Áninar
- Haraldssund
- Kunoy
- Syðradalur
- Húsar
- Mikladalur
- Trøllanes
- Norðtoftir
- Depil
- Norðdepil
- Múli
- Hvannasund
- Fossánes
- Viðareiði
- Svínoy
- Kirkja
- Hattarvík
Útgerð og førleikar
Klaksvík:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (?)
- Sløkkibilar (2)
- Tangabilur (15000 l)
- Stigabilur (30m)
- Klippiútgerð (2)
- Bátur (2)
- Roykkavarasett (12)
Viðareiði:
- Tilbúgvingarfólk (?)
- Sløkkibilur (1)
- Klippiútgerð (1)
- Roykkavarasett (4)
Kunoy:
- Tilbúgvingarfólk (?)
Hvannasund:
- Tilbúgvingarfólk (?)
Svínoy:
- Tilbúgvingarfólk (?)
Sløkkilið Eysturkommuna
Tilbúgvingarleiðari er Gunnar Olsen.
Tilbúgvingarøki:
- Leirvík
- Norðagøta
- Syðrugøta
- Gøtugjógv
- Undir Gøtueiði
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (14
- Varðaleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (14)
Útgerð:
- Sløkkibilur (2)
- Klippiútgerð (1)
- Roykkavarasett (10)
Skálafjarðar Sløkkilið
Felagskommunalt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur.
Tilbúgvingarleiðari er Sunleiv Højgaard.
Tilbúgvingarøki:
- Funningur
- Funningsfjørður
- Elduvík
- Oyndarfjørður
- Skálafjørður
- Skála
- Innan Glyvur
- Strendur
- Kolbeinagjógv
- Morskranes
- Selatrað
- Skipanes
- Lambareiði
- Lamba
- Glyvrar
- Saltangará
- Runavík
- Saltnes
- Toftir
- Nes
- Æðuvík
- Rituvík
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (25<)
Útgerð:
- Sløkkibilar (2) - Runavík (1) - Skála (1)
- Klippiútgerð (2) - Runavík (1) - Skála (1)
- Bátur, AWI 490 (100HK)
- Roykkavarasett (14) - Runavík (6) - Skála (4) - Strendur (2) - Oyndarfjørður (2)
Suðuroyar Syðra Sløkkilið
Felags kommunalt samstav millum, Sumbiar-, Vágs-, Porkeris-, og Hovs kommunur.
Tilbúgvingarleiðari er Gudmundur Jacobsen.
Tilbúgvingarøki:
- Sumba
- Víkarbyrgi
- Lopra
- Akrar
- Vágur
- Nes
- Porkeri
- Hov
Tvøroyrar Sløkkilið
Felagskommunalt samstarv millum Tvøroyrar-, Hvalbiar-, og Fámjins kommunur.
Tilbúgvingarleiðari er Anfinn Hammerfoss Leo.
Tilbúgvingarøki:
- Sandvík
- Hvalba
- Lítla Dímun
- Froðba
- Tvøroyri
- Trongisvágur
- Ørðavíkslíð
- Øravík
- Fámjin
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varðaleiðari (2)
- Tilbúgvingarfólk (15)
Útgerð:
- Sløkkibilur (3500 l)
- Sløkkibilur (6000 l)
- Klippiútgerð (1)
- Roykkavarasett (10) - Tvøroyri (6) - Hvalba (2) - Fámjin (2)
Húsavíkar Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Símun H. Johannesen.
Tilbúgvingarøki:
- Húsavík
- Dalur
- Djúpidalur
- Skarvanes
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varðaleiðari(1)
- Tilbúgvingarfólk (20): Húsavík (11) - Dalur (8) -Skarvanes (1)
Útgerð:
- Roykkavarasett (4): Dalur (2) - Húsavík (2)
Skálavíkar Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Pauli á L. Olsen.
