Brunasýn av bygningum í nýtslu
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fremur brunasýn av øllum alment atkomuligum bygningum í nýtslu og bygningum, ið hýsa eldhættisligum virksemi. Hetta verður kallað rakstrarsýn. Til eitt rakstrarsýn verður hugt eftir, um brunatrygdin er í lagi.
Í øllum bygningum, har fólk koma saman, hyggur Arbeiðs- og brunaeftirlitið m.a. eftir fylgjandi viðurskiftum:
- Um bjargingarøkið til m.a. brandbilar er frítt og ruddiligt
- Um ásetta vatnveitingin er í lagi
- Um rýmingarbreiddir svara til loyvda fólkatalið í hølinum
- Um minst 2 rýmingarleiðir eru, og at tær eru hvør fyri seg
- Um hurðarnar í rýmingarleiðunum lata upp úteftir
- Um rýmingarleiðirnar eru fríar, ruddiligar og nøktandi upplýstar bæði inni og úti
- Um hurðar kunnu læsast upp innanífrá uttan lykil ella amboð
- Um rýmingarhurðar, sum ikki verða nýttar dagliga, eru merktar ”NEYÐÚTGONGD”
- Um neyðútgongdir ella skelti eru fjald av garðinum ella øðrum
- Um bjargingarop eru í uppihaldsrúmum
- Um slanguskáp javnan verða kannað og roynd
- Um uppheingingarstøð til CO2- og pulvursløkkjarar eru merkt eftir ásetingunum
- Um CO2- og pulvursløkkjarar eru kannaðir eina ferð um árið og útskiftir 5. hvørt ár
- Um tøknirúm eru ruddulig/frí fyri óruddi
- Um byggiligar broytingar, ið gjørdar eru nýliga, eru sýnaðar av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
- Um brunavandamiklar goymslur eru, og um tær eru lógliga innrættaðar
- Um starvsfólk eru kunnað um reglur, staðseting og nýtslu av sløkkiútgerð
- Um brunaætlan er, ið sýnir rýmingarleiðir, bjargingarop og staðseting av sløkkiútgerð
Afturat teimum vanligu brunakrøvunum, ið eru nevnd omanfyri, eru serlig krøv galdandi fyri:
- Gistingarhús (bygningar og gistingardeildir, ið rúma fleiri enn 10 sovi- ella seingjarplássum, og stovnar, har rørslutarnað kunnu koma)
- Samkomuhús (bygningar og høli, har nógv fólk koma saman)
Um sýnið vísir, at viðurskifti eru, sum kunnu elva til serligan vanda fyri bruna, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið forbjóða virkseminum ella geva forboð fyri, at bygningar ella partar av bygningum, hølum ella mannaverki verða nýtt, til brekið er rættað.
Tá ið talan er um eitt lítið brek, ið hevur minni upp á seg, verða skrivlig boð givin um at rætta brekið innan eitt ávíst tíðarskeið.