Børn og ung undir 18 ár
Ungir arbeiðstakarar hava ongar ella lítlar royndir á arbeiðsmarknaðinum. Teirra vitan og tilvitska um møguligar vandar í arbeiðinum er ofta avmarkað og hetta setur ungu arbeiðstakararnar í eina viðbrekna støðu, hvat viðvíkur trygd og heilsu.
Tá ið børn og ung undir 18 ár verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin tí tryggja sær, at arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur hjá tí unga eru hóskandi í mun til aldur, menning, førleikar og heilsustøðu hjá tí, ið verður sett/ur í starv. Hetta er fyri at verja ungu arbeiðstakararnar móti møguligum vandum í arbeiðinum.
Afturat teimum vanligu reglunum í arbeiðsumhvørvislógini eru nakrar serligar ásetingar galdandi fyri arbeiðstakarar, ið eru yngri enn 18 ár.
Børn yngri enn 13 ár
Børn yngri enn 13 ár kunnu ikki verða sett í arbeiði. Hesi kunnu tó fáa samsýning fyri at upptraðka í framførslum og tílíkum av mentanarligum ella listarligum slagi, luttaka í ítróttatiltøkum ella í sambandi við upptøku av filmi ella líknandi.
Fyri børn yngri enn 13 ár skal foreldur/verji geva loyvi í hvørjum einstøkum føri.
Børn og ung 13-17 ár
Børn og ung, ið eru 13-17 ár, kunnu hava lættari arbeiði innan fyri avmarkað sløg av arbeiði og eftir ávísum treytum.
Dømi um hesi eru:
- Sita við kassa í handli, hála fram vørur, seta vørur á hillar og líknandi lætt arbeiði - tó ikki flyta ella hava pening í varðveitslu uttan fyri handilin
- Lætt arbeiði við skiljing og pakking av vørum í handli ella á goymslu
- Lætta avgreiðslu, lætta reingerð, rudding og ganga ørindir á gistingarhúsi og líknandi
- Tænaraarbeiði, borðreiðing og rudda av á matstovum, kaffihúsum og líknandi
- Avrudding og uppvask á matstovum, kaffihúsum og líknandi, treytað av at unga starvsfólkið hevur fingið gjølliga upplæring í nýtslu av uppvaskimaskinu og at unga starvsfólkið ikki handfer ídnaðarvaskievni, ið er sera etjandi
- Lætta matgerð, treytað av at frituran er tryggjað móti at koppa, at gólvið ikki er hált, at góð plássviðurskifti eru, at eldsløkkingarútgerð er við frituruna, og at unga starvsfólkið hevur fingið gjølliga upplæring í nýtslu av m.a. frituru
- Lætta handliga samanseting, tó ikki sveising
- Lætt málaraarbeiði, tó ikki sproytmáling
- Lættari manuelt arbeiði, so sum at pakka posar, brævbjálvar og eskjur
- Handfaring av reinum klæðum
- Egning/rekja um
- Lættari fiskaarbeiði/skilja fisk
- Útbering av avísum, lýsingum og líknandi
- Lætt arbeiði innan landbrúk, gartnarí og vakstrarhús
- Lætt arbeiði at seta bøkur á hillar á bókasøvnum
- Lætt arbeiði á bóndagarði, tó ikki handfaring av evnum merktum við vandateknum ella organiskum upploysingarevni
Arbeiðsgevarin eigur altíð at gera eina meting av, hvørt aldur og menningarstøði hjá unga starvsfólkinum hóska til tær arbeiðsuppgávur og ábyrgd, ið starvið inniber.
Kunning til foreldur/verja
Tá ið 13 og 14 ára gomul verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin kunna foreldur/verja um arbeiðið, teir vanlukku- og sjúkuvandar, sum møguliga eru knýttir at arbeiðinum, og um tey tiltøk, sum eru gjørd viðvíkjandi trygd og heilsu.
Upplæring og váttan um upplæring
Áðrenn ung undir 18 ár byrja at arbeiða, skal arbeiðsgevarin geva upplæring í arbeiðinum og kunna um møguligar vandastøður og hvussu tær verða fyribyrgdar. Arbeiðsgevarin og tann, sum er yngri enn 18 ár, skulu skrivliga vátta, at upplæring og kunning eru farin fram. Arbeiðsgevarin skal goyma váttanina og vísa hana fram, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið krevur tað. Tak váttanina niður her.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at skipa fyri at børn og ung undir 18 ár fáa upplæring, áðrenn tey verða sett at arbeiða.