Tilbúgvingarøki:
- Skálavík
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varðaleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (13)
Útgerð:
- Lastbilur (1)
- Brandpumpa - 17 bar (1)
- ATV (1)
- Dumpari - 3,5 t (1)
- Gravimaskina (1)
- Roykkavarasett (4)
Sands Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Christian J. Joensen.
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varðaleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (21)
Útgerð:
- Sløkkibil (2000 l)
- Motorpumpu (2)
- Klippiútgerð (1)
- Roykkavarasett (6)
- Verndardrakt (2)
Skopunar Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Jákup Eli Jensen.
Tilbúgvingarøki: Skopun
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (ikki upplýst)
Útgerð:
- Vørubilur (1)
- Motorpumpa (1)
Kvívíkar Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Petur Müller.
Tilbúgvingarøki:
- Kvívík
- Stykkið
- Leynar
- Skælingur
- Válur
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varðaleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (15)
Útgerð:
- Sløkkibilur (2000 l)
- Roykkavarasett (6)
Vestmanna Bjargingar- og sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Tóki Seloy.
Tilbúgvingarøki:
- Vestmanna
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Átaksleiðari (3)
- Tilbúgvingarfólk (17)
Útgerð:
- Sløkkibil (1)
- Manningabil (1)
- Stigabil (32 m)
- Bátur (275 hk)
- Klippiútgerð (1)
- Roykkavarasett (8)
Vága Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Dánjal Pauli Poulsen.
Tilbúgvingarøki:
- Slættanes
- Oyragjógv
- Fútaklettur
- Sandavágur
- Giljanes
- Miðvágur
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varðaleiðari (2)
- Tilbúgvingarfólk (16)
Útgerð:
- Sløkkibil (2000 l)
- Pickup (1)
- Vørubil (1)
- Roykkavarasett (4)
- Oljusperra (200 m)
Sørvágs Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Kristian Olsen.
Tilbúgvingarøki:
- Vatnsoyrar
- Sørvágur
- Bøur
- Gásadal
- Mykines
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varaleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (16)
Útgerð:
- Sløkkibil (3000 l)
- Bilur
- Roykkavarasett (?)
- Oljusperrur (800 m)
Skúvoyar Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Jákup Andrias Thomsen.
Tilbúgvingarøki:
- Skúvoy
- Stóra Dímun
Útgerð og førleikar
Manning:
- Átaksleiðari (0)
- Tilbúgvingarfólk (0)
- Hjálparfólk/sjálvboðin (14)
Útgerð:
- Roykkavarasett (2)
Sunda sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Mikkjal Hansen.
Tilbúgvingarøki:
- Hósvík
- Hvalvík
- Streymnes
- Saksun
- Nesvík
- Langasandur
- Haldórsvík
- Tjørnuvík
- Oyrabakki
- Oyri
- Norðskáli
- Gjógv
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Varaleiðari (1)
- Liðleiðari (4)
- Tilbúgvingarfólk (16)
Útgerð:
- Sløkkibil (2)
- Kippiútgerð (1)
- Roykkavarasett (8<)
- Oljusperrur (2x20m)
Fuglafjarðar Sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Jan Lauritsen.
Tilbúgvingarøki:
- Fuglafjørður
- Kamsdalur
- Hellurnar
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (14)
Útgerð:
- Sproyta
- Bilur v/útgerð
- Tangabilur (9000 l)
- Klippiútgerð
- Bátur AWI490 (80hk)
- Oljuskimmara (2)
- Roykkavarasett (12)
Eiðis sløkkilið
Tilbúgvingarleiðari er Asbjørn Østerø.
Tilbúgvingarøki:
- Eiði
- Svínáir
- Ljósá
Útgerð og førleikar
Manning:
- Tilbúgvingarleiðari (1)
- Tilbúgvingarfólk (15)
Útgerð:
- Sløkkisproytu (2000 l)
- Klippiútgerð (1)