Málsviðgerðin
Vanlukkutryggingarráðið skal taka avgerð í málum innan 2 ár. Freistin er lógarásett. Í ávísum førum kann tað verða neyðugt at taka eina fyribils avgerð, um ikki er møguligt at halda ásettu freistina.
Avgerðartíðin veldst um, hvussu skjótt neyðugu upplýsingarnar, t.d. læknaváttanir, verða fingnar til vega. Av royndum kann tað taka langa tíð at fáa til vega lækna- og serlæknaváttanir í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyrireikar mál at leggja fyri Vanlukkutryggingarráðið á fund hvørja viku,
Avgerð um, hvørt talan er um arbeiðsskaða/vinnusjúku.
Tá ið skaðafráboðan og lækna-/tannlæknaváttan eru móttikin, verður avgerð tikin um, hvørt talan er um arbeiðsskaða/vinnusjúku.
Verður viðurkent, at talan er um arbeiðsskaða/vinnusjúku, sum gevur rætt til veitingar sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, boðar Arbeiðs- og brunaeftirlitið tryggjaða og tryggingarfelagnum/sjálvtryggjaða almenna arbeiðsgevaranum/Vinnusjúkugrunninum frá hesum.
Tilgongd aftaná at avgerð er tikin um, at talan er um arbeiðsskaða/vinnusjúku
Tá støða er tikin til hvørt talan arbeiðsskaða/vinnusjúku, ið er fevnt av arbeiðsskaðatryggingarlógini, fær Arbeiðs- og brunaeftirlitið til vega nýggja lækna-/tannlæknaváttan, sum skal lýsa, hvørt støðan hjá tryggjaða er so mikið støðug ella varandi, at avgerð kann takast um skaðabót fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri.
Í hesum sambandi verður heitt á tryggjaða sjálvan um at senda ráðnum læknaváttan II:
Vegleiðandi meting frá Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring
Í serligum førum metir ráðið tað neyðugt at leggja arbeiðsskaðamál fyri “Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring” í Danmark, við tí í hyggju at fáa eina vegleiðandi meting, t.d. um menistigið ella óvinnuførið.
Tað tekur vanliga uml. 6 mðr. at fáa eina slíka vegleiðandi til vega.