Vinnubræv til vinnukavara og kavararhjálparar

Kavaraarbeiði kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnubræv útskrivað frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Kavaraarbeiði er arbeiði, ið fer fram undir vatnlinjuni og sum krevur at andingarevni verður nýtt fyri at arbeiðið kann fara fram. Eisini verður gjald vanliga tikið fyri kavaraarbeiði.

Serligar uppgávur hjá kavarum t.d. í sambandi við bjarging ella líknandi teljast eisni sum vinnuligar kavarauppgávur, uttan mun til, um arbeiðið verður gjørt móti gjaldi ella ikki.

Tann, sum biður persón um at útinna kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv, sum samsvarar við arbeiðið, sum skal gerast.

Vinnubrøvini til vinnukavara eru:

  • Vinnubræv sum SCUBA-kavari (kavari við vanligari luft sum andingarevni at útinna arbeiði til 0-30 metra dýpi)
  • Vinnbræv sum vinnukavari við luftveitan frá landi (loyvda er ymisk)
  • Vinnubræv sum blandingsgasskavari (kavari við blandingsgassi sum andingarkelda)
  • Skeið í skering/sveising v.m. (skering/sveising, hátrýstspuling (30 bar og meira), spreinging og kaving í samband við bjargingartiltøk)
  • Vinnubræv sum hjálparfólk / kavarahjálpari (hjálparfólk hjá kavara)

  

Førleikakrøv fyri at fáa vinnubræv vinnukavari

Arbeiðs- og brunaeftirlitinum skrivar út vinnubrøvini grundað á prógv frá skeiðsveitara, sum er løggildur av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu, til at veita viðkomandi útbúgving.

Harumframt krevst, at viðkomandi umsøkjari er fyltur 18 ár og kann vísa læknaváttan, ið prógvar, at heilsustøðan er nøktandi.

 

Hvussu søki eg um vinnubræv?

Tú søkir um vinnubræv sum vinnukavari ella kavarahjálpari við at fylla út viðkomandi oyðublað (oyðublað), og senda hetta, umframt kravdu skjølini, til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Kostnaðurin fyri at útskriva eitt vinnubræv er 1.000 kr.

Hesi skjøl skulu sendast saman við oyðublaðnum:

  • Útbúgvingarprógv
  • Prógv í fyrstuhjálp fyri vinnukavarar
  • Læknakanning, ið er tikin í samband útbúgvingina (aspirantkanning)
  • Kvittan fyri gjald

Legg til merkis, at umsóknin verður ikki viðgjørd fyrr enn øll skjølini fyriliggja.

 

Endurnýggjan av vinnubrøvum 2. hvørt ár

Vinnubrøv til vinnukavarar hava eina gildistíð á í mesta lagi 2 ár, og skulu tískil endurnýggjast 2. hvørt ár.

Eitt vinnubræv fær tó ongantíð longri gildistíð enn 24 mánaðir frá og við at seinasta  læknakanningin er gjørd.

Søkjast kann við at fylla út viðkomandi oyðublað (oyðublað) og senda hetta til Arbeiðs- og brunaeftirlitið umvegis teldupost ella vanligan post.

 Í samband við endurnýggjan av vinnubrævinum, skal umsøkjari senda viðkomandi skjøl:

  • Læknakanning, ikki er eldri enn 3 mánaðir, ið staðfestir at vinnukavarin framvegis er skikkaður til at útinna kavaraarbeiði.
  • Galdandi endurnýggjanarskeið í 1.hjálp fyri vinnukavarar, ið ikki er eldri enn 1 ár.

Legg til merkis, at umsóknin verður ikki viðgjørd fyrr enn øll skjølini fyriliggja.

 

Endurútskriving av vinnubrøvum

Er títt vinnubræv t.d. burturmist, kanst tú søkja um at fáa tað endurútskriva. Kostnaðurin er 350 kr. Hesi skjøl skulu sendast við:

  • Avrit av gamla vinnubrævinum.
  • Kvittan fyri gjald á 350 kr.
  • Passmynd.

 Legg til merkis, at umsóknin verður ikki viðgjørd fyrr enn øll skjølini fyriliggja.

 

Um læknakanning

Kavarar, sum útinna kavaraarbeiði, skulu hava læknakanning, sum er galdandi fyri viðkomandi kavaraarbeiði.

Kavarar skulu annað hvørt ár, við læknakanning fáa staðfest, at teir eru skikkaðir at útinna kavaraarbeiði.

Lýkur kavari ikki tey ásettu heilsukrøvini, fer kavarabrævið úr gildi og kann takast aftur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Sama er galdandi, um kavari noktar at lata seg kanna av lækna.

Ein umsøkjari, ið verður tikin inn á ein løggildan kavaraskúla, ella luttekur á kavaraskeiði, sum veitir løggilda kavaraútbúgving, skal hava heilsuváttan frá læknakanning fyri kavarar, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir, tá søkt verður.

  • Er kavarin yngri enn 50 ár er kravið, at hann 2.hvørt ár fær gjørt eina lítla læknakanning, men at hann 6. hvørt ár fær gjørt eina stóra læknakanning.
  • Er kavarin 50 ár ella eldri, er kravið at hann 2. hvørt ár fær gjørt eina stóra læknakanning.

 

Um skeið í 1. hjálp

Kavarar og kavarahjálparar skulu í minsta lagi annaðhvørt ár taka endurútbúgvingarskeið í 1. hjálp, sum er løggilt av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Kavarar og kavarahjálpari hava skyldu til altíð at hava sítt skeið í 1. hjálp dagført. Er skeiðið eldri enn 2 ár, kann viðkomandi ikki longur virka sum kavari ella kavarahjálpari.

Løggildir skeiðsveitarar

 

Umbýti av útlendskum vinnubrøvum

Sum útgangsstøði krevst skeiðsprógv frá einum skeiðsveitara, ið er løggildur av próvtøkunevndini fyri kavaravinnu, fyri at kunna fáa føroyskt vinnubræv.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann tó, eftir umsókn, umbýta ávís útlendsk vinnubrøv til føroysk.

Hetta krevur at útlendska útbúgvingin er viðurkend av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu. 

Samsvarar útlendska vinnubrævið ikki beinleiðis við eitt føroyskt, verður tað tá umbýtt til nærmast tilsvarandi lægri føroyska vinnubræv.