Áðrenn børn og ung undir 18 ár byrja sítt arbeiði, skulu tey fáa upplæring og og kunning um møguligar vandastøður og hvussu hesar verða fyribyrgdar. Í upplæringini eigur at verða greitt frá og víst, hvussu arbeiðsuppgávurnar verða útinnaðar á tryggan hátt.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at arbeiðspláss gera sær ein lista yvir tað, ið ungu starvsfólkini skulu læra og duga, áðrenn tey verða sett at arbeiða.
Upplæring eigur at umfata fylgjandi:
- Mannagongdir fyri fyribyrging av óhappum, skaða og øðrum keðiligum hendingum á arbeiðsplássinum
- Hvussu arbeiðið verður útinnað á tryggan og rættan hátt
- Kunning um, hvussu farast skal fram, um eitthvørt er á vási
- Kunning um, hvønn tey ungu skulu venda sær til við spurningum, ivamálum ella um teimum tørvar hjálp.
- Kunning um mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um unga starvsfólkið er fyri keðiligari hending sum t.d. arbeiðsóhappi, illum/ágangandi viðskiftafólki ella øðrum avbjóðingum í arbeiðinum
Upplæringin eigur at fylgja einum skipaðum leisti, har eitt ella fleiri roynd starvsfólk hava ábyrgdina at læra nýggju starvsfólkini upp.
Arbeiðstíð, skúlagongd, steðgir og hvílutíð
Arbeiðstíð hjá 13-16 ára gomlum
13-16 ára gomul kunnu arbeiða í mesta lagi 10 tímar um dagin.
Arbeiðstíðin skal taka atlit til aldur, førleika og menning hjá tí unga, soleiðis at arbeiðið kann útinnast heilsuliga og trygdarliga forsvarligt.
13-16 ára gomul kunnu bert í styttri tíðarskeið arbeiða um náttina (millum 24:00-06:00).
Skúlagongd
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at arbeiði hjá børnum og ungum skal skipast soleiðis, at ungi arbeiðstakarin hevur møguleika at røkja sína skúlagongd. Mælt verður tí til at arbeiðstakarar hava í huga, at arbeiðstímarnir hjá ungum arbeiðstakarum ikki eru so nógvir í tali, at ungdómurin ikki kann røkja sína skúlagongd.
Steðgir hjá 13-16 ára gomlum
Um dagliga arbeiðstíðin fer upp um 4,5 tímar, skal tann ungi (13-16 ár) hava ein steðg uppá í minsta lagi 30 minuttir. Steðgurin skal vera lagdur hóskandi í arbeiðstíðini.
Hvílutíð fyri 13 og 14 ára gomul
Ung 13 og 14 ár skulu hava eina samanhangandi hvílutíð uppá í minsta lagi 14 tímar í samdøgrinum.
Hvílutíð fyri 15 og 16 ára gomul
Ung 15 og 16 ár skulu hava eina samanhangandi hvílutíð uppá í minsta lagi 12 tímar í hvørjum samdøgri.
Frísamdøgur fyri 13-16 ára gomul
Fyri hvørji 7 samdøgur skulu ung 13-16 ár hava tvey samanhangandi frísamdøgur. Hesi frísamdøgur skulu liggja soleiðis, at tey eru hóskandi fyri tey ungu við atliti til aldur og tað arbeiði, hesi útinna. Frísamdøgrini skulu altíð verða skipað soleiðis, at tey eru heilsu- og trygdarliga fult forsvarlig.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir krøvini um arbeiðstíðir, steðgir, hvílutíð og frísamdøgur hjá 13-16 ára gomlum:
Handfaring av amboðum, tólum, evnum og tilfari
Starvsfólk undir 18 ár mugu ikki verða sett at handfara amboð og tól, evni og tilfar og tílíkt, sum kann verða vandamikið fyri unga starvsfólkið.
