Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst

Ávísar umstøður, viðurskifti og treytir á arbeiðsplássinum vísa seg at hava negativa ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Millum hesi eru stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst.

Sambært kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi eru stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst ein ójavnvág millum tað arbeiði, sum skal útinnast og ta tíð, sum er til taks at útinna arbeiðið í.

Fyri at talan skal vera um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst, skal ójavnvágin hava við sær, at starvsfólk arbeiða:

  • intensivt, t.d. í høgari ferð ella uttan steðgir til at hvíla seg í, ella
  • í nógvar tímar, soleiðis at hetta ávirkar møguleikan fyri hvíld.

Samansetingin av stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti kann hava neiligar avleiðingar fyri heilsu og trygd hjá starvsfólkunum, serliga um stóra arbeiðsbyrðan og tíðarntrýstið eru áhaldandi yvir longri tíðarskeið.

Tekin um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst

Fleiri tekin eru, ið kunnu geva ábendingar um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst. Hesi tekin kunnu hjálpa arbeiðsgevaranum at fáa eyga avbjóðingarnar, áðrenn tær gerast til ein trupulleika.

Um niðanfyristandandi tekin koma fyri á arbeiðsplássinum, er umráðandi at fáa greiðu á, um hesi eru tekin um stóra arbeiðsbyrðu og tíðarneyð, ella um tey snúgva seg um eitthvørt annað.

  • Týðandi uppgávur verða ikki avgreiddar
  • Týðandi freistir verða ikki hildnar
  • Tænastu- ella góðskustøðið verður ikki hildið
  • Mistøk henda í arbeiðinum
  • Leiðsla ella starvsfelagar klaga um avrikað arbeiði
  • Viðskiftafólk, borgarar, avvarðandi ella samstarvsfelagir klaga um avrikað arbeiði
  • Konfliktir eru við viðskiftafólk, borgarar, avvarðandi ella samstarvsfelagar
  • Konfliktir ella samstarvstrupulleikar eru á arbeiðsplássinum
  • Tað eru starvsfólk, sum í tíðarskeiðum ikki hava stundir at halda støðg
  • Tað eru starvsfólk, sum í tíðarskeiðum arbeiða sera nógvar tímar
  • Arbeiðsóhapp ella nær-óhapp eru
  • Sjúkrafráveran er høg
  • Tað er stór útskifting av starvsfólki

Fyri einstaka starvsfólkið kunnu fylgjandi vera tekin um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst:

  • Trupulleikar at hugsavna seg
  • Trupulleikar at minnast
  • Manglandi yvirlit
  • Ringt lag og erkvisni
  • Ein kensla av at ikki røkka til fakliga
  • Lyndi til at avbyrgja seg sosialt
  • Manglandi yvirskot til virksemi uttan fyri arbeiðstíð
  • Trupulleikar við at sleppa tonkunum um arbeiði, tá ein hevur frí
  • Svøvntrupulleikar

Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst kunnu eisini økja um vanda fyri arbeiðsóhappum. Arbeiðsóhappini kunnu m.a. vera fall- og snávan, ferðsluóhapp, óhapp í sambandi við nýtslu av amboðum, maskinum og tólum ella at verða fyri harðskapi framdur av t.d. sjúklingi ella borgara.

Ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum

Arbeiðsgevarin hevur lógarkravda skyldi at tryggja, at arbeiðið er skipað og lagt til rættis á ein hátt, ið er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligur yvir styttri og longri tíðarskeið. Hetta merkir, at arbeiðsgevarin skal skipa og tilrættisleggja arbeiðið soleiðis, at arbeiðsbyrðan og tíðartrýstið á arbeiðsplássinum ikki eru so stór, at heilsan og arbeiðstrygdin hjá starvsfólkunum er í vanda.

Arbeiðsgevarin skal tí seta í verk munagóð tiltøk, sum gera, at starvsfólkini ikki verða neiliga ávirkað av stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti.

 

Avleiðingar fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkum

Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í vanda. Hetta er serliga galdandi, um stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst eru í eitt longri tíðarskeið.

Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst kunnu t.d. økja váðan fyri:
• Svøvntrupulleikum
• Hugsavningartrupulleikum
• Langtíðar strongd
• Angist
• Tunglyndi
• Hjarta- og æðrasjúkum

Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst kunnu eisini økja váðan fyri arbeiðsóhappum.

 

At finna útav, um stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst eru á arbeiðsplássinum

Arbeiðsgevarin kann byrja við at finna út av, um starvsfólk eru, sum
arbeiða intensivt ella nógvar tímar fyri at náa at avgreiða teirra
arbeiðsuppgávur.
Intensivt arbeiði kann bæði vera kropsliga ella sálarliga intensivt.
Intensivt arbeiði kann t.d. vera at arbeiða í høgari ferð, at starvsfólk
skunda sær frá einari uppgávu til aðra, at tað eru knappar tíðarfreistir
og skunduppgávur, at starvsfólk ikki hava tíð til at fyrireika seg til t.d.
fundir ella undirvísing, ella at starvsfólk skulu klára fleiri uppgávur
samstundis.
Arbeiðið kann eisini vera sálarliga intensivt, um tað t.d. krevur nógv
uppmerksemi og hugsavnan, nógva nærveru, ella um arbeiðsuppgávurnar eru torførar ella fjøltáttaðar.


At arbeitt verður í nógvar tímar sæst t.d. við at starvsfólk ofta hava
langar arbeiðsdagar, ofta arbeiða longri enn vanligu ella avtalaðu
arbeiðstíðina, arbeiða frídagar ella hava sera nógva yvirtíð.
Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst kunnu koma fyri hjá einstøkum starvsfólkum, á einstøkum deildum, í einstøkum toymum ella um alt
arbeiðsplássið.

