Børn og ung undir 18 ár

Ungir arbeiðstakarar hava ongar ella lítlar royndir á arbeiðsmarknaðinum. Teirra vitan og tilvitska um møguligar vandar í arbeiðinum er ofta avmarkað og hetta setur ungu arbeiðstakararnar í eina viðbrekna støðu, hvat viðvíkur trygd og heilsu. Tá ið børn og ung undir 18 ár verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin tí tryggja sær, at arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur hjá tí unga eru hóskandi í mun til aldur, menning, førleikar og heilsustøðu hjá tí, ið verður sett/ur í starv. Hetta er fyri at verja ungu arbeiðstakararnar móti møguligum vandum í arbeiðinum.

Afturat teimum vanligu reglunum í arbeiðsumhvørvislógini eru nakrar serligar ásetingar galdandi fyri arbeiðstakarar, ið eru yngri enn 18 ár. 

Børn yngri enn 13 ár

Børn yngri enn 13 ár kunnu ikki verða sett í arbeiði. Hesi kunnu tó fáa samsýning fyri at upptraðka í framførslum og tílíkum av mentanarligum ella listarligum slagi, luttaka í ítróttatiltøkum ella í sambandi við upptøku av filmi ella líknandi.

Fyri børn yngri enn 13 ár skal foreldur/verji geva loyvi í hvørjum einstøkum føri.

Ung, 13 ár og eldri

Ung, ið eru 13 ár ella eldri, kunnu hava lættari arbeiði innan fyri avmarkað sløg av arbeiði og eftir ávísum treytum.

Dømi um hesi eru:

  • Sita við kassa í handli, hála fram vørur, seta vørur á hillar og líknandi lætt arbeiði - tó ikki flyta ella hava pening í varðveitslu uttan fyri handilin
  • Lætt arbeiði við skiljing og pakking av vørum í handli ella á goymslu
  • Lætta avgreiðslu, lætta reingerð, rudding og ganga ørindir á gistingarhúsi og líknandi
  • Tænaraarbeiði, borðreiðing og rudda av á matstovum, kaffihúsum og líknandi
  • Avrudding og uppvask á matstovum, kaffihúsum og líknandi, treytað av at unga starvsfólkið hevur fingið gjølliga upplæring í nýtslu av uppvaskimaskinu og at unga starvsfólkið ikki handfer ídnaðarvaskievni, ið er sera etjandi
  • Lætta matgerð, treytað av at frituran er tryggjað móti at koppa, at gólvið ikki er hált, at góð plássviðurskifti eru, at eldsløkkingarútgerð er við frituruna, og at unga starvsfólkið hevur fingið gjølliga upplæring í nýtslu av m.a. frituru
  • Lætta handliga samanseting, tó ikki sveising
  • Lætt málaraarbeiði, tó ikki sproytmáling
  • Lættari manuelt arbeiði, so sum at pakka posar, brævbjálvar og eskjur
  • Handfaring av reinum klæðum
  • Egning/rekja um
  • Lættari fiskaarbeiði/skilja fisk
  • Útbering av avísum, lýsingum og líknandi
  • Lætt arbeiði innan landbrúk, gartnarí og vakstrarhús
  • Lætt arbeiði at seta bøkur á hillar á bókasøvnum
  • Lætt arbeiði á bóndagarði, tó ikki handfaring av evnum merktum við vandateknum ella organiskum upploysingarevni

Arbeiðsgevarin eigur altíð at gera eina meting av, hvørt aldur og menningarstøði hjá unga starvsfólkinum hóska til tær arbeiðsuppgávur og ábyrgd, ið starvið inniber.

Kunning til foreldur/verja hjá 13 og 14 ára gomlum

Tá ið 13 og 14 ára gomul verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin kunna foreldur/verja um arbeiðið, teir vanlukku- og sjúkuvandar, sum møguliga eru knýttir at arbeiðinum, og um tey tiltøk, sum eru gjørd viðvíkjandi trygd og heilsu. 

Upplæring 

Arbeiðsgevarin hevur skyldu at skipa fyri at børn og ung undir 18 ár fáa upplæring, áðrenn tey verða sett at arbeiða.

Áðrenn børn og ung undir 18 ár byrja sítt arbeiði, skulu tey fáa upplæring og og kunning um møguligar vandastøður og hvussu hesar verða fyribyrgdar. Í upplæringini eigur at verða greitt frá og víst, hvussu arbeiðsuppgávurnar verða útinnaðar á tryggan hátt.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at arbeiðspláss gera sær ein lista yvir tað, ið ungu starvsfólkini skulu læra og duga, áðrenn tey verða sett at arbeiða. 

