- Sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
- Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum
- Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
- Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
- Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
- Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
- Sálarligt arbeiðsumhvørvi og innrætting
- Kynsligur ágangur
- Kynsligur ágangur á heilsu- og røktarstarvsfólk
- Strongd
- Harðskapur og hóttanir
- Happing
- Broytingar á arbeiðsplássinum
- Sálarlig fyrstahjálp
- Lóggáva
Sálarligt arbeiðsumhvørvi
Sambært kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi skal arbeiðið í øllum liðum verða lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum, bæði út frá einari einstakari og einari samlaðari meting, eru trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligar.
Hetta merkir, at okkara arbeiðsumhvørvi skal vera trygt og heilsugott, og at vit skulu ikki koma til skaða ella blíva illa fyri í okkara arbeiði ella av okkara starvi.
Ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum
Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
Ógreið krøv og mótstríðandi krøv
Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
Ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum eru ávirkanir, ið standast í sambandi við:
1) Háttinum sum arbeiðið er lagt til rættis og skipað á.
2) Skipanarligum viðurskiftum, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum.
3) Innihaldinum í arbeiðinum, herundir krøvunum í arbeiðinum.
4) Háttinum, sum arbeiðið verður útint á.
5) Menniskjaligu sambondunum í arbeiðinum.
Hátturin, sum arbeiðið er lagt til rættis og skipað á, snýr seg um, hvussu bæði leiðsla og starvsfólk skipa og leggja arbeiðið til rættis. Hetta snýr seg t.d. um, hvør skal loysa hvørjar arbeiðsuppgávur, hvussu tær skulu loysast, hvørjum tær skulu loysast saman við, í hvørjari góðsku, hvussu arbeiðið verður samskipað millum toymir ella deildir, eins og hvørjar møguleikar starvsfólk hava fyri ávirkan á uppgávuloysingina. Hetta snýr seg eisini um stuðul og afturboðan frá starvsfelagum og leiðslu, umframt hvørja upplæring og leiðbeining starvsfólk fáa í sambandi við arbeiðið.
Skipanarligu viðurskiftini, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum, eru at skilja sum t.d. arbeiðstíð, steðgir, leiðsluviðurskifti sum virkisætlan, samskifti og starvsfólkapolitikkur, umframt møguleikar fyri ávirkan og samstarv á bygnaðarligum stigi.
Innihaldið í arbeiðinum er m.a. at skilja sum ítøkiligu uppgávurnar, sum starvsfólk skulu loysa, herundir krøvini, sum uppgávurnar seta starvsfólkunum. Hetta kunnu t.d. vera krøv til arbeiðsferð og arbeiðsmongd, kenslulig krøv, umframt krøv til hugsan, neyvleika, hugsavnan og uppmerksemi.
Menniskjaligu sambondini eru at skilja sum bæði sambond innanhýsis á arbeiðsplássinum og við borgarar, viðskiftafólk, sjúklingar og onnur.