Tøknilig hjálpartól
Hugtakið ‘tøknilig hjálpartól’ fevnir um tekniskan útbúnað í breiðastu merking – frá stigum, byggipallum, kranum, trukkum, elevatorum og til størri ídnaðarskipanir so sum dampketlar og frystiskipanir.
Tøknilig hjálpartól skulu verða framleidd og skulu kunna nýtast soleiðis, at tey eru fult forsvarlig viðvíkjandi trygd og heilsu. Reglurnar fyri nýtslu galda eisini fyri umsiting, reingerð, umvæling o.a.
Viðurkendir normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu verða fylgd.
Arbeiðsumhvørvislóggávan krevur, at nøkur ávís tøknilig hjálpartól eru undir regluligum eftirliti av løggildum serkønum fólki – og viðhvørt av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Lyftitól og elevatorar
Elevatorar
Elevatorar eru innbygd tøknilig hjálpartól, sum eru ætlað til at flyta fólk og/ella góðs millum hæddir í bygningum.
Harumframt eru fleiri sløg av lyftitólum, sum eru ætlað til at hjálpa við flutningi av fólki við rørslutarni.
Serstøk kunngerðir er galdandi fyri innrætting, uppseting og nýtslu av elevatorum - sí:
Nýggir elevatorar til flutning av fólki og/ella góðsi, sum verða settir upp, skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, soleiðis at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera uppsetingareftirlit. Fylgir innrættingin av elevatorinum teimum galdandi reglunum, verður hann góðkendur til rakstur í 2 ár.
Eftirlit
2. hvørt ár ger Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlit við góðkendum elevatorum fyri at tryggja, at teir verða hildnir í lógarkravdum standi og regluliga verða skoðaðir av einum løggildum virki.
Um elevatorurin framvegis er í tí kravda standinum, verður góðkenningn longd í 2 ár afturat.
Yvirlit yvir løggild virki:
Kranar, onnur lyftiútgerð og spøl
Kranar, onnur lyftiútgerð og spøl skulu við atliti til konstruktión, tilgerð, útgerð, trygdarútgerð og støðufesti verða innrættað soleiðis, at tey í teimum umstøðunum, har sum tey eftir ætlan skulu verða nýtt, verða sett upp, nýtt, viðlíkahildin og umvæld á ein trygdar- og heilsuliga fult forsvarligan hátt.
Merking
Allir kranar, onnur lyftiútgerð og spøl skulu, tá ið tey verða latin til nýtslu ella framsýning her í landinum, verða haldgott og týðiliga merkt við í minsta lagi hesum upplýsingum:
- navni og bústaði hjá framleiðaranum
- framleiðsluári
- raðnummari og sniðmerki
- størstu loyvdu arbeiðslast (SWL)
- møguligum lastbólkum
- Beriútgerð, sum er partur av eini lyftiútgerð ella spæli, skal merkjast. Har hetta ikki er møguligt, skal útvegarin lata
- skjal ella talvur við, sum innihalda neyðuga váttan og upplýsingar.
Tá lyftiútgerð og spøl verða útflýggjað, skal nýtsluleiðbeining fylgja við, sum er neyðug fyri, at hesi kunnu verða nýtt, flutt og sett upp uttan ampa fyri trygd og heilsu og kunnu verða hildin í forsvarligum standi.
Uppseting og lastroynd
Uppseting og niðurtøka av lyftiútgerð og spølum má bert gerast av einum væl skikkaðum persóni. Uppseting og niðurtøka skal gerast forsvarliga og sambært leiðbeining frá útvegaranum.
Fráboðan og eftirlitsbók
Nýggj lyftiútgerð og spøl mugu ikki takast í nýtslu, fyrr enn tey eru fráboðað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Tann, ið stendur fyri uppsetingini av lyftiútgerðini ella spælinum, hevur skyldu at boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá. Við eigaraskifti liggur hendan skyldan tó hjá nýggja eigaranum.
Fráboðanin skal gerast á eitt serligt fráboðanarskjal, ið fæst frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Fráboðanin skal sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Nýtsla
Eigarar og brúkarar av lyftiútgerð og spølum skulu tryggja sær, at hesi verða brúkt á ein forsvarligan hátt við atliti til trygd og heilsu í samsvari við nýtsluleiðbeiningina frá útvegaranum og við umhugsni til tær galdandi umstøðurnar.
Lyftiútgerð og spøl mugu bert nýtast til persónlyfting, um so er, at hesi eru innrættað til endamálið.
Lyftiútgerð og spøl, har kranaføraraprógv verður kravt, mugu bert verða ansað av einum persóni við slíkum prógvi sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.
Sí meira á síðu um vinnukrøv til kranar.
Viðlíkahald og kanning
Lyftiútgerð og spøl skulu verða hildin í einum slíkum standi, at tey við atliti til trygd og heilsu eru fult forsvarlig. Kanning og viðlíkahald skulu gerast eftir leiðbeiningi frá útvegaranum. Í minsta lagi hvønn 12. mánað skal ein høvuðskanning verða gjørd av útvegaranum ella øðrum serkønum fólki.