Undantøk kunnu tó gerast, um ein persónur yvir 18 ár er til staðar í hølunum ella nærhendis tí unga og harvið kann hava eftirlit við og vegleiða tann unga. Tað er tá ein treyt, at hesin persónur yvir 18 ár hevur neyðuga førleikan at handfara tólið, amboðið, evnið ella tilfarið, soleiðis at viðkomandi dugir at meta um, hvørt handfaringin hjá tí unga kann elva til skaða.
Er tann ungi í læru við góðkendum lærusáttmála kann hann handfara amboðini, tá tað verður gjørt sum liður í læruni.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at ung undir 18 ár bert handfara fylgjandi amboð og tól, um hesi eru soleiðis, at teir deilir, ið flyta seg, ikki eru atkomuligir, tá ið maskinan er í nýtslu, og tað ikki eru aðrir vandar við maskinuni:
- Amboð við sag, so sum rundsag, klippi- og skurðamboð, fresara, avrættara, høvil, dreyibonk til metal og træ, breyð- og viðskeraskerara og borimaskinur við størri enn 13mm bori
- Maskinur við stempullíknandi rørslum, so sum mekaniskar-, hydrauliskar- og trýstluftspressur, stansimaskinur, klædnapressur, hoypressu og rusk- ella papppressu og onnur líknandi tól
- Maskinur við opnum valsi ella skrúvu so sum prentmaskinur, strúkirullur til klæðir og líknandi
- Blandi-, máli- og hakkimaskinur og líknandi maskinur, sum t.d. rívimaskinur, sentrifugur, rørimaskinur, deiggjeltimaskinur og kjøthakkimaskinur.
Lyftingar
Um ungu arbeiðstakararnir hava arbeiðsuppgávur, har tey mugu lyfta, hála ella skumpa, eigur atlit at verða tikið til aldur og likamligu menningina hjá unga starvsfólkinum. Ungu arbeiðstakararnir eiga at fáa upplæring í, hvussu tey á heilsu- og trygdarliga forsvarligan hátt lyfta.
Ein góð meginregla at nýta er, at ungir arbeiðstakara kunnu lyfta byrðar, ið viga upp til 12 kg. Viga byrðarnar meir enn hetta, eigur t.d. rulluborð ella sekkjavognur at verða nýtt.
Frámælt arbeiði fyri ung undir 18 ár
Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at ung undir 18 ár:
- Ikki arbeiða einsamøll eftir kl. 20:00
- Ikki gera likamliga tungt arbeiði, ið yvir styttri ella longri tíð er skaðiligt fyri heilsu ella menning hjá tí unga
- Ikki handfara stórar upphæddir av reiðum peningi
- Ikki taka lut í flutningi av peningi
- Ikki arbeiða har vandi er fyri at verða fyri harðskapi, uttan so at annar persónur yvir 18 ár eisini er til staðar
- Ikki handfara motorketusagir, motorrunnaklipparar og líknandi
- Ikki handfara seympistólir og boltpistólir, tó undantikið pistólir til heftiklemmur við einum massa á í mesta lagi 0,3g
- Ikki handfara tól/amboð við einum arbeiðstrýsti á yvir 70 bar (7MPa) at nýta til reingerð, máling, rustviðgerð ella líknandi
- Ikki handfara trukkar, traktorar, sjálvkoyrandi amboð/akfør og líknandi
- Ikki handfara landbúnaðarmaskinur
- Ikki handfara gravimaskinur, dumparar og líknandi
- Ikki handfara pumpivognar, gaffillaðarar, gaffiltrukkar, sópingarmaskinur, reingerðarmaskinur og líknandi
- Ikki handfara maskindrivin lyfti- ella flytitól
- Ikki handfara kranar og onnur lyftitól og spøl, herímillum lyftitól til rørslutarnað
- Ikki handfara mobilar persónslyftarar og arbeiðsplattformar, heingistillass, spøl og líknandi
- Ikki handfara sláimaskinur, plenuklipparar, kantklipparar, trimmarar, kompostkvørnir, saksimaskinur og líknandi
- Ikki handfara útgerð til sveising, ókrútsbrennarar, skeribrennarar ella líknandi útgerð
- Ikki arbeiða við smyrjing, reingerð, umvæling og líknandi á maskinu ella tóli, ið er í gongd og har eitthvørt flytur seg og kann elva til persónskaða
- Ikki arbeiða, har vandi er fyri háspenningsstoyti
- Bert í stutt tíðarskeið og í mesta lagi íalt 30 minuttir hvønn arbeiðsdag handfara vibrerandi amboð/tól, so sum meitilhamara, slaglykil, betonvibrator, klinkuhamara, pussimaskinur ella onnur vibrerandi tól við vibratiónum yvir 130 dB (HA)
- Ikki gera annað arbeiði, ið kann metast at vera vandamikið fyri tann unga
Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at ung undir 18 ár ikki handfara evni og tilfar merkt við einum ella fleiri av hesum vandateknum:
Keðiligar hendingar til arbeiðis
Størsti parturin av føroysku børnum og ungum undir 18 ár sum arbeiða, arbeiða í handli, á matstovum og gistingarhúsum.
