Vinnukaving
Vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini, á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnukavarabræv.
Vinnukavarabræv er at skilja sum eitt loyvi hjá kavara til at útinna eina vinnuliga kavarauppgávu, sum fer fram undir vatnlinjuni, og har neyðugt er at nýta andingarevni til tess at kunna útinna uppgávuna. Eisini verður gjald vanliga tikið fyri kavaraarbeiði.
Vinnuligar kavarauppgávur kunnu eisini fevna um serligar uppgávur, sum hava við bjargingar og tílíkt at gera, uttan mun til um arbeiðið verður gjørt fyri eitt gjald ella ikki.
Tann, ið biður ein persón um at útinna eitt kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv, sum samsvarar við arbeiðið, ið skal gerast.
Nærri útgreinað krøv eru undir lóg og kunngerðir um vinnukaving.