Upplæring eigur at umfata fylgjandi:

  • Mannagongdir fyri fyribyrging av óhappum, skaða og øðrum keðiligum hendingum á arbeiðsplássinum
  • Hvussu arbeiðið verður útinnað á tryggan og rættan hátt
  • Kunning um, hvussu farast skal fram, um eitthvørt er á vási
  • Kunning um, hvønn tey ungu skulu venda sær til við spurningum, ivamálum ella um teimum tørvar hjálp.
  • Kunning um mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um unga starvsfólkið er fyri keðiligari hending sum t.d. arbeiðsóhappi, illum/ágangandi viðskiftafólki ella øðrum avbjóðingum í arbeiðinum

Upplæringin eigur at fylgja einum skipaðum leisti, har eitt ella fleiri roynd starvsfólk hava ábyrgdina at læra nýggju starvsfólkini upp.

Váttan um upplæring og kunning

Áðrenn ung undir 18 ár byrja at arbeiða, skal arbeiðsgevarin geva upplæring í arbeiðinum og kunna um møguligar vandastøður og hvussu tær verða fyribyrgdar. Arbeiðsgevarin og tann, sum er yngri enn 18 ár, skulu skrivliga vátta, at upplæring og kunning eru farin fram. Arbeiðsgevarin skal goyma váttanina og vísa hana fram, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið krevur tað. Tak váttanina niður her.

Arbeiði og skúlagongd

Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at arbeiði hjá børnum og ungum skal skipast soleiðis, at ungi arbeiðstakarin hevur møguleika at røkja sína skúlagongd. Mælt verður tí til at arbeiðstakarar hava í huga, at arbeiðstímarnir hjá ungum arbeiðstakarum ikki eru so nógvir í tali, at ungdómurin ikki kann røkja sína skúlagongd.

Handfaring av amboðum, tólum, evnum og tilfari

Starvsfólk undir 18 ár mugu ikki verða sett at handfara amboð og tól, evni og tilfar og tílíkt, sum kann verða vandamikið fyri unga starvsfólkið.

Undantøk kunnu tó gerast, um ein persónur yvir 18 ár er til staðar í hølunum ella nærhendis tí unga og harvið kann hava eftirlit við og vegleiða tann unga. Tað er tá ein treyt, at hesin persónur yvir 18 ár hevur neyðuga førleikan at handfara tólið, amboðið, evnið ella tilfarið, soleiðis at viðkomandi dugir at meta um, hvørt handfaringin hjá tí unga kann elva til skaða.

Er tann ungi í læru við góðkendum lærusáttmála kann hann handfara amboðini, tá tað verður gjørt sum liður í læruni.

Tilmæli um handfaring av amboðum, tólum, evnum og tilfari

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at ung undir 18 ár bert handfara fylgjandi amboð og tól, um hesi eru soleiðis, at teir deilir, ið flyta seg, ikki eru atkomuligir, tá ið maskinan er í nýtslu, og tað ikki eru aðrir vandar við maskinuni:

  • Amboð við sag, so sum rundsag, klippi- og skurðamboð, fresara, avrættara, høvil, dreyibonk til metal og træ, breyð- og viðskeraskerara og borimaskinur við størri enn 13mm bori
  • Maskinur við stempullíknandi rørslum, so sum mekaniskar-, hydrauliskar- og trýstluftspressur, stansimaskinur, klædnapressur, hoypressu og rusk- ella papppressu og onnur líknandi tól
  • Maskinur við opnum valsi ella skrúvu so sum prentmaskinur, strúkirullur til klæðir og líknandi
  • Blandi-, máli- og hakkimaskinur og líknandi maskinur, sum t.d. rívimaskinur, sentrifugur, rørimaskinur, deiggjeltimaskinur og kjøthakkimaskinur

Arbeiði, ið ung undir 18 ár ikki eiga at gera

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at ung undir 18 ár:

  • Ikki arbeiða einsamøll eftir kl. 20:00
  • Ikki gera likamliga tungt arbeiði, ið yvir styttri ella longri tíð er skaðiligt fyri heilsu ella menning hjá tí unga
  • Ikki handfara stórar upphæddir av reiðum peningi
  • Ikki taka lut í flutningi av peningi
  • Ikki arbeiða har vandi er fyri at verða fyri harðskapi, uttan so at annar persónur yvir 18 ár eisini er til staðar
  • Ikki handfara motorketusagir, motorrunnaklipparar og líknandi
  • Ikki handfara seympistólir og boltpistólir, tó undantikið pistólir til heftiklemmur við einum massa á í mesta lagi 0,3g
  • Ikki handfara tól/amboð við einum arbeiðstrýsti á yvir 70 bar (7MPa) at nýta til reingerð, máling, rustviðgerð ella líknandi
  • Ikki handfara trukkar, traktorar, sjálvkoyrandi amboð/akfør og líknandi
  • Ikki handfara landbúnaðarmaskinur
  • Ikki handfara gravimaskinur, dumparar og líknandi
  • Ikki handfara pumpivognar, gaffillaðarar, gaffiltrukkar, sópingarmaskinur, reingerðarmaskinur og líknandi
  • Ikki handfara maskindrivin lyfti- ella flytitól
  • Ikki handfara kranar og onnur lyftitól og spøl, herímillum lyftitól til rørslutarnað
  • Ikki handfara mobilar persónslyftarar og arbeiðsplattformar, heingistillass, spøl og líknandi
  • Ikki handfara sláimaskinur, plenuklipparar, kantklipparar, trimmarar, kompostkvørnir, saksimaskinur og líknandi
  • Ikki handfara útgerð til sveising, ókrútsbrennarar, skeribrennarar ella líknandi útgerð
  • Ikki arbeiða við smyrjing, reingerð, umvæling og líknandi á maskinu ella tóli, ið er í gongd og har eitthvørt flytur seg og kann elva til persónskaða
  • Ikki arbeiða, har vandi er fyri háspenningsstoyti
  • Bert í stutt tíðarskeið og í mesta lagi íalt 30 minuttir hvønn arbeiðsdag handfara vibrerandi amboð/tól, so sum meitilhamara, slaglykil, betonvibrator, klinkuhamara, pussimaskinur ella onnur vibrerandi tól við vibratiónum yvir 130 dB (HA)
  • Ikki gera annað arbeiði, ið kann metast at vera vandamikið fyri tann unga

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at ung undir 18 ár ikki handfara evni og tilfar merkt við einum ella fleiri av hesum vandateknum:

Arbeiðstíð, steðgir og hvílutíð

Arbeiðstíð hjá 13-16 ára gomlum

13-16 ára gomul kunnu arbeiða í mesta lagi 10 tímar um dagin.

Arbeiðstíðin skal taka atlit til aldur, førleika og menning hjá tí unga, soleiðis at arbeiðið kann útinnast heilsuliga og trygdarliga forsvarligt.

13-16 ára gomul kunnu bert í styttri tíðarskeið arbeiða um náttina (millum 24:00-06:00).

Steðgir hjá 13-16 ára gomlum

Um dagliga arbeiðstíðin fer upp um 4,5 tímar, skal tann ungi (13-16 ár) hava ein steðg uppá í minsta lagi 30 minuttir. Steðgurin skal vera lagdur hóskandi í arbeiðstíðini.

Hvílutíð fyri 13 og 14 ára gomul

Ung 13 og 14 ár skulu hava eina samanhangandi hvílutíð uppá í minsta lagi 14 tímar í samdøgrinum.

Hvílutíð fyri 15 og 16 ára gomul

Ung 15 og 16 ár skulu hava eina samanhangandi hvílutíð uppá í minsta lagi 12 tímar í hvørjum samdøgri.

Frísamdøgur fyri 13-16 ára gomul

Fyri hvørji 7 samdøgur skulu ung 13-16 ár hava tvey samanhangandi frísamdøgur. Hesi frísamdøgur skulu liggja soleiðis, at tey eru hóskandi fyri tey ungu við atliti til aldur og tað arbeiði, hesi útinna. Frísamdøgrini skulu altíð verða skipað soleiðis, at tey eru heilsu- og trygdarliga fult forsvarlig.

 Niðanfyri er eitt yvirlit yvir krøvini um arbeiðstíðir, steðgir, hvílutíð og frísamdøgur hjá 13-16 ára gomlum:

Lyftingar

Um ungu arbeiðstakararnir hava arbeiðsuppgávur, har tey mugu lyfta, hála ella skumpa, eigur atlit at verða tikið til aldur og likamligu menningina hjá unga starvsfólkinum. Ungu arbeiðstakararnir eiga at fáa upplæring í, hvussu tey á heilsu- og trygdarliga forsvarligan hátt lyfta. 

Ein góð meginregla at nýta er, at ungir arbeiðstakara kunnu lyfta byrðar, ið viga upp til 12 kg. Viga byrðarnar meir enn hetta, eigur t.d. rulluborð ella sekkjavognur at verða nýtt.

Vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár

Vegleiðingin um arbeiði hjá børnum og ungum kann takast niður her