Børn og ung, sum í arbeiðinum hava beinleiðis samband við viðskiftafólk, uppliva javnan ónøgd, ótolin og ill viðskiftafólk og eru í serligum vanda fyri at fáa skeld, háðað ella hótt av viðskiftafólki. Ein donsk kanning frá Team Arbejdsliv (2018) vísti, at 2 út av 3 av ungum undir 18 ár, sum arbeiddu í handli, høvdu upplivað at viðskiftafólk høvdu verið keðilig móti sær innan fyri seinastu tríggjar mánaðirnar.
Ung starvsfólk, serliga ungar gentur og ungar kvinnur, uppliva eisini í størri mun enn eldri starvsfólk at viðskiftafólk eru kynsliga ágangandi. Kynsligi ágangurin kann t.d. innibera óynskta neming, óynsktar munnligar áeggjanir til kynsliga samveru ella ósømiligar skemtisøgur og viðmerkingar.
Tær keðiligu hendingarnar, sum ungu starvsfólkini uppliva, kunnu hava stórar neiligar fylgjur fyri sálarligu heilsuna og stravstrivnaðin hjá teim ungu. Tað hevur tí stóran týdning at henda arbeiðsumhvørvisliga avbjóðingin verður tikin í álvara og at arbeitt verður við at fyribyrgja keðiligum hendingum.
Arbeiðsgevarar hava lógarkravda skyldu at leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at vandin fyri at børn og ung eru fyri keðiligum hendingum er so lítil sum gjørligt. Arbeiðsgevarin skal m.a. syrgja fyri at hava greiðar mannagongdir og veit agóða upplæring, soleiðis at ungu starvsfólkini altíð vita, hvat tey skulu gera, um tey uppliva ein keðiligan kunda.
Harafturat eigur arbeiðsgevarin at leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at vandin fyri keðiligum hendingum er væl fyribyrgdur.
Neiligar avleiðingar
Keðiligar upplivingar so sum ill viðskiftafólk ella kynsligur ágangur frá viðskiftafólki kunnu hava neiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsu, trivnað, starvsnøgdsemi og framleidni hjá unga starvsfólkinum. Kynsligur ágangur og aðrar keðiligar upplivingar eru tískil arbeiðsumhvørvisligar avbjóðingar, ið mugu greinast, fyribyrgjast og handfarast.
Fyribyrging og handfaring av keðiligum upplivingum til arbeiðis
Arbeiðsumhvørvislógin áleggur arbeiðsgevarum ábyrgdina at tryggja, at arbeiðsumhvørvið hjá ungum starvsfólkum er bæði likamliga og sálarliga trygt og heilsugott. Hetta kann gerast við at seta fyriskipanir í verk, sum hava til endamál at fyribyrgja keðiligum upplivingum og við at gera eina tilbúgvingarætlan fyri at avmarka neiligu avleiðingunum, ið keðiligar upplivingar kunnu hava fyri unga starvsfólkið.
Starvsfólkapolitikkur um fyribyrging og handfaring av keðiligum hendingum
Fyribyrging og handfaring av keðiligum hendingum á arbeiðsplássinum er treytað av at arbeiðsgevari, leiðsla og øll starvsfólk eru virkin, samstarva og fylgja sama leisti. Um arbeiðsplássið hevur ein starvsfólkapolitikk, verður viðmælt at starvsfólkapolitikkurin eisini umfatar handfaring av keðiligum hendingum, sum henda í sambandinum millum starvsfólk og viðskiftafólk.
