Arbeiðsumhvørvi

Hugtakið arbeiðsumhvørvi fevnir um øll tey viðurskifti, treytir og umstøður á arbeiðsplássinum, sum hava eina likamliga ella sálarliga ávirkan á starvsfólk.

Við øðrum orðum er arbeiðsumhvørvi summurin av øllum tí, ið kann ávirka starvsfólk á einum arbeiðsplássi.

Fyri at verja starvsfólk móti møguligum neiligum ávirkanum, ið arbeiðið kann hava við sær, hava vit í Føroyum løgtingslógina um arbeiðsumhvørvi, vanliga nevnd arbeiðsumhvørvislógin.

Endamálið við arbeiðsumhvørvislógini er at skapa eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi, sum altíð samsvarar við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum. Harafturat er endamálið at skapa grundarlag fyri at arbeiðspláss sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar. Leikluturin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í hesum er at fremja eftirlit og veita vegleiðing. 

Sambært arbeiðsumhvørvislógini er tað altíð arbeiðsgevarin, ið hevur evstu ábyrgd av at tryggja, at arbeiðsumhvørvið er trygt og heilsugott. Yvirheldur arbeiðsgevarin ikki sína skyldur, kann hetta føra til revsing.