Lyftiútgerð, sum verður brúkt uttandura, skal, tá hendan er 10 ára gomul roknað frá framleiðsluárinum, gjøgnum eina høvuðskanning av serligum serkønum fólki sbrt. § 24 (10 ára kanning). Hendan kanningin kemur ístaðin fyri 12 mánaðar kanningina sama ár.
Yvirlit yvir løggild virki:
Gaffiltrukkar
Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar eru teknisk hjálpartól, sum hava mekaniska byrðarlyfting øðrumegin við loddrættari mastur (stólpa) og hava mekaniska koyring.
Gaffiltrukkar eru fevndir av vanligu reglunum um tøknilig hjálpartól í kunngerð um nýtslu av tekniskum hjálpartólum. Hetta merkir m.a. at:
- Útvegarin skal við sølu, leigu ella láni av gaffiltrukki altíð lata eina skrivliga nýtsluleiðbeining á føroyskum máli. Tó so er eisini loyvt at nýta danskt, norskt og svenskt, tá ið greitt verður frá handfaring, nýtslu og viðlíkahaldi av gaffiltrukkinum.
- Trukkurin skal verða hildin við líka 12. hvønn mánað av einum løggildum serkønum, soleiðis at trukkurin altíð er í góðum og forsvarligum standi. Leiðbeiningarnar frá útvegaranum og galdandi reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um kanning og viðlíkahald skulu verða fylgdar.
Innandurakoyring við trukkum, ið nýta brennievnismotorar, er ikki loyvd sambært kunngerð nr. 76 frá 11. august 1999 um koyring innandura við trukki.
Eldrivnir trukkar krevja ikki eyka ventilatión í teimum rúmunum, har teir verða nýttir. Tá ið teir skulu løðast av ravløðarum (akkumulatorum), skal hetta tó einans verða gjørt í rúmum við sera góðari ventilatión.
Gaffiltrukkar mugu einans verða nýttir av persónum við loyvisbrævi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.
Sí eisini síðu um vinnubræv til gaffiltrukk
Yvirlit yvir løggild virki:
Persónslyftur
Persónslyftur við arbeiðspalli verða brúktar til at lyfta persónar og tilfar í eina hóskandi arbeiðshædd fyri at útinna eitt tíðaravmarkað arbeiði so sum viðlíkahald og umvæling. Persónslyfturnar eru sum oftast festar beinleiðis á eitt motordrivið akfar ella á ein undirvogn, sum kann flytast.
Persónslyftur eru fevndar av vanligum reglum um tøknilig hjálpartól í kunngerð um innrætting av tekniskum hjálpartólum og kunngerð um nýtslu av tekniskum hjálpartólum. Hetta merkir m.a. at:
- Útgerðin skal hava CE merking og skal lúka krøvini til at verða seld á evropeiska marknaðinum.
- Útvegarin skal við sølu, leigu ella láni altíð lata eina skrivliga nýtsluleiðbeining á føroyskum máli (eisini er loyvt at nýta danskt, norskt og svenskt mál), ið greiðir frá handfaring, nýtslu og viðlíkahaldi.
- Nýggar flytiligar persónslyftur mugu ikki verða tiknar í nýtslu, fyrr enn tær eru fráboðaðar Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Nýggj fráboðan skal gerast áðrenn nýtslu í sambandi við eigaraskifti ella umbygging og umvæling av týdningi.
- Ein persónslyft skal verða hildin við líka av einum av løggildum serkønum fólki úr Arbeiðs- og brunaeftirlitinum 12. hvønn mánað, soleiðis at hon altíð er í góðum og forsvarligum standi. Leiðbeiningarnar frá útvegaranum og galdandi reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um kanning og viðlíkahald skulu verða fylgdar.
Loyvisbræv krevst ikki fyri at nýta eina persónslyft. Ung undir 18 ár mugu tó ikki nýta eina persónslyft sjálvstøðugt.
Er talan um eina persónslyft, ið eisini kann verða nýtt sum t.d. trukkur ella krani, so kevjast loyvisbrøv til hesi vinnutólini, um persónslyftin verður nýtt til tey endamálini.
Yvirlit yvir løggild virki:
Billyftur
Billyftur verða brúktar til at lyfta bilar og onnur akfør í eina hóskandi arbeiðshædd fyri at útinna eitt tíðaravmarkað arbeiði so sum viðlíkahald og umvæling.
Billyftur eru fevndar av vanligum reglum um tøknilig hjálpartól í kunngerð um nýtslu av tekniskum hjálpartólum. Hetta merkir m.a. at:
- Útvegarin skal við sølu, leigu ella láni altíð lata eina skrivliga nýtsluleiðbeining á føroyskum máli (eisini er loyvt at nýta danskt, norskt og svenskt mál), ið greiðir frá handfaring, nýtslu og viðlíkahaldi.
- Nýggjar billyftur mugu ikki verða tiknar í nýtslu, fyrr enn tær eru fráboðaðar Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Nýggj fráboðan skal verða gjørd áðrenn nýtslu í sambandi við eigaraskifti ella umbygging og umvæling av týdningi.