Endamálið við at hava keðiligar hendingar við í starvsfólkapolitikkinum er at seta orð á og lýsa evnið keðiligar hendingar, vísa á, hvønn hugburð arbeiðsplássið hevur til keðiligar hendingar og hvussu keðiligar upplivingar skulu fyribyrgjast og handfarast. Øll starvsfólk eiga at kenna og hava atgongd til starvsfólkapolitikkin. Starvsfólkapolitikkurin er við til at skapa rammurnar fyri arbeiðinum at fyribyrgja og handfara hesa arbeiðsumhvørvisligu avbjóðing við at skapa tryggleika, framhald og samanhang í fyribyrgjandi arbeiðinum.
Fylgjandi spurningar kunnu hjálpa arbeiðsplássinum at lýsa evnið nágreiniliga:
- Hvønn hugburð hava vit á arbeiðsplássinum til hendingar, har kundar fara yvir um mørk hjá ungu starvsfólkum okkara?
- Hvat er ein keðilig hending/uppliving?
- Nær fer tað yvir um mark?
- Hvat er at fara yvir um mark?
- Hvat er kynsligur ágangur frá viðskiftafólki?
- Hvussu kunnu vit á arbeiðsplássinum fyribyrgja at viðskiftafólk fremja ágang ella fara yvir um mark?
- Hvat gera vit, tá ið eitt viðskiftafólk hevur framt ágang ella er farið yvir um mark móti einum ungum starvsfólki hjá okkum? (Tilbúgvingarætlan)
Øll starvsfólk eiga at kenna og hava atgongd til starvsfólkapolitikkin.
Skráseting av hendingum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at arbeiðspláss skráseta allar keðiligar hendingar. Endamálið við hesum er at fáa eina mynd av, hvussu stórur trupulleikin er.
Skrásetingin kann at umfata fylgjandi:
- Dagfesting
- Navn á starvsfólki, ið var fyri hendingini
- Klokkutíð
- Dagfesting fyri starvssetan
- Hvar á arbeiðsplássinum hendi tað
- Hvat hendi
- Navn á viðskiftafólki
- Var starvsfólkið einsamalt
- Var nøkur tilbúgving sett í verk
- Hvussu riggaði tilbúgvingin
- Skal hendingin fráboðast til løgregluna ella til Arbeiðs- og brunaeftirlitið
- Starvsfólkið, ið var fyri hendingini eigur saman við leiðara ella trygdarumboði at svara spurningunum.
Fráboðan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Tá ið eitt starvsfólk er komið til skaða í arbeiðstíð og skaðin/óhappið hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava fráboðan um hetta sum skjótast og innan 9 dagar eru farnir. Leinkja til fráboðan er her.
Greining av hendingum
Við at skráseta og síðani greina hendingar ber til at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu ofta keðiligar hendingar koma fyri og undir hvørjum viðurskiftum tær koma fyri. Greiningin kann geva ábendingar um, um tað eru serligar arbeiðsgongdir, økir, starvsfólk, viðskiftafólk, tíðarbil í døgninum ella annað, ið er afturvendandi í hendingunum.
Greiningin kann eisini umfata eina eftirmeting av, hvussu starvsfólk bóru seg at áðrenn, ímeðan og eftir at tilburðurin fór fram. Jú fleiri viðurskifti rundan um tilburðin verða skrásett, jú lættari er tað at finna felagsnevnarar og fyribyrgja fyri at ein líknandi støða endurtekur seg.
Greining av hendingum inniber eina gjøgnumgongd av tí, ið fór fram við at svara ávísum spurningum tengd at tilburðinum.
Greiningin kann t.d. innibera fylgjandi spurningar
- Tal á tilburðum seinastu vikuna/mánaðin/kvartal?
- Tal á kynsligum ágangi?
- Tal á illum/østum viðskiftafólki, ið eru farin um mark?
- Klokkutíð, tá ið hendingin fór fram?
- Eru nøkur felags eyðkenni við viðskiftafólkunum í hendingunum?