Arbeiðsgevarin skal leypandi kanna eftir, hvussu stór arbeiðsbyrðan og tíðartrýstið á arbeiðsplássinum er. Um arbeiðsbyrðan er stór og tíðartrýst er, skal arbeiðsgevarin gera eina meting av, um nóg mikið verður gjørt fyri at fyribyrgja tí vanda, sum heilsa og trygd hjá starvsfólkunum tá eru í.

Tað hevur stóran týdning at starvsfólkini verða inndrigin í fyribyrgjandi arbeiðið, tí at tað tær royndir og upplivingar, sum starvsfólkini hava, eru ein umráðandi vitanarkelda um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst á arbeiðsplássinum.

 

Fyribyrging av heilsu- og trygdarvandanum

Arbeiðsgevarin hevur skyldu at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk, tá ið tað er neyðugt at tryggja, at arbeiðið er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligt, hvat viðvíkur stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti. Tiltøkini skulu vera effektiv, soleiðis at starvsfólkini ikki gerast illa fyri ella koma til skaða orsakað av stóru arbeiðsbyrðuni og tíðartrýsti. Arbeiðsgevarin skal leggja til rættis og seta í verk fyribyrgjandi tiltøkini í samstarvi við starvsfólkini.

Fylgjandi viðurskifti hava serliga stóran týdning í arbeiðinum at fyribyrgja vandanum í stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti:

  • Planlegging og tilrættalegging av arbeiðinum, soleiðis at arbeiðið er forsvarligt.
  • Nóg nógv og hóskandi upplæring og vegleiðing í útinnan av arbeiðinum.
  • Stuðul frá leiðslu og starvsfelagum.
  • Ávirkan á, hvussu arbeiðið verður útinnað.
  • At atlit verða tikin at fyritreytum hjá starvsfólkunum.
  • Vernd av serliga viðkvæmum vandabólkum.

Góð ráð um skipan av heilsu- og trygdarliga forsvarligum arbeiði

Arbeiðsgevarin hevur skyldu at skipa og leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at tað er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligt, hvat viðvíkur stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti.

Planlegging og tilrættislegging av arbeiðinum hevur avgerandi týdning fyri fyribyrging av teimum vandum, ið stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst kunnu hava við sær.  

Niðanfyri eru nøkur dømir um, hvussu arbeiðsplássið kann arbeiða við planlegging og tilrættislegging av arbeiðinum:

  • Tit kunnu áseta greið mál, karmar og leiðreglur fyri arbeiðinum, soleiðis at tit hava eina felags fatan av tykkara uppgávum og uppgávuloysing.
  • Tit kunnu skapa greið ábyrgdarbýtir og arbeiðsgongdir, t.d. millum fakbólkar, starvsvirki, arbeiðsbólkar og deildir.
  • Tit kunnu raðfesta uppgávur við t.d. at taka støðu til, um uppgávur ella freistir eru, ið kunnu útsetast ella ikki skulu raðfestast.
  • Tit kunnu fremja broytingar í uppgávubýti millum starvsfólk, um ávís starvsfólk hava meir at gera enn onnur, bæði viðvíkjandi uppgávubyrðu og krøvunum í uppgávuni.
  • Tit kunnu skapa betri framskygni, soleiðis at starvsfólkini betur kunnu planleggja arbeiðið, t.d. við í góðari tíð at boða frá um nýggjar uppgávur og broytingar í arbeiðsætlan.
  • Tit kunnu avstemma væntanir til tænastu- og góðskustøðið innanhýsis, soleiðis at øll vita, hvat avrik, tænastu ella framleiðslu tey skulu lata.
  • Leiðslan kann avstemma væntanir við viðskiftafólk, borgarar, avvarðandi og samstarvsfelagar, soleiðis at hesi vita, hvørja tænastu, avrik ella framleiðslu tey kunnu vænta sær.
  • Tit kunnu tryggja greiðar mannagongdir fyri, hvussu støður við t.d. fráveru, hábyrjing (spidsbelastning) ella aðrar bráðfeingis støður skulu handfarast.
  • Tit kunnu taka støðu til, hvussu dagliga arbeiðið verður skipað og tilrættislagt, tá ið tit fremja umskipanir og broytingar ella seta í verk nýggja tøkni.
  • Tit kunnu tryggja tykkum at framleiðsluútgerð, kt-skipanir og onnur hjálpartól, sum starvsfólkini skulu nýta, stuðla undir uppgávuloysingini.
  • Tit kunnu stuðla undir eini góðari siðmenning fyri steðgum, ið gevur møguleika fyri at koma fyri seg aftur ígjøgnum dagin.
  • Tit kunnu gera tað greitt, hvussu og nær tit kunnu seta tykkum í samband við hvønn annan um arbeiðið uttan fyri arbeiðstíð, t.d. við at hava greiðar leiðreglur.

Minnist til at fylgja upp uppá, um tiltøk verða sett í verk sum ætlað.

Týdningurin í at fáa hvíld

Hvíld er at uppafturbyggja kreftir og orku bæði kropsliga og sálarliga.

Hvíld snýr seg um steðgir og hvílutíð til at hvíla seg kropsliga, mentalt og sálarliga, bæði í arbeiðsdegnum og millum arbeiðsdagar. Hvíld snýr seg eisini um, at arbeiðið er lagt til rættis og skipað, soleiðis at møguleiki er fyri skiftum millum intensivar og minni intensivar uppgávur.

Menniskjað hevur tørv á at skifta millum at vera virkin og at hvíla. Um javnvág ikki er millum virkni og hvíld, so kann tað hava neiliga ávirkan á heilsu, førleikarnar at avrika umframt á góðskuna í tí arbeiði, ið verður útinnað.