- Ein billyfta skal verða hildin við líka av einum løggildum serkønum fólki, soleiðis at hon altíð er í góðum og forsvarligum standi. Leiðbeiningarnar frá útvegaranum og galdandi reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um kanning og viðlíkahald skulu verða fylgdar.
Yvirlit yvir løggild virki:
Trýstberandi útbúnaður
Um trýstberandi útbúnað
rýstberandi skipanir er eitt felagsheiti fyri trýstíløt, køliskipanir, dampketlar, rørskipanir og aðra líknandi útgerð, ið er trýstberandi.
Frá 25. august 2018 er hetta økið skipað sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði, sí kunngerðina her.
Kunngerðin ásetur nøkur yvirskipað felagskrøv og allýsingar fyri alla trýstberandi útgerð, ið hevur hægri trýst enn 0,5 bar.
Ávís krøv og skyldur áliggja teimum, sum eiga og reka slíka útgerð – til dømis skulu dampketlar eftirhyggjast við jøvnum millumbilum av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og køli- og frystiskipanir skulu verða undir regluligum eftirliti av løggildum køliveitarum og verða eftirhugdar av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við jøvnum millumbilum.
Harumframt er tað eitt krav, at slík útgerð hevur eina eftirlitsbók, har rakstur, viðlíkahald og broytingar greitt síggjast.
Dampketlar
Hvat er ein dampketil?
Ein dampketil er eitt hylki ella ein rørskipan, sum er ætlað til framleiðslu av vatndampi ella ovurheitum vatni, við einum hita á meira enn 110 stigum C, ið skal nýtast uttanfyri sjálvan ketilin. Hitin til skipanina verður tilførdur við einari brennitilgongd ella við ravmagni.
Umleið 30 virknir dampketlar eru í Føroyum. Talan er sum oftast um trýstberandi útbúnað, ið verður nýttur til ymiska framleiðslu ella t.d. sóttreinsan av rørskipanum.
Talan er oftast um útgerð við sera høgum trýsti. Neyðugt er tískil, at útgerðin verður væl hildin og er undir regluligum eftirliti fyri at fyribyrgja vanda fyri lekum av vatndampi ella beinleiðis spreinging,
Dampketlar verða flokkaðar í eftirlitsflokkarnar A.
Uppsetingareftirlit
Áðrenn ein dampketil ella tilhoyrandi rørskipan verður tikin í nýtslu, annaðhvørt sum nýggj, munandi umbygd ella aftaná eina flyting, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera eitt uppsetingareftirlit av ketlinum og tilhoyrandi skipanum.
Endamálið við uppsetingareftirlitinum er at kanna, um trýstberandi útbúnaðurin er settur upp sambært galdandi lóggávu - og tískil er tryggur at taka í nýtslu.
Tá ið hetta er gjørt, og ongin avgerandi atlit tala ímóti, verður loyvi givið til at taka skipanina í nýtslu.
Reglulig eftirlit
Dampketlar verða flokkaðar í eftirlitsklassunum A-C. Flokkingin verður gjørd samsvarandi pkt. 3 í skjali 3 til kunngerð um uppseting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði.
Aftaná at dampketlar í eftirlitsklassunum A-B (sum eru teir vanligastu klassarnir) eru tiknir í nýtslu, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera:
- Eftirlit (eftersyn) hvørt ár samsvarandi pkt 2.1 í skjali 4 til kunngerð um uppseting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði.
- Eftirskoðan (besigtigelse) 4. hvørt ár samsvarandi pkt 2.2 í skjali 4 til kunngerð um uppseting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði.
- Trýstroynd 8. hvørt ár, samsvarandi pkt 2.3 í skjali 4 til kunngerð um uppseting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði.
Frysti-/køliskipanir
Hvat er ein frysti-/køliskipan?
Ein frysti-/køliskipan er trýstberandi útbúnaður, ið við hjálp av einum kølievni hevur til endamáls at køla niður t.d. í samband við framleiðslu ella goymslu. Vanligastu kølievnini eru ammoniakk ella CO2.
Vanliga er frysti-/køliskipanin ein heild, ið er sett saman av fleiri ymiskum trýstberandi staklutum – rørskipan, trýstíløt, kompressarar v.m.
Sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði eru serlig krøv galdandi fyri frysti-/køliskipanir við meira enn 2,5 kg av kølievni.
Uppsetingareftirlit
Áðrenn ein frysti-/køliskipan ella tilhoyrandi rørskipan verður tikin í nýtslu, annaðhvørt sum nýggj, munandi umbygd ella aftaná eina flyting, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera eitt uppsetingareftirlit.
Endamálið við uppsetingareftirlitinum er at kanna, um trýstberandi útbúnaðurin er settur upp sambært galdandi lóggávu - og tískil er tryggur at taka í nýtslu.
Tá ið hetta er gjørt, og ongin avgerandi atlit tala ímóti, verður loyvi givið til at taka skipanina í nýtslu.