- Eru nøkur felags eyðkenni við starvsfólkunum, ið hava verið fyri keðiligum hendingum?
- Er nakað mynstur at síggja í hendingunum?
- Hvat kunnu vit læra av hendingunum?
- Hvat gjørdu vit rætt?
- Hvat kundu vit gjørt øðrvísi?
- Hvat kunnu vit gera fyri at fyribyrgja líknandi hendingum?
- Hvat kunnu vit gera fyri at minka um neiligu avleiðingarnar av hendingini?
Fyribyrgingarætlan
Arbeiðið at fyribyrgja at ung starvsfólk hava keðiligar upplivingar á arbeiðsplássinum eigur at taka støði í tí, sum niðurstøðan av greiningini vísir. Tá ið staðfest er, nær, hvar, hvør, hví og hvussu keðiligu hendingarnar fara fram, ber til at seta ítøkilig fyribyrgjandi fyriskipanir í verk.
Fyribyrgjandi fyriskipanir kunnu t.d. vera:
- At seta eyka fólk inn ávís tíðarskeið
- At vaksin fólk eru til staðar
- Førleikamenning á ávísum økjum
- Broytingar í innrætting
- Broytingar í ávísum mannagongdum
- At starvsfólk læra konflikt niðurtrapping
- Mannagongd fyri handfaring av ónøgdum/illum viðskiftafólki
Tilbúgvingarætlan
Størv, har nógv og tætt samband er millum starvsfólk og viðskiftafólk, innibera vanda fyri at viðskiftafólk fara út um mark og eru keðilig móti ungu starvsfólkunum. Hetta sjálvt um arbeiðsplássið ger nógv burturúr at fyribyrgja keðiligum hendingum. Tí hevur tað stóran týdning at arbeiðsplássið hevur eina tilbúgvingarætlan.
Tilbúgvingarætlanin virkar sum eitt trygdarnet fyri starvsfólkini, tí hevur arbeiðsplássið eina tilbúgvingarætlan, so vita starvsfólkini, at hond verður tikin um tey, skuldu tey verið úti fyri keðiligari hending. Tilbúgvingarætlanin kann eisini verða við til at tryggja, at tilburðurin verður fylgdur upp, bæði í mun til starvsfólkið, til fráboðan til rætta myndugleika og í mun til íverksetan av fyriskipanum at fyribyrgja líknandi hending.
Endamálið við eini tilbúgvingarætlan er at geva starvsfólkum, ið hava verið fyri keðiligari hending, hjálp og stuðul, soleiðis at neiligu avleiðingarnar av hendingini verða avmarkaðar.
Tilbúgvingarætlanin er ein mannagongd, sum greiðir frá, hvussu farast skal fram, tá ið eitt starvsfólk hevur verið fyri keðiligari hending á arbeiðsplássinum. Mannagongdin eigur at vera partur av upplæringini av nýggjum starvsfólkum og øll arbeiðspláss eiga at hava eina tilbúgvingarætlan.
Tilbúgvingarætlanin kann t.d. greiða frá:
- Hvør veitir sálarliga fyrstuhjálp?
- Skal starvsfólkið fylgjast heim - Hvør fylgir starvsfólkinum heim?
- Skulu avvarðandi ella familja hava boð um hendingina?
- Hvørji skulu hava boð og hvør ber teimum boðini?
- Skal fráboðast til løgregluna? - Hvør fráboðar?
- Hvussu við defusing og debriefing?
- Hvør hevur ábyrgdina at skipa fyri tí?
- Skal fráboðast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið? - Hvør fráboðar?
- Hvør kunnar leiðaran um tilburðin? - Nær?
- Hvør kunnar hægstu leiðslu um tilburðin? - Nær?
- Hvør boðar trygdarskipanini frá?
- Skal tilburðurin eftirmetast, so lærast kann av honum? - Hvør skipar fyri?
- Hvør skrásetur tilburðin? – Nær?
- Við sjúkrafráboðan eftir harðskap, hvør varðveitir tá samband við skaðarakta?
- Hvussu ofta skal ætlanin eftirmetast og dagførast?
Tilbúgvingarætlanin eigur at verða dagførd regluliga.
Vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár
Vegleiðingin um arbeiði hjá børnum og ungum kann takast niður her